fríggjadagur 14. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 196 - 14. oktober 2005
Leygarkvøldið byrjar
kappingina um at
gerast besti singer/
songwriter tónleik-
arin í Føroyum.
Kappingin verður í ár
fyriskipað á triðja
sinni, og áhugin hev-
ur ongantíð verið
størri
SANGKAPPING
Vinnararnir
ávíkavíst
í
2003 og 2004, Kristleif
Zachariasen og Rókur Ja-
cobsen, hava vunnið nógv
fram millum føroyingar,
síðani teir vunnu hvør sína
singer/songwriter kapping.
Ikki minst teir góðu vinn-
ingarnir gera, at áhugin ár
um ár hevur verið góður.
Vinnarin fær nevniliga
upptøkudagar í einum væl-
útgjørdum studio. Serliga
fyri Kristleif Zachariasen
gjørdist hetta ein rættiligur
fongur, tá hann fór undir at
spæla sína egnu fløgu inn.
Leygarkvøldið
verður
fyrsta ábendingin um, hvør
í ár sleppur at royna seg í
einum góðum upptøkuhøli.
Luttakararnir skulu spæla
tvey egið løg og síðani eitt
lag
eftir
egnum
vali.
Royndir dómarar gera av,
hvør vinnur kappingina.
Royndir tónleikarar
Hóast
singer/songwriter
navnið ikki er serliga før-
oyskt, so verða tað fýra
ógvuliga spentir og ógvu-
liga ymiskir føroyskir lut-
takarar við leygarkvøldið.
Hóast hann hevur givið
tveir fløgur út, so hevur
elsti
luttakarin
leygar-
kvøldið,
Petur
Háberg
Jacobsen, ongantíð staðið á
palli
einsamallur
áður.
Tónleikaáhugaði reiðarin
er ikki mettaður av tónleiki
enn og hevur hug at royna
seg fullkomiliga einsamall-
an, sum er eitt av eyðkenn-
unum við singer/songwriter
stílinum.
Við sínum tretivu árum
er Brandur Karlson Jacob-
sen fimm ár yngri enn
Petur Háberg Jacobsen.
Fleiri kennast óivað við
navnið, og tað er ikki uttan
orsøk. Vit kunnu fara heilt
aftur til 1991 fyri at finna
hann sum vinnari av Àrsins
songrødd kappingini. Hann
hevur eisini verið at hoyrt í
øðrum sambondum, men
tey seinnu árini hevur hann
ikki verið so nógv frammi
alment
sum
tónleikari.
Nógv er broytt síðani 1991,
og tað verður spennandi at
síggja, hvussu singer/song-
writer stílurin og Brandur
rigga saman.
Av kendum ættum
25 ára gamla Guðrið Han-
sen er einasta kvinnan í
hesum fyrsta umfarinum.
Hon er ikki tann einasta frá
Hansen familjuni, sum
verður umboðað í kapp-
ingini í ár. Eisini beiggi
hennara, Fróði, fer í einum
seinna umfari at luttaka.
Guðrið hevur verið at
sæð á palli í Føroyum í
ymsum høpum. Millum
annað hevur hon sungið kór
í Prix Føroyum. Hon hevur
eisini luttikið í íslendsku
útgávuni av Idol, har hon
stóð seg rættiliga væl. Hon
ætlar sær nú at fara at gera
meira við tónleikin, og hon
sær hetta sum eitt óført
høvi at sleppa nærri nøkr-
um góðum upptøkumøgu-
leikum.
Yngsti luttakarin leygar-
kvøldið verður Opor Thor-
leifsson. Hóast bert tjúgu ár
hevur landarin av Skála
spælt eitt sindur fyri fólki í
Føroyum og í Danmark.
Hann kundi gott hugsað
sær, at tað gjørdist til
meira, og tí hevur hann eis-
ini meldað seg til singer/
songwriter 2005. Hann
verður fyrstur á pallinum,
tá Singer/songwriter 2005
fer av bakkastokki leygar-
kvøldið kl.22.00 í Hafnia
Lounge.
Singer/songwriter 2005
Opor Thorleifsson
Petur Háberg Jacobsen
Guðrið Hansen
Brandur Karlson Jacobsen
Tiltøk á Klaks-
víkar bókasavni
Nú heystið so smátt er
komið, fer Klaksvíkar
bókasavn aftur at skipa
fyri tiltøkum fyri børnum
í skúlaaldri. Fyrsta til-
takið verður mikudagin
19 oktober kl. 17.00. Tá
verður møguleiki hjá
børnunum at koma á
bókasavnið at telva. Fólk
úr Klaksvíkar Talvfelag
vera til staðar at vegleiða
børnunum.
Síðani verður eitt tiltak
um mánaðin fram til
páskir.
Nógv
ymiskt
verður á skránni, og skrá
yvir tiltøkini fæst á bóka-
savninum.
Saman við barnaans-
ingarstovnunum hevur
bókasavnið í fleiri ár
skipað fyri tiltøkum fyri
børn undir skúlaaldur.
Hesi tiltøk eru fríggja-
morgnar kl. 10.30. Næsta
tiltak verður 14. oktober
fyri tey 0 - 3 ára gomlu
og
verður
tað
Dr.
Margrethes Barnagarður,
ið stendur fyri. Skrá yvir
hesi tiltøk fæst eisini á
bókasavninum.
Ætlanin er eisini at
skipa fyri ymiskum fyri
vaksin í heyst. Vit byrja
við einum eldrakvøldi
týskvøldið 25 apríl, tá fer
Erling Poulsen at siga frá
bókum sínum "Mangt er
millum himmal og jørð"
og "Meiri er millum
himmal og jørð".
ave
12 størv færri á
Heimarøkini
Trý nýggj røktarheim
lata upp næsta hálva
árið, og tað ber við
sær sparingar innan
Heimarøktina
ELDRARØKT
Jákup Mørk
Hesum boðaði Heima-
røktin og Serforsorgin frá
í tíðindaskrivi til miðl-
arnar mikudagin.
Sagt verður, at umskip-
anir innan eldraøkið hava
við sær, at tað næsta ár
verða 12 fulltíðarstørv
færri innan Heimarøkt-
ina. Hetta svara til eini
15-18 starvsfólk, og hava
hesi nú fingið ætlanar-
skriv um uppsøgn.
Tað er tó ikki so, at
eldraøkið verður skert.
Komandi hálva árið lata
trý nýggj røktarheim
upp. Hesi eru á Streym-
nesi, í Runavík og í
Havn, og íalt geva hesi
72 nýggj røktarheims-
pláss, sum fara at krevja
á leið 60 nýggj full-
tíðarstørv.
Samstundis
sum
nýggju
røktarheimini
verða tikin í nýtslu,
væntast trýstið á Heima-
røktina úti í heimunum at
minka nakað. Av hesi
orsøk er í fíggjarlógar-
uppskotinum 2006 framd
ein umskipan av játtanini
innan
eldraøkið
frá
Heimarøktini til røktar-
heimsøkið. Hetta kemur
at viðføra broytingar í
Heimarøktini, tí sam-
stundis sum fleiri nýggj
arbeiðspláss verða skip-
að á nýggju røktarheim-
unum, hvørva nøkur ar-
beiðspláss í heimarøktina
úti í heimunum.
Hetta merkir, at játtan-
in til røktarheim økist við
23 mió kr. Játtanin til
Heimarøktina
minkar
samstundis við 4 mió kr.
Útselt til DR Big
Band og Eivør
Atgongumerkini til fyrru
konsertina hjá Danmarks
Radio Big Band og Eivør
Pállsdóttir vóru útseld
mikudagin.
Konsertin
var í Læraraskúlahøllini
kl. 20.00 hóskvøldið.
Enn eru tó atgongumerki
eftir til konsertina í
Fuglafirði fríggjakvøldið
kl. 20.00.
Big Bandið, sum telur
20 tónleikarar og 5 onnur
var á rættari ævintýrferð í
sjáldsama góðveðrinum
mikudagin fyrst undir
Vestmannabjørgunum
við Skúvadal og síðan
tyrlutúr við Atlantic,
sigur fyriskiparin G!
Music í tíðindaskrivi.
Konsertirnar eru partur
av eini tónleika rundferð,
sum Big Bandið og Eivør
eru á. Í vikuskiftinum
spældu tey í Haderslev
og Arne List, ið var hjá-
staddur,
sigur
við
Planet.fo, at konsertin
var ordiliga góð. Tað er
sambært Arna sera stórur
munur á Trøllabundin á
fløgu og í livandi líki.
Heili tvær ferðir mitt
undir konsertini róptu
fólk um at hoyra eykaløg,
og tá Eivør og hini fór av
pallinum, reistu fólk seg
og lógvabrestirnir ljóm-
aðu leingi.
Arne sigur, at Nikolai
Bentzon sum er dirigent-
ur
og
frásøgumaður,
greiddi frá um hvussu
glað og errin tey eru í DR
Big Band at arbeiða sam-
an við Eivør.
Á konsertini sang Ei-
vør løgini á Trøllabundin
og ein kingosálm. Henda
gøtudanska framførsla
vann serligan ans millum
áskoðararnar, ið sambært
Arna elskaðu tað.
nud
Í vikuskiftinum 4.-6.
november 2005 skip-
ar MáF - Meginfelag
áhugaleikara Føroya -
saman við Klaksvíkar
Sjónleikarafelag fyri
árligu sjónleikara-
stevnuni, sum í ár
verður í Klaksvík
SJÓNLEIKARASTEVNA
Endamálið við stevnuni er
at savna sjónleikarafólk úr
øllum landinum saman at
umrøða sjónleik, arbeiða
við sjónleiki, hugna sær
saman, og hæddarpunktið
er ein megnar veitsla.
Í ár verður ljóskastarin
settur á færoysku kvæðini.
Ber til at flyta dramatisku
søgurnar í kvæðunum úr
dansistovuni og upp á pall-
in?
Árni Dahl fer út frá
Sjúrðarkvæðunum at leiða
luttakararnar inn í kvæða-
heimin, og Eyð Matras,
Mikkjal Helmsdal og Birita
Mohr fara síðani saman við
luttakarunum at skapa sjón-
leik burtur úr spennandi
søgunum í Sjúrðarkvæðun-
um.
Alt tiltakið verður í
skótahúsinum, har møgu-
leikarnir eru góðir at ar-
beiða, eta og sova og fara
upp á gólv, um onkur far
hug til tað.
Sjónleikarastevnan
er
fyri ung sum eldri, roynd
sum minni roynd, og vænt-
ar MáF góða luttøku úr
øllum landinum, siga tey úr
MáF. Meira fæst annars at
vita á telefon 315624.
Árliga sjónleikarastevnan
verður í Klaksvík
Frá sjónleikarastevnuni á Giljanesi