Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 14. oktober 2005 5 Stjórin í P/F Smyril Line, Jan Walle, fer úr starvi sínum á nýggj- árinum, tá hann tekur við nýggjum avbjóð- ingum innan sjó- vinnu í Noreg. Fyri 1. november verður greitt, hvussu fram- tíðar leiðsluviður- skiftini í P/F Smyril Line verða STJÓRASTARV tíðindaskriv Á nýggjárinum leggur stjórin í P/F Smyril Line, Jan Walle, stjórastarvið frá sær og tekur við nýggjum avbjóðingum innan sjó- vinnu í Noreg. - Eg havi fingið tilboð um starv, ið er so mikið freistandi, at eg fái ikki sagt nei, sigur Jan Walle, ið hev- ur verið stjóri í P/F Smyril Line síðani 1. apríl í ár. Starvssáttmálin hjá Jan Walle gongur ikki út fyrr enn 1. apríl næsta ár, og møguleikin at leingja sátt- málan er eisini til staðar. Kortini velur stjórin at enda tænastuna í felagnum á nýggjárinum. - Hóast møguleiki er at leingja sáttmálan, hevði eg neyvan hildið fram í starv- inum eftir 1. apríl. Atlitini at familju míni, sum býr í Noreg, mugu koma fram- um. Eisini av teirri orsøk velji eg at taka við nýggjum starvi í Noreg", sigur 50 ára gamli Jan Walle, sum fyrst í januar fer í starv sum shippingstjóri í norska felagnum O.T. Tønnevold. Hóast Jan Walle gevst í verandi starvinum á nýggj- árinum, verður hann tøkur frameftir sum ráðgevi hjá P/F Smyril Line. Tá Jan Walle byrjaði í starvi hjá P/F Smyril Line, var setningur hansara m.a. at økja ferðafólkatalið um- borð á Norrönu. Hesin parturin av høvuðsuppgáv- uni er um at verða loystur, tí longu nú eru ábendingar um, at fleiri fólk hava hug at ferðast við felagnum. - Tað er harmiligt at Jan Walle ikki kann halda fram, men vit virða sjálvandi ynski hansara um at gevast um ársskiftið. Fyri 1. nov- ember verður greitt, hvussu framtíðar leiðsluviðurskift- ini í Smyril Line verða", sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line. Starvsmannafelagið góðtók eitt reallønar- fall, men treytin var, at sáttmálin bert er eitt ár til longdar. Tað vildi fíggjarmálaráðið ikki góðtaka, og so er talan um arbeiðssteðg SAMRÁÐINGAR Jákup Mørk - Hetta er eitt úrslit, sum vit ikki eru nøgd við í tí stóra og heila. Soleiðis byrjaði Gunn- leivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, tá vit fingu orðið á hann í løt- unum eftir, at Starvs- mannafelagið hevði havt fund um semingsuppskotið. Eitt semingsuppskot, ið bert innihelt eitt prosent í lønarvøkstri, og sum tí er minni enn inflatiónin hevur verið seinasta árið. Altso er talan um eitt reallønarfall. - Hinvegin, so er hetta eitt framstig í mun til út- spælið frá Fíggjarmálastýr- inum, sum jú ikki vildi geva nakað sum helst. Tí halda vit, at hetta í verandi støðu er tað besta, sum vit kundu uppnáa. Ikki minst, tí talan bara er um ein eitt- ára sáttmála, staðfesti hann. Umframt lítla lønar- vøksturin, so inniheldur semjan eisini nakrar broyt- ingar í lønarflokkingunum hjá Starvsmannafelagnum. - Tað eru størv í Starvs- mannafelagnum, sum koyra við nøkrum viðbót- um, sum ikki rættiliga passa inn í sáttmálan. Nú hava vit so fingið skjalfest, at hetta framyvir eisini skal koma við í lønarflokkarnar. Tað er so ikki nakað, sum vit gera eftir einum degi, men bara tað at hava fingið hetta við í sáttmálan er eitt stórt framstig í so máta. Hartil er eisini fingið meira nágreiniliga í sátt- málan, hvussu førleika- menning skal skiljast. Hetta hevur verið nakað flótandi áður, men nú verður alt fyri eitt farið undir at greina hetta. Varð ikki góðtikið Um hálvgum tvey tíðina komu boðini um, at Fíggj- armálaráðið ikki vildi góðtaka fyriliggjandi sem- ingsuppskotið. Við Útvarpið segði Bárð- ur Nielsen, at fremsta or- søkin til hetta var, at tey ikki vildu gera ein sáttmála, sum bert gekk yvir eitt ár. Hetta vildi ikki givið neyð- uga friðin á arbeiðsmarkn- aðinum. Hartil helt Bárður Niel- sen, at vøksturin á eitt pro- sent eisini var í hægra lagi í mun til nulloysnina, sum fíggjarmálastýrið kundi góðtaka. Jan Walle leggur frá sær Arbeiðssteðgur á almenna arbeiðsmarknaðinum Starvsmannafelagið segði ja, men fíggjarmálaráðið vildi ikki hoyra talan um ein sáttmála, sum bara var galdandi í eitt ár