hósdagur 13. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Um miðan september løgdu Petur Pólson,
framleiðslustjórin Bogi á Lakjuni og
ljóðblandarin Óli Poulsen síðstu hond á
fyrstu fløguna hjá Peturi Pólsyni. 7.
november verður fløgan, sum fær heitið
"Koma", í handlunum.
Einki at prógva
Átta ár eru liðin síðan Petur vann M.A.
Jacobsens viðurslønina fyri fagrar
bókmentir, við yrkingasavninum "Ongin sól
er til", og fýra ár eru liðin síðan Petur vann
Prix Føroyar finaluna við Clickhaze. Hetta er
ein listamaður, sum einki hevur at prógva,
og hevur tað gott við tí. Eg eri nokkso
nøgdur við mína støðu, eg vann M.A.
Jacobsens virðislønina alt ov ungur, og tað
kann eg ikki brúka til nógv annað enn tað,
at eg pjøvist ikki at prógva nakað. Hetta er
mín fyrsta solofløga, so hon er ikki
uppfylgjari til nakað, og broytir ikki nakað,
sum eg havi gjørt fyrr, so sjálvt um hon
bumbar illa, so skuffar hon ikki. Tí eingin
veit, hvat tey skulu vænta. Hetta hevur
givið mær frælsið at gera nakað annað
enn hitt, sum eg havi gjørt. Vit hava eitt
produkt, sum vit eru glaðir fyri og stoltir av.
Hetta verður ikki ein fløga sum selir 5000
eintøk, ella tað vænti eg ikki. Eg nokti at
lata talið av seldum fløgum stýra, um hetta
er ein sukkess ella eitt flopp, fyri meg er
tað sukksess at klára at gera fløguna lidna,
sigur Petur.
Lukkuligi Petur
Petur er vorðin pápi, hevur fingið koyrikort,
keypt hús og bil, er útbúgvin lærari og
starvast á skúlanum á Giljanesi. Hann
sigur sjálvur, at hann er ordiliga lukkuligur,
hendan sunnumorgunin kl. 8, tá vit hittast í
einum bakgarði á Nørrebro. Hann virkar
eisini glaður. Alla vikuna hava teir tríggir
Petur, Bogi og Óli sitið og ljóðblandað
fløguna, og seinni hendan dagin verður
hon liðug og heilt klár til framleiðslu.
Eg siti og gráti, sjálvandi innantanna, av
gleði, tá eg hoyri ljóðblandaðu løgini. Á
hesi fløguni havi eg verið við í allari
framleiðsluni, frá lagaskriving, venjing,
upptøku og til nú ljóðblandan, og tað er
heilt øgiliga læruríkt. Eg havi ongantíð verið
við til ljóðblandan fyrr.
Óli Poulsen er okkara besti ljóðblandari.
Hann er so toppprofessionellur, og hevur
livað av tí í so nógv ár. Hann var tað mest
upplagda valið. Hann blandaði eisini
fløguna hjá Clickhaze, og tað var eg øgiliga
nøgdur við. Eg ringdi til hann í mei, og
sjálvt um hann ikki hevði tíð fyrr enn í
september, so valdu vit at bíða eftir
honum. Hetta gav okkum eisini góða tíð at
gera okkum lidnar við upptøkurnar.
Uppgerð við verulig ting
Tekstirnir eru myrkir, daprir og eirindaleysir,
hetta bera heitini á løgunum boð um:
Jarðarferð, Einsemi, Synd, Eyma sál og
Timburmenn fyri at nevna nøkur. Men hví
er fløgan so døpur?
Fløgan er ein uppgerð við verulig ting.
Eitt slag av tekstligari uppgerð við lívið. Eg
havi gjørt mær nógvan ómak við
tekstunum, greiður Petur frá. Tekstirnir eru
ein komprimerað suppa av onkrum. Hetta
eru mínir egnu tekstir skrivaðir til mín, og
bara eg skal standa inni fyri tí, sum eg
skrivi. Tí er hetta meira mítt enn tildømis
Clickhaze tekstirnir, har eg skrivaði til ein
bólk, og eisini til Eivør at syngja. Tí gjørdist
tað minni persónligt. Hesuferð bar til at
vera eitt sindur meira diktatoriskur.
Eg havi einki givið út seinastu árini, og
broytingin í lívinum hevur gjørt meg meira
bersøgnan, eg krógvi meg ikki longur aftan
fyri nakað. Men jú tekstirnir avspegla
kanska ikki tann Petur, sum eg eri í dag,
eg eri ein glaður maður, og næsta fløga
verður uttan iva glaðari. Hetta er, sum
sagt, ein uppgerð við lívið og fortíðina. Men
ikki alt er keðiligt t.d. havi eg skrivað ein
sang til dóttur mína.
Tekstirnir eru øgiliga stýrandi fyri restina
av tilfarinum á fløguni, eitt nú í
ljóðblandingini, hava vit valt at blanda løgini
á onkran ávísan hátt, tí at teksturin leggur
upp til hetta.
Skrivar á føroyskum
Hóast Petur í Clickhaze skrivaði tekstir á
føroyskum og enskum, umframt at Eivør
sang okkurt á donskum, so hevur Petur á
síni egnu fløgu bert føroyskar tekstir, er
hetta eitt umhugsað val? Ja, tað er heilt
tilvitað. Fyrst og fremst, so er tað fyri ikki at
gerast ein meturvøra. Tað er so nógv, sum
kemur út á enskum, at man lætt hvørvur í
rúgvuni. Men á føroyskum gerst tilfarið
meira forkunnugt. Eg byrjaði við at skriva
3-4 tekstir á enskum, men fór burtur frá tí.
Tað kennist eisini meira egið, tá tað er á
føroyskum.
Spontan solofløga
Upprunin til solofløguna liggur í gamla
Visble Fish samstarvinum. Eiler Hansen, ið
spældi gittar í Visible Fish, kom framvið hjá
Peturi, og teir sótu og spældu sær við
okkurt lag, sum Petur hevði í høvdinum,
men ikki dugdi at skriva ella spæla: Tá vit
høvdu gjørt fyrsta lagið, so segði eg, hetta
er fyrsta lagið til mína solofløgu, greiður
Petur frá. Eg og Eiler arbeiddu við hesum í
eitt ár, áðrenn nakar annar veruliga kom
inn í verkætlanina.
Samanspældur bólkur
Í mars savnaði eg so ein bólk. Hetta er
umframt Eiler og meg sami bólkur, sum
spælir á konsertum við Knút Háberg
Eysturstein.
Tað var nokkso upplagt at velja hesar
tónleikararnar. Knút hevur skrivað eitt lag á
fløguni, og vit hava arbeitt nokkso nógv
saman. Tí var hann upplagdur til leiklutin á
tangentum. Boga havi eg spælt saman við
bæði í Visible Fish og í Clickhaze. Eg
ivaðist ongantíð í, um hvør skuldi spæla
trummur. Uni er ein fantastiskur
trummusláðari. Bassspælarin Niels Jákup í
Jógvanstovu havi eg ongantíð arbeitt við
fyrr, men mær dámdi væl, mátan hann og
Uni svinga saman. Hann hevur eisini eina
ótrúliga innliving sum bassspælari, hetta
mær dámar væl. Av tí, at teir allir hava
spælt nógv saman við Knút, fekk eg ein
væl samanspældan bólk, so tað skuldi
helst hoyrst aftur á fløguni.
Orsakað av tøkniligum trupulleikum
sloppu vit ikki ígongd við upptøkurnar báð-
ar teir fyrstu mánaðarnar, so tí fingu vit vant
alt tilfarið væl ígjøgnum. Hetta var bæði
gott fyri innspælingina og fyri sjálv løgini.
Navnframir gestir
Petur eigur okkurt í flest øll løgini á fløguni,
lagið Úr dýpinum eigur Knút Háberg
Eysturstein, men her eigur Petur orðini,
okkurt lag er gjørt saman við Boga á
Lakjuni, tey flestu saman við Eiler Hansen.
Talan er í høvuðsheitinum um nýggjan ikki
fyrr útgivnan tónleik, alt uttan lagið
Timburmenn, sum er ein endurinnspæling
av gamla lagnum hjá Símun úr Konoy.
Mær hevur altíð dámt væl hetta lagið.
Bæði orð og lag eru ordiliga góð, og
hóska væl til restina av løgunum á fløguni.
Á lagnum syngi eg saman við Niels Arge
Galán og Samal Ravnsfjall, og tað er
dýrabært. Niels spælir eisini gittarsoloina.
Eg havi nakrar gestir á fløguni, umframt
Niels og Sámal so spælir Mikael Blak bass
á tveimum løgum, og Guðrið Hansen og
Kári Sverrison syngja. Eg hevði ongantíð
áður hoyrt Guðrið sungið, men hon er
frálík, og endaði við at syngja á trimum
løgum.
Á einum lagi royni eg meg sjálvur sum
multiinstrumentalist, eg eri ikki multiinstru-
mentalist, men eg vildi sleppa at royna
sjálvur, so eg spæli Rhodes, kassagittar,
forriti trummur og syngi.
Fløgan "Koma" hjá Peturi Pólsyni kemur í handlarnar um ein mánaða,
og sambært fjøllbroytta listamanninum, verður talan um eina sera
persónliga fløgu frá einum manni, sum einki hevur at prógva.
Koma
orð: Petur Pólson,
lag: Eiler Hansen, Petur Pólson
eyma sál tín hevur sár
sum bløða úr djúpastu
loynd
æðrarnar villast í
blóðinum
og lívsleiðin leitandi,
gloymd
(orð: Petur Pólson
úr lagnum Eyma sál)
mínir einglar hava svikið
meg í nátt kúgarinnar
mongu andlit starandi
áhaldandi eftir mær úr
dýpinum sieg heil og sæl
úr svartastu loyndum
inn í logandi morgun og
brenn tíni bál meðan tú
pantar tína sál
til ræðsluna, til ræðsl-
una, til ræðsluna fyri at
lygnin er sonn, lygnin er
sonn av sonnum og dýpið
tú droymir um at sleppa
upp úr er rótfest í
tíni sál og tínum bløð-
andi hjarta tá mínir
múrar rapa og ravmagnið
seyrar úr øllum lutum
standi eg nakin og duldur
í náttini
(orð: Petur Pólson og
Knút Háberg Eysturstein
úr lagnum Úr dýpinum)
at leggja seg á knæ
og bøna gudarnar um tað
sum ikki hjálpist við
og ikki sleppist undan
himmalin er brotin
frelsa smakkar eins og
rotin skýmaskotin
av innandeyðum gudum
(orð: Petur Pólson úr lagnum
Fremmandur)
alt, sum tú tilbiður
vil onkur spotta
alt, sum tú elskar
fer onkur at hata
alt, sum tú vónar á
vil onkur bróta
alt, sum tú lítur á
fer teg at svíkja
kann helvitis eldur
teg brenna til himmals
(orð: Petur Pólson
úr lagnum Einsemi)
í onkrum ljósi
er verðin ljót
og bølamyrkur
sálarbót
(orð: Petur Pólson
úr lagnum Synd)
Løgini á Koma
Jarðarferð orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Eiler Hansen
Einsemi orð og lag: Petur Pólson
Timburmenn Sum framført av Símun úr Konoy, lagt til rættis Petur Pólson og Eiler Hansen
Fremmandur orð: Petur Pólson, lag: Eiler Hansen og Petur Pólson
Hválv orð og lag: Petur Pólson
Úr dýpinum orð: Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein, lag: Knút Háberg Eysturstein
Eyma sál orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson (bygt á føroyska rímu)
Ekkó orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein
Fráferð orð: Petur Pólson, lag: Bogi á Lakjuni og Petur Pólson
Synd orð: Petur Pólson, lag: Petur Pólson og Eiler Hansen
5