Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 196 - 14. oktober 2005 Fundurin í Miðlahúsinum sálarheilsudagin um happing rakti eitt evni, ið eftirfylgjandi hevur víst seg at vera sera aktuelt og átrokandi. Hetta framgongur klárt av tí orðaskifti, ið hevur verið seinastu dagarnar í fjølmiðlunum og ikki minst í útvarpsendingini Fimmarin. Niðurstøðan av Fimmaranum kann bert vera, at vit her hava ein sera álvarsaman trupulleika, sum tað í løtuni verður gjørt alt ov lítið við. Heildarmyndin av fundinum í Miðlahúsinum og av Fimmaranum er tann, at heilt nógv børn mistrívast í fólkaskúl- anum. Tey fáa mestsum síni barnaár spilt av happ- ing. Happararnir eru bæði onnur børn og í einstøkum føri lærarin. Hetta óskil í fólka- skúlanum kann ikki halda fram í tað óendaliga. Her má nakað gerast her og nú. Tað er eisini komið ljósmála, at happing meira enn so kemur fyri á føroyskum arbeiðsplássum á sjógvi og landi. Hetta ber heldur ikki til. Her má eisini setast inn. Til heildarmyndina av hesum álvarsama sam- felagstrupulleika hoyrir eisini, at tey sakkønu eru ikki samd um, hvat ið eigur at verða gjørt til tess at koma óskilinum til lívs. Tað er tó breið semja um, at heim, dagstovnar, fólkaskúli, skúlastýri og mentamálaráð hava eina stóra ábyrgd. Allir hesir partar mugu samstarva. Foreldur mugu kenna sína ábyrgd og grípa inn, um tey gerast varug við happing og hetta er uttan mun til, tey eiga offrið ella happaran. Tað ber ikki til at lata til standa og vóna, at hetta óskilið heldur uppat av sær sjálvum. Tað ger tað ikki, vísa royndirnar. Hvat er so til ráð at taka? Allir partar eiga at læra at skilja, hvat tað er, sum hendir. Her er talan um gamlar og ódám- ligar siðvenjur. Her er talan um konfliktir, sum stinga djúpt í skúla, á arbeiðsplássum og í sam- felagnum. Afturvendandi undir orðaskiftinum í Fimmaran- um vóru dagstovnar og skúli. Har má, sum ting- maðurin Henrik Old gjørdi vart við, arbeiðið byrja og kundu vit lagt afturat: í heimunum. For- eldur eiga at læra síni børn nøkur grundleggjandi virði, eitt nú virði fyri øðrum meniskjum uttan mun til, hvussu hesi annars eru. Síðan eigur alt fyri eitt at gerast ein heildarætlan fyri dagstovnar og fólkaskúla. Tað skal, sum ein lurtari málbar seg, vera eitt mál, at á dagstovni og í skúla skulu øll trívast. Avvarandi myndugleikar mugu síggja til, at gjørdar vera strategiir fyri at náa hesum máli. Hesar strategiir eiga at fevna um øll tey góðu hugskot, sum eru frammi frá leikum so væl sum lærdum. Farast má til verka nú, tí hetta óskil sømir seg ikki einum framkomnum og humanum samfelag. DAGSINS MEINING Sosialurin Happingin má steðgast nú! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Fróði Hansen vil hjálpa føroyskum kvinnum at finna sín egna stíl TILTAK Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Rákið við makeovers og persónligum broytingum er av álvara eisini komið til Føroya. 3. november verður tað fyrsta av tíggju tiltøkum á Hotel Hafnia, har Hans Fróði Hansen fer at hjálpa føroyskum kvinnum - og tað eru bara kvinnur hesar tíggju ferðirnar - at finna sín egna stíl, og harvið eisini seg sjálva, sum hann málber seg. - Eg hyggi at tínum inn- ara persóninum og hjálpi tær at finna tín egna stíl, sigur Hans Fróði Hansen. Hans Fróði hevur hildið tíkík skeið í Ìslandi. Hann arbeiðir millum annað sum Image og fashion consul- tant í fleiri mótabýum í Evropa. Nú er tíðin so komin til Føroya. Og í fyrsta umfari føroyskar kvinnur. Í vár fáa tó før- oysku menninir møguleika at læra sín egna stíl at kenna. - Allar kanningar vísa á, at bert nøkur fá prosent av øllum kvinnum eru glaðar fyri, hvussu tær síggja út. Í dag er tað persónurin, sum selir, og ikki produktini. Og tískil hevur ótrúliga stóran týdning, at fólk eru glað fyri seg sjálvan og læra at hvíla í sær sjálvum, sigur Hans Fróði. Og Hans Fróði er ikki eina løtu í iva um, at hann hevur tað, sum skal til, fyri at onnur skulu finna teirra egna stíl. Einki slank Hans Fróði leggur eina við, at hann ikki fer at siga við fólk, at tey skulu tapa seg eina ávísa mongd. - Eg trúgvi, at summar kvinnur kenna sín egna, men aðrar ivast. Mín leik- lutur er at vegleiða tær. Og broytingin skal halda long- ur enn til í morgin, sigur Hans Fróði. Umframt okkurt spenn- andi til matna verður veg- leitt í, hvørjir litir passa til, og hvørji snið rigga - og ikki rigga - hjá tí einstaka persóninum. Hans Fróði vónar at síggja allar typur av kvinn- um á skeiðinum. Eisini tær, sum halda seg longu hava funnið rætta stílin. - Vit hava leingi hildið, at tørvur var á einum tílíkum skeiði, og tí vóru vit skjótar at siga ja, tá vit hoyrdu um hugskotið, sigur Birna Gaard, stjóri fyri Hotel Hafnia, sum sigur seg vera minst líka spenta sum Hans Fróði. Roynt í Íslandi Hans Fróði Hansen hevur áður roynt hetta tiltakið í Íslandi, og tá vísti undir- tøkan góð. Hann heldur tað vera upp á tíðina, at før- oyingar taka sær um reiggj í hesum sambandi. - Okkara útsjónd hevur øgiliga stóran týdning fyri, hvussu fólk uppfata okk- um, og hvussu vit síggja okkum sjálvi. Tískil kann tað loysa seg at læra seg at lata seg í, sigur Hans Fróði. Tiltakið verður fyri fyrstu ferð fyriskipað 3. novemb- er. Tiltakið verður fyriskip- að tíggju ferðir, og kostnað- urin er 600 krónur. Pláss er fyri tjúgu luttakarum hvørja ferð. Hetta verður gjørt fyri, at tíð skal vera til tann einstaka luttakaran, og øll harvið fáa nakað burtur- úr. Finn tín egna stíl Tað verður revurin, sum skal læra hønurnar, hvussu tær skulu lata seg í og finna sín egna stíl, tá Hans Fróði Hansen fer at halda skeið fyri kvinnum í november. Her er hann avmyndaður saman við stjórunum á Hafnia, Birnu og Ásu Mynd: Heri á Rógvi