hósdagur 13. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 13. oktober 2005
17
Ebbedinna Jacobsen
Kollafirði
Lógin
var
ein
heild,
samansett
av
hesum
trimum:
1.Moralboðum
2.Seremoniboðum og
3.Sevil- ella samfelags-
boðum
Harrin Jesus varð føddur
undir lógini, doyði fyri alla
lógina og keypti okkum
leys frá allari lógini, ikki
bert seremoni- og sevillóg-
ini, men eisini frá moral-
lógini. Hetta merkir ikki, at
Hann tileinkisgjørdi ella
forkom lógini, tí hon er
heiløg, rættvís og góð
(Róm. 7, 12.14), men Hann
uppfylti hana fyri okkum,
sum trúgva á Hann. Men
sum grundarlag til rættvís-
gering tók Hann hana alla
burtur, tí hann er "endi
lógarinnar, hvørjum tí til
rættvísi, sum trýr" (Róm.
10,4). Nú eru vit, sum
trúgva á Kristus, "ikki
undir lóg, men undir náði
(Róm. 6,14). Nú hevur
Hann skrivað lóg Sína í
hjørtu okkara og við Anda
Sínum í okkum "gjørt okk-
um før fyri at vera tænarar
hjá nýggjum sáttmála, ikki
bókstavs, men Anda; tí
bókstavurin drepur, men
Andin ger livandi" (2. Kor.
3,6).
Lógin hekk sum eitt
svørð yvir høvdi okkara, tá
ið vit vóru undir henni,
men nú er náðin, "lóg
Kristusar" (Gal. 6,2) og lóg
kærleikans,
drívkraftin,
sum "venur okkum upp at
avnokta gudloysi og hinar
veraldligu girndir og liva
sámiliga, rættvíst og gudi-
liga í heiminum, sum nú er,
meðan vit vænta hina sælu
vón..." (Tit. 2, 11-14). Vit
eru nú lyft upp á eitt hægri
støði enn "tænastu deyðans,
sum við bókstøvum var
høgd inn í steinar" og eru
sett inn í "tænastu lívsins".
Vit eru flutt úr "tænastu
fordømingarinnar", inn í
"tænastu rættvísinnar". Hin
"gamli sáttmálin", sum
hevði sína dýrd, svann
burtur í Kristusi og er nú
avloystur við "nýggja sátt-
málan" í blóði Hansara,
sum er mangan størri í dýrd
og varir við. (2. Kor. 3, 1-
18). Hebrearabrævið sigur
tað soleiðis: "Táið Hann
sigur: "Nýggjan (sáttmála)"
- hevur Hann dømt hin
fyrra at vera gamlan; men
tað, sum gamalt verður og
eldist, er tætt við at hvørva"
(Hebr. 8,13).
Tí ber ikki til at siga, at
"boðlógin og fyriskipanir
hennara" í Ef. 2,15, bert var
"seremonilógin" og ikki
morallógin! Nei, Harrin
helt og doyði fyri alla lóg-
ina sum hon er og tók hana
burtur sum grundarlag til
frelsu!
Tí kann Paulus siga í
Róm. 3, 31: "Gera vit tá við
trúnni lógina til einkis?
Minni enn so! Nei, vit stað-
festa lógina!"
Lógin og náðin
Føroyskur samskipari í
donskum gulleggi
Suni á Dalbø hevur á
Aalborg Universitet
staðið fyri slóðbrót-
andi verkætlan, sum
nú hevur givið ein
veldugan sáttmála við
General Electrics
PATENT
Jákup Mørk
Sáttmálin varð mikudagin
undirskrivaður í operahús-
inum í Danmark, og tað
tykist ógvuliga sannlíkt, at
talan er um eitt satt gullegg,
sum við hesum er komið
undan kavi.
Í stuttum snýr avtalan seg
um ein nýggjan hátt at av-
dúka eina serliga hjarta-
sjúku - Lang QT syndrom -
ið er sera trupul at stað-
festa, meðan sjúkuberarin
enn er á lívi. Tríggir danskir
lesandi komu sjálvir fram á
ein nýggjan hátt at staðfesta
sjúkuna, og tað er úrslitið
av hesum ,sum nú er selt til
General Electrics. GE er
ein av størstu fyritøkunum í
heiminum, og ein partur av
virkseminum er at menna
sjúkrahústøkni.
Leikluturin
hjá
Suna
hevur so verið at virka sum
samskipari í ætlanini, so-
leiðis at hann í fyrsta lagi
hevur tryggjað AAU einka-
rætt til granskingarúrslitini
og víðari arbeiðið í hesum.
Og tað eru hesi rættindi og
úrslit, amerikanski medic-
inal-giganturin nú hevur
keypt seg til. Hetta soleiðis
at tey í framtíðini kunnu
gera hetta til ein part av
sínum EKG-tólum.
Millióna-upphæddir
Júst hvussu nógvur pening-
ur er í avtaluni, ber illa til at
fáa staðfest, men í tíðinda-
tilfarinum, sum varð sent út
undan
undirskrivingini,
verður staðfest, at talan er
um størstu avtaluna í sínum
slag í danskari søgu.
Men í øllum førum verð-
ur roknað við, at talan
verður trísiffraðar millióna-
upphæddir, sum kunnu
fáast burtur úr hesum. Fyri-
bils hava Universiteti og
teir tríggir lesandi uppfinn-
ararnir fingið eina trivaliga
milliónauphædd burturúr,
men verður talan so eisini
um væntaðu søluinntøkur-
nar, verður talan um heilt
stórar upphæddir, sum ætl-
andi floyma tvørtur um At-
lantshavið. Bæði til upp-
finnararnar sjálvar, men so
sannniliga eisini til Uni-
versitetið, sum seinnu árini
hevur ment seg til eitt tað
fremsta í norðanlondum, tá
um
ræður
vinnuliga
gransking.
Suni á Dalbø hevur í starvi
sínum á Aalborg Universitet
verið samskipari í avtaluni,
sum er tann størsta av sínum
slag í danskari søgu
Eingin
semja enn
Mikumorgunin varð farið
undir semingsroyndina,
nú Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálastýrið enn
ikki eru komin ásamt í
royndunum at gera nýggj-
an
sáttmála
partanna
millum.
Tað eru Jógvan Amond-
son og Alfred Petersen,
sum aftur hesa ferð skulu
royna at mýkja partarnar,
men við evstamark okk-
ara var framvegis einki at
frætta frá samráðing-
unum.
Slíkar semingsroyndir
kunnu taka upp í tvey
samdøgur, so tað kann
væl ganga nakað av tíð
afturat, áðrenn eitt sem-
ingsuppskot verður lagt
fyri partarnar.
Sáttmálin hjá Starvs-
mannafelagnum gekk út
1. oktober. Starvsmanna-
felagið hevur áður boðað
frá, at tey sum minsta
krav vilja hava eina regul-
ering, sum svarar til in-
flatiónina seinasta hálva
triða árið. Fíggjarmála-
ráðið hevur hinvegin sagt,
at tey vilja hava eina so-
nevnda null-loysn.
-mørk
Skatturin
Richard Danielsen
Tað hevur verið nógv
skrivað og sagt um skatta-
lættan.
Nú
ásannar
sjálvur fíggjarmálaráð-
harrin at hesin lætti verð-
ur etin upp av øðrum av-
gjøldum. Hvussu verður
hetta nú gjørt, jú við
millum annað at leggja
meiravgjald á vektgjaldið
av bilum og við at tví-
halda um oljuavgjaldið.
Okkum øllum kunnugt
er tann vanligi skatturin
soleiðis uppbygdur at
tann, sum hevur høga
inntøku fær meiri skatt
enn tann láglønti. Nú
verður tað, sum manglar í
landskassanum tikið inn-
aftur gjøgnum bakdyrnar
á tann hátt, at hin láglønti
má gjalda líka nógv sum
tann hálønti, við tað at tað
verður tikið inn við vekt-
gjaldi og oljuavgjaldi.
Hin hálønti merkir tað
nóg illa, meðan hjá tí lág-
lønta er hetta ein merk-
andi eykabyrða. Soleiðis
er hetta skrúða saman, er
hetta rætt. Mangur við
mær man undrast stórliga
á hendan politikk.
VIÐMERKINGAR