hósdagur 13. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
MEIRA POTTER TIL JÓLA
Føroyski sniðgevarin Barbara í Gongini
verður í næstum við á trimum stórum
mótamessum, í París, London og
Berlin. Her er m.a. annað talan um
víðagitnu Pret a porter messuna í París.
Barbara sigur, at hon seinastu tíðina
hevur fingist við sera ókomersiella
sniðgeving, men nú fer hon undir at
royna seg á tí kommersiella pallinum,
og eingin ivið er um, at hetta eru ikki
hissini støð, hon roynir seg. París,
London og Berlin eru millum teir mest
spennandi býirnar á mótaøkinum, og
bæði Pret a Porter og Bread & Butter í
Berlin, eru sera týdningarmiklar messur.
Barbara hevu í løtuni úr at gera, við at
sniðgeva sítt vetrarúrvæl. Hon heldur, at
hetta er ein sera spennandi tíð, nógv
hendir á mótaøkinum, serliga í norðan
londum. So tað er fantastiskt at arbeiða
í hesum kreativa umhvørvinum millum
øll hesi nógvu gávuríku fólkini, sigur
Barbara.
nud
Barbara í Gongini skal í
næstum á messir í Párís,
London og Berlin. Á myndini
sæðst eitt av hennara
sniðum á eini messu í
Keypmannahavn í 2003.
(mynd Scanpix Danmark)
Barbara í Gongini
í París, London og Berlin
OVAST TIL HØGRU
nærmastu vinfólk taka sær av
løttum í einari scenu frá
nýggja filminum
HINAR Vandarnir lúra altíð
kring Harry Potter
18. november verður fjórði filmurin um Harry Potter frumsýndur kring
heimin, og eisini í Føroyum kann nýggi filmurin síggjast á hvíta tjaldinum
– í Havnar Bio.
Harvið verður Harry Potter í miðdeplinum, nú jólaresið nærkast, jóla-
gávur skulu keypast, og jólahýrurin verður í topp.
Soleiðis hevur tað eisini verið fleiri av undanfarnu árunum. Bøkur og
filmar hava gjørt Harry Potter til eitt risanavn millum børn og ung, og
Potter er blivin ein handilsvøra av besta slagi.
Tað var í 1997, at JK Rowling gav sína fyrstu bók um Harry Potter út,
og tað var skjótt, at hendan søgan fekk vind í seglini. Síðani eru fimm
bøkur afturat komnar út, og nú standur fjórði filmurin frammanfyri sínari
frumsýning.
Nú eitur filmurin Harry Potter and the Gablet of Fire, og bókin, sum
hesin filmurin byggir á, varð givin út í 2000.
Harry Potter gerst eldri, og tað sæst eisini aftur í filmunum, nú hann
Potter er blivin meira ein ungdómsstjørna enn barnastjørna,
Filmurin Harry Potter and the Gablet of Fire verður frumsýndur tann
18. november
Heimskendi myndamaðurin Anton Corbijn lat nú um dagarnar
upp eina framsýning í New York, h hann vísir myndir av
rockbólkinum U2. »U2 and I« kallast framsýningin, tveir av
limunum í U2 vóru til staðar, tá ið fernisering var. The Edge og
Bono stukku inn á gólvið hjá myndmanninum, sum hevur
fotograferað U2 í fleiri ár. Hansara myndir hava verið brúktar til
kápuna á útgávum hjá U2, og nú ber til at síggja hesar myndir –
og aðrar, sum ikki eru brúktar alment – á framsýningini í New
York.
(Mynd: Scanpix)
Sjónleikarin Halle Berry
keypti sær ein stóra køku
heim við, tá ið hon var til
handils í West Hollywod
um vikuskiftið. Myndamenn
liggja altíð upp á lúr, tá ið
tey kendu fara til handils
ella í býin í Hollywood, og
myndatólið klipsaði óført, tá
ið Halle Berry steðgaði á
hjá einum bakara og kom
útaftur við eini stórari køku í
hondini. Tað sigst, at Halle
Berry gongur nógv í hatt-
um í løtuni, og teir sigast at
verða bæði øðrvísi og við
hvørt skemtiligir.
(Mynd: Scanpix)
Danska vikublaðið Se & Hør heldur, at tað er farið at
síggjast á donsku supermodellini Lykke May Andersen, at
hon hevur nógv at gera og lívir tað søta lívið í USA. Blaðið
hevur myndir av 23 ára gomlu Lykke, tá ið hon herfyri
kom á ein náttklubba og líktist alt annað enn einari
supermodell. Myndin omanfyri er ikki ein av hesum nýggju
myndunum, men hinvegin ein mynd av Lykke May
Andersen, sum hon plagdi at síggja út.
LYKKE OG
HARÐA LÍVIÐ
MYNDAFRAMSÝNING UM U2
HALLE BERRY FEKK
SØTT HEIM VIÐ