Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir at leiðslan í Skoda Auto hevur tikið avgerð um at víðka skránna við einum modelli afturat, kemur ein heilt nýggjur Skoda Roomster á markn- aðin í 2006 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Konseptbilurin Skoda Roomster varð fyrstu ferð sýndur fram á Frankfurt Motorshow í fjør sum ein minivan. Lidni bilurin, ið alment verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Geneve í mars 2006, skal framleiðast á eini nútímans verksmiðju í Kvasiny í Kekkia. Hetta er sama verksmiðja, sum framleiðir luksusbilin Skoda Superb. Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur, sum verður bygdur ein felags Skoda/VW platt- form. Designið er smart, og bilurin verður praktiskur og familjuvinarligur. Roomster kann lættliga gerast um til vøruvogn. Innrættingin verður sera liðilig, t.d. kunnu baksetrini flytast heilar 75 cm aftur og fram. Bilurin verður stuttur og breiður, umleið 4 metrar langur og yvir 180 cm breiður. Enn er einki upplýst um t.d. motorstøddir, teknisk data ella prísir. Nr. 195 • hósdagur • 13. oktober 2005 • 79. árg. Skoda Roomster í 2006 Fyrsti bilurin umhvørvis- góðkendur Nýggi Mercedes- Benz S klassin er fyrsti bilur í heim- inum, ið er vorðin Umhvørvisgóðkend- ur, skriva týsk bløð Tað er TÜV í München, sum hevur staðið fyri góðkenningini, ið dekk- ar t.d. val av tilfari, sjálva framleiðsluna, lidna bilin og ikki minst at tilfarið kann endur- nýtast, og at minst møgulig orka verður brúkt til framleiðsluna. 27 ymiskir kompo- nentar í nýggja S klass- anum eru gjørdir úr endurnýtslutilfari, og bæði bensin- og diesel- motorarnir eru orku- sparandi og meira um- hvørvisvinarligir enn tey strongu Euro4 krøv- ini. Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur, sum kemur á marknaðin í 2006 Fyrstu tekningarnar av Skoda Roomster Designið er smart við eyðkenda Skoda kølaragittarinum. Bilurin verður praktiskur og familjuvinarligur.