Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Fyrst í hesum mánaðinum var stórt ungdómstiltak í ítróttarhøllini á Hálsi, og tað eydnaðist sera væl. Tað var eitt bland av tónleiki, móta, kappingum og øðrum á skránni á ungdómsnáttini, og alt gekk væl og friðarliga fyri seg. Millum tey, sum høvdu framførslur hesa náttina, vóru punkbólkurin 200, Poppkorn og Black N White Crew. Eisini vendi DJ TummiX pláttum, og eitt sokallað trend show var eisini at síggja, umframt at tað bar til at fara í eina serliga kirkju. Tað bar eisini til at kappast við karaoke, á einum tarvi og við skateborad, og sølubúðir vóru eisini settar upp. Eitt endamál við tiltakinum var at fáa ungfólk í býin uttan at tey drekka ella nýta rúsevni. Náttin er ung