Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2005 29 Í sambandi við kapp- ingina Shell Helix Grand Prix 2004 hava tveir av vinnararun- um av kappingini, Jan Niclassen í Havn og Jona Jensen í Vest- manna, verið í ávika- vist Italia og Svøríki og roynt síni kynstur sum rasara- og rally- koyrarar KAPPKOYRING Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Shell hevði í 2004 eina spennandi kapping, sum nevndist SHELL HELIX GRAND PRIX 2004, sum allar bilasølurnar og verk- støðini í Føroyum luttóku í. Hetta var ein kapping, har luttakararnir skuldu fylgja við í Formel 1 kappingini og svara nøkr- um spurningum aftaná hvørja kapping. Drigið bleiv síðani millum luttak- ararnar um fleiri vinningar. 1. vinningur var ein ferð til Formel 1 kapping á Monza bananum í Italia í 2005, og 2. vinningur var ein ferð til Sturup Raceway í Svøríki at koyra rally. Teir hepnu vinnararnir vóru: Jan Niclassen, P/F DB-Bilar (1. virðisløn) og Jona Jensen, P/F Meinhardt Arge (2. virðisløn). Ferðin til Monza í Italia byrjaði fríggjadagin 2. september 2005, har tað bleiv flogið úr Kastrup til Milano, fyri síðani at checka inn á Hotel Crown Plaza. Leygardagin 3. sep- tember var tíðarkoyring á Monza bananum, og sunnudagin 4. september var so sjálv kappingin. Flogið varð heimaftur til Kastrup mánadagin 5. sep- tember. Hepni vinnarin av 2. virðisløn var Jona Jensen frá P/F Meinhardt Arge. Sunnudagin tann 19. juni varð farið við bussi frá høvuðsbanagarðinum í Keypmannahavn til Sturup Raceway stutt uttanfyri Malmø. Her slapp Jona m.a. at royna seg við at koyra ATV- motorsúkklur (off-road). Aftaná tað varð farið í tveir Land-Rover, eisini off-road, har koyrt varð undir sera truplum og krevjandi um- støðum. At enda var kapp- koyring í Alfa Romeo 147 bilum, har vinnarin fekk steyp til ognar. Jan og Jona høvdu nakrar góðar og spennandi dagar í ávikavist Italia og Svøríki, har tey fingu roynt sínar førleikar sum kappkoyrarar. Jan og Jóna sum rasara- og rallykoyrarar Formel 1 kapping á Monza-bananum í Italia, har Jan Niclasen, sum vann 1. virðisløn, slapp at royna seg Jan Niclassen vann ferðina til Formel 1 kapping á Monza bananum í Italia fyrst í september 2005 Jona Jensen vann eina ferð til Sturup Raceway í Svøríki, har hon m.a. slapp at royna seg við at koyra á ATV-motor- súkklum, Land Rover- jeepum, og kappkoyring í Alfa Romeo 147 bilum