Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 196 - 14. oktober 2005 FRAMSÝNING Jan Müller jan@sosialurin.fo Hevur tú ikki havt stundir at síggja framsýningina í listahøllini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, so hevur tú tó møguleikan nú, áðrenn síðsta útkall. Heystfram- sýningin við fleiri av okk- ara kendastu listafólkum letur aftur sunnudagin. Hon er opin í dag frá 14 til 17 og leygardagin frá 14 til 18 aftrat. Stúgvandi fult av fólki var í hesi sjáldsomu lista- høllini, tá latið varð upp herfyri. Síðani tá hava eis- ini mong túsund leitað sær innar á gólvið at uppliva nýggjastu listina hjá so frægum listafólkum sum Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Trónda Paturs- syni oø. Millum tey mongu vitj- andi, tá framsýningin lat upp, var eisini okkara kend- asti listamálari, Ingálvur av Reyni. Vit spurdu hann, hvat honum dámdi: – Hetta er ein sera áhugaverd fram- sýning. Hon er eisini óvan- lig, tá hugsað verður um hølini og staðið, so tað er bara gott at síggja nakað nýtt. Tað sjáldsama við fram- sýningini eru sjálvandi fyrst og fremst serstøku hølini. Ein fyrrverandi ar- beiðshøll, ið hevur verið brúkt í sambandi við skipa- smíð, er innrættað til enda- málið. Hon er málað hvít øll sum hon er. Hon er óvanliga stór, rúmlig og ljós og við súlum á gólvin- um, sum seta sín serstaka dám á hølini. Høllin er í tí grøna bygni- nginum hjá Skipasmiðjuni oman fyri Bacalao. Lesið eisini samrøðu við listamannin Zacharias Heinesen í leygardagsblað- num um nýggju framsýn- ingarhølini og framtíðina Ein áhuga- verd og óvanlig framsýning Høvdingar hittast. Bárður Jákupsson bjóðar Ingálvi av Reyni vælkomnan í nýggju listahøllina Mynd Jan Müller Hølini eru stór, rúmlig, ljós og livandi. Frá ferniseringini Mynd Jan Müller Nakrir av framsýnarunum í listahøllini beint undan ferniseringini Mynd Jan Müller Frá ferniseringini herfyri Mynd Jan Müller