fríggjadagur 14. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 196 - 14. oktober 2005
Bent Rold Andersen, professari:
- Føroyar seta seg á heimskortið
Danski professarin
Bent Rold Andersen,
sum vitjaði í Føroy-
um í sambandi við
eldrastevnuna, sigur,
at um endamálið við
eldraráðnum í Havn
verður rokkið, fer
hetta at seta Føroyar á
heimskortið, og Tórs-
havnar Býráð gerst
slóðbrótandi innan
fyri eldrapolitikk í
Norðanlondum
ELDRAPOLITIKKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bent Rold Andersen, sum
nú er blivin 76 ára gamal,
hevur drúgvar royndir inn-
an eldraøkið, og hann sat
eitt skifti eisini sum al-
mannaráðharri undir Anker
Jørgensen í sjeytiárunum.
Hann sigur seg verða
hugtiknan av býráðnum í
Havn, sum sjálvt hevur tik-
ið stig til eitt eldraráð.
Politikkarar hava ikki
innlit í eldraøki
- Í øllum politiskum saman-
setingum er støðan hon, at
politikkararnir ikki hava
innlit í eldraøki. Allir polit-
ikkarar hava verið børn, og
teir flestu eiga eisini børn.
Tí kenna teir hesi øki inn-
anífrá, men tá ið tað snýr
seg um eldraøki, er støðan
ein onnur, tí eingin av teim-
um hevur roynt at verið
gamal, og tí mangla teir
innlit í hetta øki. Hetta ger,
at eitt eldraráð kann hava
stóran týdning við at ráð-
geva poltikkarunum í sam-
bandi við avgerðir innan
eldraøki, sigur Bent Rold
Andersen.
Í Danmark hevur man
eldraráð úti í kommunum,
men tey virka als ikki eftir
ætlan. Bent Rold Andersen
sigur, at støðan í Danmark
er øðrvísi, tí har hava
kommunurnar fingið álagt
at hava eitt eldraráð, og tá
ið tað er nakað, sum er
kroyst oman yvir kommun-
urnar, vísir tað seg, at tað
sjáldan kemur at virka eftir
ætlan, vísir Bent Rold And-
ersen á.
Í sambandi við vali til
eldraráð í Havn er støðan
ein heilt onnur, tí her er tað
kommunan sjálv, ið hevur
tikið stig til eldraráðið, og
tað hevur stóran týdning í
strembanini eftir at fáa
eldraráðið at virka.
Sjálvur hevur danski pro-
fessarin sitið í býráðnum í
Næstved eitt skifti, og í
hesum sambandi greiðir
hann frá, hvussu illa umboð
tey gomlu eru í teimum
politisku samansetingun-
um.
- Eg var 72 ár, tá ið eg sat
í býráðnum í Næstved. Av
teimum 21 limunum í bý-
ráðnum var eg tann einasti,
ið kundi metast sum eitt
eldri fólk, og sum tískil
hevði innlit í umstøðurnar
hjá teimum gomlu. Men 20
prosent av teimum, ið hava
valrætt, eru gomul, og tað
vil siga, at eg umboðaði 20
prosent av veljarunum, men
taldi bert sum ein út av 21
limum, greiðir Bent Rold
Andernsen frá.
Tilveran broytist nógv
- Tá ið tú ert blivin gamal,
broytist tilveran hjá tær
ógvuliga nógv, serliga tá ið
tú ert komin upp í sjeyti-
árini, og tað eru heilt onnur
ting, ið fáa týdning. Tað eru
bert tey gomlu, ið veruliga
vita, hvussu tilveran tá er, og
tí er tað ógvuliga umráðandi
at hava eitt eldraráð, sum
kann greiða bæði politisku
og umsitingarligu myndug-
leikunum frá støðuni hjá
teimum gomlu, sigur danski
professarin.
Hann sigur, at tey gomlu
hava ymiskan tørv, og tað
kann verða ymiskt frá degi
til dag, hvør tørvurin er.
- Heimahjálpin hevur sítt
skema at fylgja, tá ið hon er
úti hjá teimum gomlu, og
sambært skemainum skal
hon til dømis vaska baði-
rúmið tvær ferðir um vik-
una, og kamarið og stovan
skulu dustsúgvast annan-
hvønn dag, og alt er lagt til
rættis uttan møguleika fyri
at gera um upp á tað út frá
tørvinum hjá brúkaranum,
sigur Bent Rold Andersen.
Fyrimunur at
føroyingar ikki eru so
tengdir at reglum
Danski professarin vísir á,
at til dømis eru tað nógv av
teimum gomlu, ið ikki hava
møguleika fyri at vitja síni
kæru á kirkjugarðinum, og
her kundi heimahjálpin
verið ein møguleiki.
- Um ikki alt varð so
skemalagt, og skipanin var
eitt sindur smidlig, so hevði
tað kanska borið til hjá tí
gamla at sagt við heima-
hjálpina, at í dag strika vit
dustsúgvingina og fara ein
túr á kirkjugarðin ístaðin.
Hetta ber ikki til í Danmark,
tí danir,og serliga tað yngra
ættarliðið, ið er ógvuliga
sannført um síni rættindi,
ganga ógvuliga høgt upp í
reglur og tey rættindi, ið tey
hava krav uppá, sigur Bent
Rold Andersen.
Hann heldur, at her hava
føroyingar ein fyrimun, tí at
vit ikki ganga so høgt upp í
reglur, men heldur ístaðin
tosa saman og lurta eftir
hvørjum
øðrum
eftir
hansara tykki.
- Eg trúgvi, at júst tann
føroyski
mentaliteturin
kann gera, at eitt eldraráð
kemur at virka eftir sínum
endamáli her á landi í mun
til aðrastaðnis, sigur Bent
Rold Andersen.
Slóðbrótandi
sensatión
Danski professarin dylur
ikki fyri, at um tað fer at
eydnast føroyingum at fáa
eldraráðið at virka til
fulnar, er talan um eina
heimssensatión, og Tórs-
havnar Býráð og Føroyar
fara at gerast slóðbrótandi
innan eldrapolitikk.
- Tað fer heilt víst at
vekja ans í øllum norðan-
londum, um tað fer at
eydnast, og so kunnu tit
vænta nógvar vitjanir frá
almennu myndugleikunum
í øllum norðanlondum, og
eg vænti eisini, at japanar
fara at vísa tí ans, tí í Japan
eru tey veruliga farin undir
at gera nakað við eldraøkið,
sigur Bent Rold Andersen.
Sum áðurnevnt vitjaði
Bent Rold Andersen her í
sambandi við eldrastevn-
una herfyri, og hann sigur
seg verða ovfarnan av tí
stóra áhuga, ið var fyri
stevnuni.
- Tað vóru 300 fólk til
stevnuna, og tað er ómeta-
liga nógv. Seinast, at eg
havi sæð so nógv fólk til
eitt tiltak viðvíkjandi eldra-
økinum, var í Japan, sigur
Bent Rold Andersen.
- Eg legði eisini til merk-
is, at tað var ein góð bland-
ing av fólki, ið var til stevn-
una, og tey vóru veruliga
áhugað í tí, sum fór fram.
Ofta er tað so til slíkar
stevnur, at har sita nógv
eldri fólk, og tá ið stevnan
fer at líða, sita tey og hálv-
sova, men so var ikki her,
sigur danski professarin at
enda.
Danski professarin, Bent Rold Andersen, heldur, at Tórshavnar Býráð og Føroyar sum heild kunnu gerast slóðbrótandi á eldraøkinum og skapa eina
heimssensatión, um endamálið við eldraráðnum í Havn verður rokkið