fríggjadagur 14. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 14. oktober 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Lena
Johannesen,
Oyndarfjørður, andaðist
í heiminum 10. oktober,
82 ára gomul. Jarðar-
ferðin verður úr Oynda-
fjarðar kirkju fríggja-
dagin klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Lenu kunnu lata Oynda-
fjarðar kirkju eina gávu.
Kistan við Daniu Luid,
fer av Lágargarði í kvøld
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Daniu kunnu lata eina
peningagávu til Alzheim-
ersfelagið. Konto í pen-
ingastovnunum.
Jákup Pauli Sunds-
skarð, Klaksvík, andaðist
í heiminum mikudagin
12. oktober, 57 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Poul Hammer úr Hovi
andaðist á Landssjúkra-
húsinum mánadagin 10.
oktober, 66 ára gamal.
Bønarhald var í kapellin-
um hósdagin 13. oktober
klokkan 17. Gravarferð-
in verður úr Hovs kirkju
fríggjadagin 14. oktober
klokkan 13. Tey, ið
ynskja at senda blómur
ella krans kunnu í staðin
lata eina peningagávu til
Missiónshúsið í Hovi.
Edit Joensen, Klaksvík,
andaðist á Norðoya Røkt-
arheimi týsdagin 11.
oktober, 68 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunn-
gjørd seinni.
Dania Luid, ættað úr
Hovi, búsitandi í Havn
andaðist á Lágargarði
10. oktober, 80 ára gom-
ul. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Jógvan Julius Joensen,
ættaður úr Fuglafirði,
búsitandi í Gilleleje, and-
aðist sunnudagin, 95 ára
gamal. Jarðarferðin verð-
ur fríggjadagin klokkan
13 úr kirkjuni Bygade 26,
Søborg, 3250 Gilleleje.
Andlát og jarðarferðir
Ein múrari fyllir seksti
Í gjár fylti oyndfirðingurin
Hildebjartur Antoniussen
60 ár. Eg legði merki til tað
heilt av tilvild í Sosialun-
um, og vil fegin ynska mín-
um góða vinmanni hjarta-
liga tillukku við degnum.
Hildebjartur er 12 ár eldri
enn eg, og tað merkir, at
hann var longu farin av
bygdini, tá ið eg var smá-
drongur, so eg lærdi hann
ikki at kenna, fyrr hann
aftur kom at vitja heim-
bygdina, og tað gjørdi hann
trúliga og búsettist eisini
aftur okkurt skifti.
Tað var so undarligt í
mongum húsum í Oynd-
arfirði. Fyrst eg kann minn-
ast var ljós í teimum, og so
sløknaði knappliga og tendr-
aði ikki aftur. Deyðin hevði
verið á vitjan. Soleiðis var
eisini hjá foreldrum Hildi-
bjarta. Barnaheimið hjá
honum lá beint á leiðini nið-
an og oman frá okkum, og
fyrst eg kann minnast, var
altíð ljós har um kvøldarnar.
Børnini hjá Esbern og
Ragnhild
fóru
øll
av
bygdini so skjótt tey komu
til, og síðan doyði Ragn-
hild. Esbern var einsamall-
ur, so doyði hann, og nú var
húsið myrkt. Tað sløknaði í
so nógvum húsum, av teim-
um 32 húsunum heimanfyri
ánna, sum ljós var í, tá ið eg
var smádrongur, er øsku-
kalt í 14 av teimum í dag.
Hildebjartur var farin at
læra til múrara, og nú sást
hann í bygdini at gera okkurt
arbeiði. Beiggin Kaj, gekk
honum til handa, tá ið
okkara hús vóru spekkaði,
og tað hevur so verið eina-
staðni miðskeiðis í sjeytiár-
unum. Kaj lærdi til tann-
lækna tá, og hetta var so-
leiðis partvíst á starvsleiðini
hjá Kaj, at Hildebjartur fyrst
legði honum lag á og lærdi
hann at fylla størri høl í
betongvegginum,
áðrenn
hann fór at fáast við smá-
putlið, at plombera tenn.
Nakað hava múrarar og
tannlæknar til felags, og
Hildebjartur hevur verið Kaj
Sonna góður lærumeistari.
Maður roknar vanliga lív-
ið í tveir partar. Fyrri partur
er áðrenn hann møtti kon-
uni, og seinni partur er kon-
an. Eg lærdi Hildibjart at
kenna, áðrenn hann møtti
Sonnu, áðrenn hann fekk
tungu skyldurnar sum for-
syrgjari, maður og pápi. Vit
høvdu tað stuttligt mangan í
vertskapi, bæði i Oyndar-
firði og í Havn. Onkur gene-
verkrukkan varð tømd og
glarfitisbóndin í Funningi,
Petur Skeel Skarðsá hjálpti
munandi til við humøri og
góðum huglagi. Nú er eisini
alt hetta søga, men sama
góða lagið er, tá vit tríggir
hittast, og ofta verður rikið
aftur á hesar føgru og sorg-
leysu nætur, áðrenn Hilde-
bjartur møtti konuni, tá ið
alt var leikur og gaman, og
lívið enn ikki var farið at
merkja okkum nevnivert. So
kom Sanna upp í leikin og
vertskapurin steðgaði, aðrar
lívsjáttandi skyldur hvíldu á
okkara góða og glaða vin-
manni. Nú var hann pápi og
maður. Amor skeyt eisini
ørvar í meg og Petur Skeel,
tó í Petur nakað væl seinni,
hann dugdi betur at snúgva
sær millum ørvsoddarnar,
sum tann kimligi seyða-
maður hann her.
Góðir vinir nýtast ikki at
hanga um hálsin á hvørjum
øðrum dagliga. Vit báðir,
Hildebjartur hittast av og á,
og beinanvegin er góða
hugnaliga lagið aftur okkara
millum. Seinnu árini havi eg
fyri tað mesta hitt hann á
Landskjalasavninum. Hann
er íðin ættargranskari, og
neyvan nakar oyndfirðingur
kennir so nógvar deyðar
oyndfirðingar
sum
júst
Hildebjartur, kanska Freydis
gevur
honum
kapping.
Hildebjartur fer so langt
aftur sum kirkjubøkurnar
loyva, og hann fer enn long-
ur aftur í øðrum skjølum.
Hann kennir mínar forfedr-
ar betri enn nakar. Allar hesa
menn og kvinnur, hvørs
genir liva í okkum báðum og
hann hittir funningsmenn
seint í miðøld, sum eisini
høvdu skil fyri glarfiti.
Og nú vit tosa um glarfiti,
so er fletting í hond, og komi
eg ikki í føðingardag í kvøld,
so er tað tí at eg tummi og
geri lekrar tálgasperlar norð-
uri í Oyndarfirði, sperlar
sum smelta á tunguni, tá ið
teir hava tikið við salti og
sum eru lívshættisligir fyri
blóðrenslið,
men
sum
smakka so væl, at tú gloymir
allan deyðsangist og fram-
skundaðan ævinleika, með-
an teir lættliga glíða niður á
nýbakaðum heimabakaðum
breyði, tey frá mammu.
Hjartaliga tillukku góði
vinur, ein heilsan til Sannu,
og alt tað besta fyri teg og
tína familju.
Vinarliga
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Prentsmiðjan Estra í
Gøtu hevur í dag
keypt allan partapen-
ingin í reklamuvirk-
inum Vasti í Klaksvík.
Samstundis hevur
eigarin í Vasti, Gunvá
við Keldu, keypt seg
inn í Estra
VINNA
– Ætlanin við umskipanini
er at styrkja báðar fyritøk-
urnar, nú kappingin gerst
alsamt harðari. Estra og
Vasti hava samstarvað væl
seinastu árini, og hildið
verður, at hetta stigið fer at
gera fyritøkurnar førar fyri
at geva kundunum eina
meira dygga og fjølbroytta
tænastu, sigur Kristoffur
Laksá, stjóri á Estra.
Gunvá við Keldu heldur
fram sum stjóri í Sp/F
Vasti,
ið
framhaldandi
verður rikið sum eitt sjálv-
støðugt virki.
Við avtaluni eru nú
tríggir eins stórir eigarar í
Estra. Teir eru Gunvá við
Keldu, Sonja á Líðarenda
og Kristoffur Laksá.
Prentsmiðja keypir reklamuvirki
Hesir vóru konfirmantarnir um heysti 1934: Johanne Nielsen (Havn), Susanne Marie Joensen (Nólsoy), Oline Marie Fanny Nicla-
sen (Velbastað), Elin Marianna Brynhild Patursson (Kirkjubø), Sigga Maria Danielsen (Velbastaður), Agnes Jovine Danielsen
(Havn), Hanna Udbø (Havn), Paula Olivia Danielsen (Nólsoy), Susanne Kragesten (Havn), Dina Ingerda Petersen (?), Anna Elisa-
beth Ziska (Havn), Hanna Sofie Jacobsen (Havn), Anna Eline Joensen (Argir) Else Vilhelmsen (Havn), Jacobine Susanne Morten-
sen (Argir), Maren Sofie Jordea Hansine Thomasen (Havn), Magnus Madsen (Havn), Jacob Anton Octavius Petersen (Rituvík),
Jørgen Borgsteen Ludvigsen (Havn), Øssur Patursson (Kirkjubø), Torstein Mortensen (Havn), Arne á Rógvi Nielsen (Havn), Jacob
Henrik Lützen (Havn), Hans Marius Kamban (Havn), Joen Jacobsen (Nólsoy), Simon Peter Joensen (?), Thomas Jul Joensen
(Nólsoy), Robert Debes Fridtjof Arge (Havn), Poul Reinert Ferdinand Joensen (Havn), Hans Andreas Jacobsen (Nólsoy), Erling
Samuel Hammershaimb Christiansen (Havn), Niels Jacob Madsen (Havn) og Jens Wenningsted Tórgarð (Havn).
33 konfirmantar vóru til hesa konfirmatiónina, men bert 10 hava verið hjá fotografi. Drongurin uttast t.h. sigst vera
Thomas Jul Joensen (Nólsoy). Heitt verður á lesarar, sum kenna fólk á myndini um at ringja til Birgar Johannessen á
tlf. 314647 ella 214647.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í 1934
Dagurin
14. oktober. Kalixtus, deyður umleið ár 222. Trælur,
sum gjørdist diakonur hjá pávanum og fekk um hendur
at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu.
Summar av katakombunum bera navn hansara.
Veturnætur, vetrarhálvár byrjar.
Mynd: Fornminnissavnið
Gunnvá við Keldu, stjóri á Vasti
og Kristoffur Laksá, stjóri á
Estra eiga nú Estra saman við
Sonju á Líðarenda -
og Estra eigur Vasti