Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kirkjufólkið í vestur- býnum í Havn sleppa ikki á kirkjuráðsval hesaferð. Bert tann eini listin kom inn, tá freistin fyri at lata listarnar inn var úti í hesi vikuni. – Onkur kann halda tað vera óheppið bara við einum lista. Men hinvegin so haldi eg, at hetta avgjørt má takast um eitt tekin um semju í Vestur- kirkjuni, sigur for- maðurin í valstýrin- um, Signar Dam. Hann fegnast eisini um, at talið av fólki sum gongur í kirkju er alsamt vaksandi KIRKJURÁÐ Snorri Brend Havn: Týsdagin 8. no- vember verður kirkjuráðs- val kring alt landið. Og tó! Á mongum støðum verð- ur bara ein listi við val- evnum til kirkjuráðið, og tí er langt frá á øllum støðum at kirkjufólkið sleppur til valborðið. Men á teimum støðun- um, har fleiri enn tveir list- ar eru, verður valið hildið henda dagin. Eitt av teimum støðun- um, har tað longu nú er greitt, at einki val verður, er í Tórshavnar vestaru kirkju- sókn. Hetta hendir, hóast fólka- grundarlagið átti at verið rættiliga stórt, og framvegis er í støðugum vøkstri. - Her er so bara tann eini listin komin inn, sigur Signar Dam, formaður í valstýrinum fyri Vestur- kirkjuna. Av hesi orsøk verða tað sostatt valevnini á hesum lista, sum fara at manna nýggja kirkjuráðið tey komandi fýra árini. Fleiri ganga í kirkju Tað er ikki at taka seg aftur í, at Vesturkirkjan er ein snøggur bygningur, sum so hábærsliga stendur í vestur- býnum í høvuðsstaðnum. Innan er nógv gjørt við kirkjuna, men tað er uttan iva mest uttanfyri at fólk við frøi hava sæð tey ar- beiðini, sum eru gjørd har. Kirkjuráðið sjálvt hevur eisini havt síni mál at taka støðu til. Og Signar Dam heldur, at tað kirkjuráðið, sum enn situr, hevur havt eitt sera gott samstarv. - Jú, vit hava arbeitt sera væl saman – bæði kirkju- ráðið, prestarnir og kirkju- fólkið. Og vit hava verið samd um tingini. - Tí kunnu vit siga, at vit hava havt eina góða tíð her í Vesturkirkjuni, sigur Sign- ar Dam. Hann fegnast tó allarmest um, at talið av kirkjufólkið eisini hevur verið í støðug- um vøkstri hesi seinastu árini. - Hetta er avgjørt at gleð- ast um, sigur hann. Bert ein listi Hesa seinast tíðina hava annars formenninir í teim- um ymisku valstýrunum boðað frá um hetta kom- andi valið. Tað gjørdi Signar Dam eisini. Og í lýsingini frá Tórshavnar vestaru kirkju- sókn varð boðað frá, at hetta valið skuldi eftir ætl- an fara fram týsdagin 8. november frá kl. 10 til 12 og síðani frá kl. 16 til 20. Somuleiðis varð sagt frá, at valevnislistar skuldi vera formanninum í hendi sein- asta týskvøld. Men tá hann so gjørdi støðuna upp hetta kvøldið var altso bert tann eini listin komin inn. Tí verður einki val á hesum sinni. 12 limir Í kunngerðini verður sagt, at í mesta lagi 18 fólk skuldu vera á listanum, og at minst tríggir og í mesta lagi 15 veljarar skuldu und- irskriva listan sum stillarar. Og hesin eini listin til komandi kirkjuráð í Vest- urkirkjuni telur so 16 nøvn. Og av hesum fara so tey 12 at sita í kirkjuráðnum, sam- an við báðum prestunum við kirkjuna, Hera Joensen og Bergur D. Joensen. Í kirkjuráðnum, sum enn situr eru 11 limir. Men or- sakað av økta fólkatalinum í vesturbýnum í Havn er talið nú økt við einum limi, upp í 12. Enn verður ikki upplýst, hvørji hesi fólkini á listan- um eru. Men tey verða so kunngjørd seinni. Bert ein listi til kirkjuráðið Nr. 196 - 14. oktober 2005 7 Kirkjuráðsval Høvuðstreytin fyri valrætti er,at ein og hvør,sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005, hevur valrætt. Markið millum Tórshavnar vestaru og Tórshavnar eystaru kirkjusókn er Tróndargøta-Varðagøta-Villingar- dalsvegur. Øll valevnini skulu geva skrivliga váttan um,at tey vilja lata seg stilla upp. Hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, mugu tey vera sinnað at undirskriva ta váttan,sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kann taka sæti í kirkju- ráðnum. FAKTA Einki kirkjuráðsval verður í Vesturkirkjuni hesaferð. Bert tann eini listin kom inn, tá freistin var úti týskvøldið Sama skatt í Sundalagnum Sunda kommuna: Bygda- ráðið í Sunda kommunu hevur avgjørt at skattapro- sentið komandi ár verður 20,6. Fíggjarlógin fyri 2006 javnvigar við 43,5 mió. krónum. Barnafrádrátturin er 5.000 kr. sb.