fríggjadagur 14. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 14. oktober 2005
11
VIÐMERKINGAR
Málið um havnarútbygging
á Oyrareingjum hevur verið
viðgjørt í fjølmiðlunum í
seinastuni. Málið hevur
stóran týdning fyri komm-
ununa sum heild eins væl
og vanliga borgaran, og
helst eisini búskaparliga
fyri alt landið. Býráðið
hevur tí gjørt sítt til, at tað
fær eina virðiliga viðgerð,
tekniskt og politiskt.
Í sambandi við spurning-
in um útbyggingarmøgu-
leikar hjá Tórshavnar Havn,
hevur kommunan sett í verk
kanningar, sum hava havt
til
endamáls
at
lýsa
møguleikar, meta um tørv
og at meta um ymiskar
kostnaðir í hesum sam-
bandi. Tórshavnar Havn
hevur staðið fyri kanning-
unum og hava fólk hjá
havnini, býráðnum og ráð-
gevarar verið við. Tann
fyrsta frágreiðingin var
liðug í mars 2003 og tann
seinna í juni 2004. Høvuðs-
niðurstøðan var, at Oyrar-
eingir helst er besta boð
uppá eina framtíðar havn,
og at tað ber til at byggja
eina havn og eitt ídnaðarøki
saman.
Á mynd 1 er víst, hvussu
teknikarar meta at møgu-
leikarnir eru at útbyggja
havnina í Kollafirði. Hetta
uppskotið varð eisini víst á
kunningarfundinum
í
Kollafirði tann 14. mars
2005. Víst verður eisini á,
at tað ber til at byggja
ídnaðarøki inneftir koll-
fjarðardali og við tíðini at
byggja havnarøki og ídn-
aðarøki saman.
Havnarnevndin
hevur
verið kunnað um úrslitini
og niðurstøðurnar frá báð-
um frágreiðingunum. Eftir
seinnu frágreiðingina og í
sambandi við ein ítøkiligan
tørv, hevur ein programm-
bólkur arbeitt við at fyri-
reika eitt ítøkiligt prosjekt,
sum býráðið síðani hevur
tikið støðu til sambært
galdandi mannagongdum.
Tann 14. mars 2005 var
kunnandi fundur í Kolla-
firði, har hetta prosjektið
varð lagt fram, eins og ein
skitsa við einum uppskoti
um møguleikar í framtíðini
eisini varð víst.
Umsitingarliga er málið
tvíbýtt. Annað málið snýr
seg um at broyta byggisam-
tyktina, og hitt málið snýr
seg um eitt ítøkiligt byggi-
mál. Ein broyting í byggi-
samtyktini, har ídnaðarøkið
inni á Oyrareingjum varð
broytt frá at vera ídnaðarøki
til at vera havnarøki, varð
samtykt av býráðnum tann
21.
apríl
2005
uttan
atkvøðugreiðslu.
Hetta
málið skuldi eftir galdandi
mannagongdum til hoyr-
ingar. Nakrir borgarar bóðu
um alment innlit og fingu
alt tað tilfar, sum biðið var
um - uttan nakað kjak um,
hvat borgarar hava formliga
rætt til at fáa ella ikki. Átta
borgarar sendu síðani eina
kæru. Formliga hevði bý-
ráðið neyvan skyldu at við-
gera hesa kæru, eftirsum
hon ikki viðkom tí ítøkiliga
málinum, men forarbeið-
num, sum teknikarar hava
gjørt til tess at meta um
møguleikar í framtíðini.
Hóast hetta varð hendan
kæran viðgjørd av býráð-
num, og m.a. var ein eftir-
meting av útbyggingar-
møguleikunum úti á Sperm
og Oyrareingjum gjørd.
Niðurstøðan er í stuttum, at
sjálvt um framtíðar býráð
koma til eina aðra niður-
støðu enn teknikarar í dag
eru komnir til, er tað tó ikki
ráðiligt at byggja hesa
fyrstu útbygging úti á
Sperm, við atliti at bæði
havnartekniskum og um-
hvørvisligum spurningum.
Á býráðsfundi tann 6. ok-
tober 2005 avgjørdi bý-
ráðið at halda fast við bý-
ráðssamtyktina tann 21.
apríl 2005.
Hitt málið snýr seg um
eitt ítøkiligt byggimál, har
býráðið tann 21. apríl 2005
samtykti at gera havnarøki
og byggja eina 150 m.
langa bryggju.
Á mynd 2 sæst útbygg-
ingin, sum er samtykt, og
sum ætlanin er at fremja.
Hetta var eisini lagt fram á
kunningarfundi tann 14.
mars 2005.
Um havnin í Kollafirði
skal útbyggjast meira enn
tað, sum víst er á hesi
mynd, skulu nógvar av-
gerðir takast av nógvum
fólkum, bæði í framtíðar
býráðum, innan friðingar-
myndugleikar, planlegging-
armyndugleikar og umh-
vørvismyndugleikar.
At
borgarar í kommununi til
eina og hvørja tíð skulu
vera við í teim einstøku av-
gerðunum er ein sjálv-
fylgja. Tað er at ørkymla
málið og ikki í samsvari við
galdandi reglur, tá ið sagt
verður, at friðingarmynd-
ugleikar og aðrir myndug-
leikar ikki skulu viðgera
framhaldandi útbyggingar,
eins og tað er beinleiðis
skeivt at býráðið hevur við-
gjørt og tíansheldur tikið
avgerð um nakra "heildar-
ætlan".
At byggisamtyktin verð-
ur broytt, soleiðis at ídnað-
arøkið verður broytt til
havnarøki, gevur í sær
sjálvum onga broyting í
mun til umhvørvið, óljóð
ella aðra ávirkan á borgar-
ar, sum búgva har á leiðini.
Vinarliga
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Leivur Hansen
Havnarnevndar-
formaður
11. oktober 2005
Havnarútbygging á Oyrareingjum
Mynd 1
Mynd 2
Vil hava
bakarar at
rinda upp
til 70.000 kr
í bót
Í gjár vóru seks
bakarar í Føroya
Rætti, har teir eru
skuldsettir fyri
brot á kappingar-
lógina
KAPPINGARMÁL
Ákæran ljóðar uppá, at
teir hava avtalað prísin
á breyði sínamillum frá
1997 til 2001. Hesum
hava teir ikki boðað
Kappingarráðnum frá,
og tað er ólógligt.
Bøturnar, sum ákærin
vil hava teir at gjalda,
eru frá 5.000 kr upp í
70.000 kr.
Í fyrra umfari vóru
nógv
fleiri
bakarar
skuldsettir - so at siga
allir bakarar í landinum
- men flestu teirra hava
goldið sektaruppskot-
ini, meðan hesir seks
ikki
hava
góðtikið
skuldsetingina.
Savnsmynd