fríggjadagur 14. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 196 - 14. oktober 2005
- Eg haldi, at tað er
eitt gott hugskot at
byggja timburhand-
ilin um til keyps-
sentur. Tað, sum eg
hugsi mær, er, at vit
kunnu hýsa fleiri
ymiskum handlum
undir sama taki á
Stongunum – og ikki
minst fyri ein
rímiligan leiguprís.
Vit hava ein hóp av
handlum í Klaksvík,
men sum eg havi
skilt, geva flestu teirra
lítið avkast. Tú fært
tað í Klaksvík, sum tú
fært aðrastaðni, men
eg haldi, at tað hevði
sett eitt veruligt
»skump« í handils-
lívið her norðuri, um
vit fingu eitt keyps-
sentur við stórum og
fjølbroyttum útboði,
sigur Eivind Jacobsen
KEYPSSENTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Klaksvíkar Timbur-
handil, sum Eivind Jacob-
sen og Símun Mittún sam-
an við Norðoyagrunninum
hava keypt frá Símuni á
Høvdanum,
bróðrinum,
Peturi Hans og faðirinum,
Jógvani, eigur fleiri bygn-
ingar í Klaksvík og á Borð-
oyavík.
– Faðir og synir keyptu
timburhandilin í 1994, og
so væl hava teir dugað at
rikið fyritøkuna, at teir við
árunum hava lagt fleiri
bygningar inn undir seg
aftrat, sum Eivind tekur til.
Hann sigur, at nú hann er
vorðin stjóri og dagligur
leiðari í P/F Klaksvíkar
Timburhandli, sum fram-
haldandi er navnið á fyri-
tøkuni, verður tað í fyrsta
lagi uppgávan hjá honum at
koma við hugskotum um,
hvussu fyritøkan – við
teimum ognum, hon eigur,
verður skilabest rikin.
Spurdur, hvussu eigara-
viðurskiftini eru, nú tríggir
partar hava keypt P/F
Klaksvíkar Timburhandil,
heldur Eivind fyri, um tað
ikki er hugsandi, at hann og
Símun eiga á leið líka stór-
an part, meðan Norðoya-
grunnurin eigur ein minni
part.
Bæði seljari og keypari
eru tó samdir um ikki at
upplýsa keypsprísin.
Eivind heldur, at Símun í
fyrsta lagi hevur áhuga fyri
at verða við í verkætlanini
sum íleggjari.
– Men tað kunnu tit
spyrja Símun um sjálvan.
Kenni eg mannin rætt, vil
hann fegin vera íleggjari,
um hann væntar, at ein fyri-
tøka verður skilagott rikin,
og eg ætli mær at gera tað,
eg dugi fyri, at fyritøkan
kann mennast á skilagóðan
hátt – og tjena pening.
Stórt fermetratal
Eitt av hugskotunum hjá
Eivindi, nú handilin er
framdur, og hann er vorðin
stjóri og ein av eigarunum,
er, at byggja timburhandilin
á Stongunum um til keyps-
sentur og flyta sjálva timb-
urgoymsluna út á Borðoy-
arvík, har felagið eisini
eigur bygningar.
– Eg haldi, at hetta er eitt
gott alternativ. Tað, sum eg
hugsi mær, er, at vit kunnu
hýsa fleiri ymiskum handl-
um undir sama taki á
Stongunum – og ikki minst
fyri ein rímiligan leiguprís.
Vit hava ein hóp av handl-
um í Klaksvík, men sum eg
havi skilt, geva flestu teirra
lítið avkast. Tú fært tað í
Klaksvík, sum tú fært aðra-
staðni, men eg haldi, at tað
hevði sett eitt veruligt
»skump« í handilslívið her
norðuri, um vit fingu eitt
keypssentur við stórum og
fjølbroyttum útboði.
Eivind sigur seg hava
hoyrt um ætlaninar, sum
frammi hava verið um at
byggja
handilssentur
í
Klaksvík, men nú ætlanin
er drigin so langt út, væntar
hann, at henda verkætlanin
er ov tung at bera – og ikki
minst; at tað verður ov dýrt
hjá teimum, sum skulu
leiga seg inn.
Men hvat fer tað so at
kosta at byggja timbur-
handilin um til keypssentur,
spurdu vit Eivind?
– Tað verður ikki tann
heilt stóra íløgan. Eg eri
vanur at kunna byggja
bíliga, og tað er neyðugt,
um leigarar skulu kunna
leiga hølir fyri ein rímiligan
prís, sum eg haldi er fyri-
treytin fyri, at virksemið
skal kunna liva og mennast.
Hann vísir á, at bygning-
urin á Stongunum, har
timburhandilin
húsast,
kann umbyggjast, soleiðis
at samlaða fermetratalið av
gólvi verður einar 4.000.
– Sum er, hava vit einar
2.000 fermetrar av gólv-
vídd umframt einar 700 fer-
metrar á eini aðrari hædd.
Verður gólv lagt í, har einki
gólv er í dag, verður saml-
aða gólvvíddin á Stongun-
um soleiðis einar 4.000 fer-
metrar tilsamans.
Eivind sigur, at bygning-
urin á Stongunum er býttur
í tvey, har P/F Klaksvíkar
Timburhandil eigur norðara
partin og Kjølbro-heilsølan
hin syðra.
Fjølbroyttur handil
– Ætlanin er, at amboðs-
deildin verður verandi á
Stongunum, meðan sjálv
timburdeildin flytir út á
Borðoyavík. Aftrat hesum
kundi eg hugsað mær, at
ein
matvøruhandil
og
ymiskir aðrir handlar við
ymiskum og fjølbroyttum
útboði vóru undir takinum
á Stongunum.
Eivind er tó í iva um,
hvørt byggisamtyktin á
økinum á Stongunum sum
er loyvir fleiri sløgum av
handlum, og tí noyðast
nýggju eigararnir nú at
venda sær til Klaksvíkar
kommunu um hesi viður-
skifti, um bygningurin skal
umbyggjast og verða karm-
ur um keypssentur.
– Vit kunnu ivaleyst bæði
hýsa amboðsdeild og eitt
nú matvøruhandli, ið kunnu
relaterast til sjógvin og
skipini – og tað er eingin
loyna, at í slíkum handlum
kann næstan seljast alt, ið
hugsandi er. Men tað vildi
verið keðiligt, tá ið handlar
eru fluttir inn, at fingið at
vita, at onkur teirra er í
stríð við byggisamtyktina.
Hann vísir á, at matvøru-
handlar partvís eisini selja
klædnavørur og proviant til
skip,
men
trupulleikar
kunnu stinga seg upp, tá ið
talan er um handlar, sum
t.d. bara selja klæðir.
Eivind dylur heldur ikki
fyri, at tað ikki er lætt hjá
vanliga borgaranum at fáa
greiði á, hvussu Klaksvíkar
kommuna umsitir sínar
byggisamtyktir,
soleiðis
sum fleiri dømir eru um.
– Hetta er bara ein veru-
leiki, leggur hann aftrat.
Nú teir hava keypt timb-
urhandilin, sigur hann, at
teir betur kunnu taka upp
hesi viðurskifti við komm-
ununa.
Hann hevur tosað við
kommununa og tað næsta,
sum fer at henda í hesum
sambandi, verður, at teir
fara at skriva eina umsókn
til kommununa.
– Men eg trúgvi ikki, tað
er nóg mikið bara við at
skriva. Eg ivist onga løtu í,
at fær kommunan bert eina
umsókn, so verður svarið
nei, og tað kunnu vit ikki
brúka til nakað.
»Strekkja« samtyktina
Eivind
heldur,
at
um
kommunan er líkinda góð
at samstarva við, kann hon
»strekkja« byggisamtyktina
eitt sindur, og so kann
málið loysast á tann hátt.
– Vit kunnu ikki fara at
gera miljóna íløgur – og so
seinni fáa at vita, at tað,
sum vit hava gjørt, ikki er í
samsvar við byggisamtykt-
ina, leggur hann dent á.
Hann vísir eisini á,
hvussu gekst, tá ið Jákup á
Dul ætlaði at byggja ein
nýggjan Skemmu-bygning
í Klaksvík og misti pening
upp á hesa ætlaðu verkætl-
an, tí kommunan setti seg
upp ímóti henni.
– Vit minnast eisini,
hvussu gekst hjá Brandal í
Klaksvík, sum bíðaði eftir
svari so leingi, at løgtings
umboðsmaður mátti koma
upp í leikin, sigur Eivind
Jacobsen, sum annars vón-
ar, at nýggju eigararnir av
timburhandlinum og Klaks-
víkar
kommuna
saman
kunnu finna skilagóðar
loysnir.
Hjá
P/F
Klaksvíkar
Timburhandli starvast í dag
17 fólk.
Eivind Jacobsen, stjóri í P/F Klaksvíkar Timburhandli:
Fólk mugu hava ráð at leiga seg
inn í eitt keypssentur í Klaksvík
Keypssáttmálin varð undirskrivaður á Høvdanum á Strondum mikudagin. Eivind Jacobsen
(v.m.) og Símun á Høvdanum taka í hondina á hvørjum øðrum. Aftanfyri teir standa (v.m.)
Jógvan á Høvdanum og Petur Hans á Høvdanum
– Hetta er nýtt í
mínari verð, so øll
góð ráð hjá Símuni á
Høvdanum og
gomlu eigarunum
eru kærkomin, sigur
Eivind Jacobsen
HANDILSLÍV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Umframt stóra bygningin
á Stongunum í Klaksvík,
sum kann byggjast um til
eina gólvvídd upp á einar
4.000 fermetrar, eigur P/F
Klaksvíkar Timburhandil
eisini stóran bygning á
ídnaðarøkinum á Borð-
oyavík, sum NCC í løtuni
leigar – og við síðuna av
honum eigur timburhandi-
lin eisini bygningar úr
betong, eitt nú gamla
spinnaríið, sum er tvær
ferðir 440 fermetrar til-
samans. Aftrat hesum eig-
ur
timburhandilin
ein
bygning á Skarðhamri,
sum er á eystursíðuni á
Borðoyavík. Hesin er ein-
ar 500 fermetrar til víddar.
– Jú, eg má siga, at tað
hevur gingið væl hjá timb-
urhandlinum, síðan faðir
og synir keyptu hann fyri
stívliga 10 árum síðan,
sigur Eivind Jacobsen,
sum annars er trímenning-
ur til fyrrverandi stjóran,
Símun á Høvdanum og
bróður
hansara,
Petur
Hans.
Hann heldur, at teir hava
dugað ógvuliga væl at
rikið »forrætning«, og nú
Símun ikki er eigari
meira, sigur Eivind, at
hann fer at »súgva« ta vit-
an til sín, sum hann Símun
hevur at geva honum.
– Hetta er nýtt í mínari
verð, so øll góð ráð hjá
Símuni á Høvdanum og
gomlu eigarunum eru
kærkomin, sigur Eivind
Jacobsen, sum annars er
ógvuliga spentur upp á
hesa avbjóðing og teir
møguleikar,
sum
P/F
Klaksvíkar Timburhandil
hevur fyri framman.
Timburhandilin í Klaksvík
hevur verið væl rikin