Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 14. oktober 2005 3 Hesa vikuna bjóðar Náttúrugripasavnið børnum og vaksnum til serstakan heyst- fagnað. Tiltakið hevur stóran áhuga, og fyrrapartin í gjár høvdu omanfyri 150 fólk vitjað fram- sýningina NÁTTÚRA Snorri Brend Heystfagnaður: – Eg haldi at nakrir av hesum steinun- um eru ordiliga flottir! Við eitt glasborð standa tvær gentur og loysa nakrar uppgávur. Hesar uppgáv- urnar eru um føroyskar steinar. Hanna Vang og Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tór- garð standa við penni í einu hondini og einum arki við spurningum í hinari. Tær skulu finna fram til, hvussu tey ymisku sløgini av steinum eita. Í glasborð- inum standa fleiri vakrir steinar, og nú skal navn setast á. – Hetta er ein kalsitt, siga tær báðar við blaðmannin, sum um hetta var ein sjálv- fylgja fyri tær. Henda uppgávan er nú loyst, og nú bíða fleiri aðrar uppgávur eftir teimum. Tær hava funnið fram til nøvn- ini á fimm steinum. -– Kom, skunda tær. Nú mangla vit bara nøvnini á tveimum aftrat, sigur 9 ára gamla Rakul Maria við 10 ára gomlu vinkonuna, Honnu. Góð undirtøka Tað er ikki at taka seg aftur í, at hesin heystfagnaðurin er væl umtóktur millum bæði børn og vaksin. Inni í framsýningarhøll- ini er ein øgilig málageipan frá spentum børnum, sum nema sær kunnleika um tað, sum finst millum fjals og fjøru, og um tað sum hevur veingir. Hetta er ein hentur háttur at læra børnini um tað, sum finst í føroysku náttúruni. Júst hetta var eisini ein av fyrimununum hjá Honnu og Rakul Mariu, sum enn ikki høvdu lært so nógv um føroysku steinsløgini í skúlanum. – Tað er gott at fáa meiri at vita um hetta, og so er tað eisini sera spennandi, siga tær báðar við ein munn. Tað eru kortini ikki bara tær sum fegnast um hetta. Frá mánadegi til hósdagin vóru íalt 1006 fólk á fram- sýningini, harav 694 teirra vóru børn. Fyrrapartin í gjár lat framsýningin upp kl. 11, og tá vit vitjaðu framsýningina um hálvgum tólv tíðina høvdu íalt 147 fólk vitjað har. Tað streymaði alla tíðina inn við børnum og vaksn- um, og tí er lítil ivi um, at tað verður eitt rættiliga stórt tal sum vitja, áðrenn dyrnar lótu aftur kl. 16. Aftur í dag er møguleiki at vitja framsýningina, sum verður opin frá kl. 11 til 16. Í fjør vitjaðu 1915 fólk framsýningina, og av hes- um vóru 1289 børn. Rokan í fjøruni Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð (vm) og vinkona hennara Hanna Vang hava funnið fram til navnið á tí fimta føroyska steininum. Hetta er ein góður háttur at læra meiri um føroysku náttúruna Bæði stórt og smátt er at síggja á framsýningini. Henda gentan er lítil í mun til stóra hvalin