Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 14. oktober 2005 9 Neyðugt at hava tey gomlu við Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, Katrin Dahl Jakobsen, heldur tað verða ógvuliga um- ráðandi at hava eitt eldraráð, sum kann takast við upp á ráð, tá ið avgerðir skulu takast á eldraøkinum ELDRAPOLITIKKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hugskotið um eitt eldra- ráð í Havn er ikki spildur- nýtt, tí tað var longu nevnt i eldraálitinum, sum bleiv gjørt í 1999. Tá var altjóða eldraár hjá ST, og í hesum sambandi var nokk so fitt gjørt burtur úr eldraøkin- um, men síðani tá er ikki hent so nógv meira sam- bært Katrin Dahl Jakobsen. Sett í samgonguskjalið Tá ið núsitandi býráðssam- gonga í Havn gjørdist veru- leiki tíðliga í ár, varð fest í samgonguskjalið, at eitt eldraráð skuldi fáast upp at standa. - Tað hevur eisini nógv at siga, at tað er kommunan sjálv, ið hevur tikið stig til eldraráðið. Í Danmark er tað stjórnin, sum við lóg hevur kroyst eldraráðini oman yvir kommunurnar. Vit hava ístaðin sjálvi tikið stig til tað, og vit settu í hesum sambandi ein bólk av eldri fólk, sum gjørdi eitt uppskot til viðtøkur fyri eitt slíkt eldraráð, greiðir Katr- in Dahl Jakobsen frá. Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Bý- ráð heldur, at um tað verður so, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøki frá land- inum, so er tað ógvuliga umráðandi, at kommunur- nar kunnu endurskoða økið saman við einum slíkum eldraráði, tí tá er best møguleiki fyri at rætta tað til eftir tørvinum hjá teim- um gomlu, sigur hon. Bert ráðgevandi Í viðtøkunum fyri eldra- ráðið, sum arbeiðsbólkurin av eldri fólk hevur gjørt, stendur, at eldraráðið rá- gevur kommunustýrinum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum teir eldru borgar- arnar og kommununa. Júst hetta leggur Katrin Dahl Jakobsen eisini áherðslu á: - Eldraráðið er bert ráð- gevandi, og tað kann ikki taka nakra politiska avgerð. Hinvegin kann tað geva okkum politikkarum við- komandi upplýsingar og ráðgeving, tá ið avgerðir skulu takast viðvíkjandi teimum gomlu. Júst hetta við viðkom- andi upplýsingum og ráð- geving stendur eisini í við- tøkunum fyri ráðið Har stendur, at eldraráðið kem- ur við hugskotum og virkar fyri, at vitan og royndir hjá teimum gomlu verða virðismett og gangnýtt. Val verður til eldraráðið í Havn tann 29 novembur, og tað eru bert borgarar, sum hava fylt 60 ár valdagin, ið hava valrætt. Veljast skulu fimm limir og fimm vara- limir. Tey, ið ætla at stilla upp til eldraráðið, skulu geva skrivlig boð um hetta í seinasta lagi 1. novembur kl. 16.00. Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í sosialu nevnd, sigur, at eitt eldraráð kann gerast ógvuliga umráðandi í sambandi við avgerðir, ið skulu takast á eldraøkinum Koyr dekk- ini á gist- ingarhús Sum nakað nýtt bjóðar Dekksentrið í Havn við- skiftafólkum sínum at goyma dekkini fyri tey. Hetta nýggja fyribrigdi verður nevnt Dekkhotel, og tað er vanligt í teimum flestu av okkara granna- londum. Leiðarin á Dekksentrin- um, Rúni Lindberg, sigur, at tænastan gongur út uppá, at kundin kemur inn við bilinum, og tá ið summardekkini eru tikin av og vetrardekkini koyrd uppá, goymir Dekksentr- ið dekkini fyri kundan. - Á henda hátt sleppur tú undan stríðnum at sleipa dekk til og frá verkstaðn- um, og tú kanst sita í frið og náðum og fáa tær ein kaffimunn, meðan dekk- ini verða skift. Tað er eis- ini umráðandi, at dekk verða goymd undir røttu umstøðunum. Vit goyma tey í einum rúmi við hita, og tað er nógv betur fyri dekkini, enn um tey verða goymd í eini kaldari gar- agu, sigur Rúni Lindberg. Fríggjakvøldið um tvær vikur, t.v.s. tann 28 oktober, verður skipað fyri stórari ókeypis konsert í høll- ini í Runavík. Bólk- arnir, ið fara at spæla, eru Týr, 200 og Lena. Konsertin er ein part- ur av mentanarvikuni, sum Runavíkar komm una skipar fyri KONSERT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mentanarvikan í Runavík verður fyriskipað í sam- bandi við, at vinnustevnan FaroExpo 2005 verður hildin í býnum í døgunum frá 25. til 27. oktober. Nógv mentanarlig tiltøk eru á skránni hesa vikuna, og stórfingna konsertin er so eitt av teimum. Skemt og mótasýning Umframt teir tríggjar bólk- arnar, ið fara at spæla á konsertini, verður eisini ymiskt annað undirhald. Í pallskiftunum, t.v.s. tá ið skift verður frá einum bólki til ein annan, undirheldur Føroya besti skemtari, Hilmar Jan Hansen, og eftir konsertina verður almennur dansur við einum tí best umtókta tónleikabólkinum í landinum, Showmenn. Í tíðarbilinum millum konsertina og almenna dansin verður skipað fyri spennandi mótasýning, har handlarnir, Trendfloor og Shop-In, sýna fram nýggj- asta mótan í einum tjaldi uttan fyri høllina. Konsertin við Týr, 200 og Lenu byrjar klokkan 21.00 fríggjakvøldið 28. oktober, og atgongumerkini, ið sum áðurnevnt eru ókeypis, kunnu heintast á øllum deildum hjá Føroya Spari- kassa frá komandi mána- degi. Atgongumerkini skulu avheintast persónliga, og nøgdin er avmarkað, siga fyrireikararnir. Stór ókeypis konsert í Runavík Lena Anderssen verður bert eitt av trimum stórum føroyskum nøvnum, ið fara at spæla á ókeypis konsertini í Runavík tann 28. oktober