fríggjadagur 14. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 196 - 14. oktober 2005
Hjálparfólk
myrd
Í Afghanistan hava upp-
reistrarmenn hjá Taliban
beint fyri fimm fólkum,
sum arbeiddu við at
útvegha fólki heilivág og
aðra neyðhjálp.
Talan var um tveir
læknar, tvær sjúkrasyst-
rar og bilførara teirra.
Tey vóru við í einum
hjálpar- og menningar-
átaki, sum privatar fyri-
tøkur hava fíggjað. Tali-
ban hevur fyrr lýst heil-
agt kríggj ímóti hjálpar-
felagsskapunum,
sum
virka í Afghanistan, og
ST sigur, at uppreistrar-
menninir hava beint fyri
fleiri tíggjutals hjálpar-
fólkum, síðani Taliban
varð rikið frá valdinum
fyri fýra árum síðani.
Talan er bæði um afghan-
ar og útlendingar.
Tíðindini um tað sein-
asta álopið av hesum
slagnum komu, júst sum
afghanski forsetin, Ha-
mid Karzai, hevði havt
fund við amerikanska
uttanríkisráðharran, Con-
doleezza Rice, sum var í
Kabul mikudagin.
Hótta ST við
atsókn
ST hevur gjørt av at
styrkja
vaktarhaldið
kring
skrivstovurnar,
sum heimsfelagsskapurin
hevur í Genéve. Talan er
um høvuðsskrivstovuna
Palais de Nations og
skrivstovurnar hjá heims-
heilsustovninum WHO,
altjóða arbeiðarafelags-
skapinum ILO og flótta-
fólkaráðnum.
Sambært tíðindastov-
uni AP er hetta ikki
fyrstu ferð, at ST hevur
fingið hóttanir um at-
sóknir at skrivstovunum í
Genéve, men hinvegin er
tað fyrstu ferð, at ST
hevur valt at styrkja vakt-
arhaldið kring skrivstov-
urnar. Tí verður hildið, at
ST tekur ta seinastu
hóttanina í stórum álvara.
Ein talskvinna hjá ST
segði í gjár, at leiðslan
samstarvar við teir sveis-
isku
myndugleikarnar
um trygdina, men hon
vildi einki siga um sjálva
hóttanina. Fyribils verður
vaktarhaldið styrkt, og
strangari eftirlit verður
við øllum, sum hava
ørindi á skrivstovunum.
Vørur, sum skrivstovur-
nar keypa, skulu kannast
gjølla, og soleiðis verður
eisini við øllum bilum,
sum skulu inn á økini hjá
skrivstovunum, skrivar
AP.
Rent trúboðarar
av landinum
Forsetin í Venesuela,
Hugo
Chavez,
hevur
gjørt av at koyra trúboð-
ararnar hjá felagsskapin-
um The New Tribes
Mission av landinum.
Chavez vil vera við, at
trúboðararnir fáast við
annað enn at kunna indi-
ánarnar um ta kristnu
trúnna. Hann sigur virk-
semi teirra vera eitt slag
av amerikonskum hjá-
landapolitikki, og slíkum
hevur Venesuela havt nóg
mikið av, sigur Chavez.
Hann vil vera við, at trú-
boðararnir hava bygt sær
sjálvum
marglætishús
beint við tær fátæku indi-
ánarabygdirnar, og at trú-
boðararnir ferðast til og
úr Venesuela uttan um alt
eftirlit, tí teir brúka privat
flogfør.
The New Tribes Miss-
ion arbeiðir í seytjan
londum í Latínamerika,
Landssynningsasia
og
Vesturafrika. Felagsskap-
urin hevur serliga lagt
seg eftir at boða kristin-
dómin í fjarskotnum økj-
um.
Vilja hava fleiri
vindmyllur
Norska orkufelagið Stat-
kraft og oljufelagið Shell
eru til reiðar at brúka
fleiri milliónir krónur til
eina verkætlan, sum skal
hava við sær, at fleiri
vindmyllur verða settar
upp á grunnum vatni
fram við norsku strond-
ini.
Ætlanin er at menna
nýggjar vindmyllur, og
sambært Bergens Tid-
ende er ætlanin at brúka
slakar tíggju milliónir
krónur til verkætlanina í
fyrsta umfari.
Í Danmark, Svøríki og
Bretlandi er tað vorðið
vanligt at seta vindmyllur
á grunnum vatni fram við
strondini, men avbjóð-
ingarnar eru heldur størri
við ta norsku strondina, tí
har er meiri vindur og
størri alda, skrivar Berg-
ens Tidende.
Kortini
verður hildið, at vind-
myllur á sjónum kunnu
gerast
eitt
munagott
ískoyti til tað norska
orkukervið, skrivar blað-
ið.
UTTAN ÚR HEIMI
Umleið 150 vápnaðir
menn lupu í gjár á
býin Naltjik har
suðuri í Russlandi
ÁLOP
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrapartin í gjár dundu
skotini í suðurrussiska bý-
num
Naltjik.
Sambært
myndugleikunum
vóru
umleið 150 vápnaðir menn
komnir inn í býin, har teir
søktu at einari løgreglu-
støð, einum skúla og fleiri
øðrum almennum bygning-
um.
Sambært tíðindastovuni
Interfax hevði onkur boðað
myndugleikunum
frá
frammanundan,
og
tað
gjørdi, at tað eydnaðist at
fáa børnini úr skúlanum,
áðrenn
álopsmenninir
komu hagar.
Løtu seinni komu fleiri
hernaðarakfør inn í býin,
og so kyknaðu harðir bar-
dagar ímillum álopsmenn-
inar øðrumegin og her-
menn og løgreglumenn
hinumegin.
Stutt
fyri
middag kunngjørdi Interfax
frá almennum keldum, at
minst 50 álopsmenn og tólv
sivilfólk høvdu latið lív.
Meiri enn 60 sivilfólk
vórðu særd. Eisini ljóðaði,
at álopsmenninir høvdu
tikið nakrar løgreglumenn
gíslar.
Russisku myndugleikar-
nir søgdu seg vera sann-
førdar um, at tað vóru upp-
reistrarmenn úr Kekenia,
sum skipaðu fyri álopinum,
men aðrar keldur vildu vera
við, at bardagarnir byrjaðu,
tá løgreglan handtók fleiri
víðgongdar muslimar.
Naltjik er í lýðveldinum
Kabardino-Balkaria, sum
er stutt frá Kekenia. Næstan
helmingurin av fólkinum
eru karbadar, sum eru kau-
kasar. Umleið 13 prosent
eru balkarar, sum er eitt
turkiskt fólk. Bæði karbad-
ararnir og balkarararnir eru
muslimar. Umleið 32 pro-
sent av fólkinum í Kabar-
dino-Balkaria eru russar.
ES váttaði í gjár, at
fuglakrím er staðfest í
Rumenia
FUGLAKRÍM
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tríggir serfrøðingar, sum
ES sendi til Rumenia fyrr í
vikuni at kanna illgruna um
fuglakrím, boðaðu í gjár
frá, at teir høvdu staðfest ta
herviligu sjúkuna hjá ein-
um høsnarunga og einari
dunnu á einum garði tætt
við Donau-ósan.
So seint sum mikudagin
boðaði ES annars frá, at tal-
an var ikki um fuglakrím,
men teir rumensku mynd-
ugleikarnir gjørdu kortini
av at beina fyri fleiri túsund
fuglum í bygdini Ceamurlia
de Jos.
Serfrøðingar siga tað
vera óheppið, at fuglakrím-
ið er staðfest í Donau-ósan-
um, tí nógvir flytifuglar
steðga á júst har. Tí er
smittuvandin størri, enn
hann annars hevði verið.
Fuglakrím hevur kravt 69
mannalív í Asia higartil í
ár, og serfrøðingar hjá
heimsheilsustovninum
WHO bera ótta fyri, at
virusið kann broytast, so
tað smittar ímillum fólk.
Hendir tað, kann sjúkan
breiða seg um allan heimin,
siga teir.
So er fuglakrímið komið til Evropa
Bardagar í russiskum býi
Mynd: Reuters