Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 • fríggjadagur • 14. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ninoslav Milenkovic, sum fyri seks árum síðani var í B36, hev- ur í HM undankapp- ingini verið so at siga fastur maður á lands- liðnum hjá Bosnia FYRRVERANDI B36 SPÆLARI Jóannes Hansen Ein fyrrverandi B36 spæl- ari hevur hesi bæði seinastu árini saman við liðfeløgun- um á bosniska landsliðnum stríðst fyri atgongumerkj- unum til HM endaspælið í Týsklandi. Mikukvøldið varð tað endaliga greitt, at Bosnia-Hersegovina ikki fór at megna at spæla seg í HM endaspælið í Týsk- landi. Bosnia endaði á triðja plássinum í bólki sjey. Serbia-Montenegro vann bólkin og kvalifiseraði seg harvið beinleiðis í enda- spælið, meðan Spania end- aði á næstfremsta plássin- um og skal í næsta mánað spæla um pláss í Týsklandi næsta summar. Bosnia hevði inntil miku- kvøldið møguleika at spæla seg í fyrsta endaspælið nakrantíð. Vánirnar vóru kortini ikki so góðar undan síðsta umfarinum. Tá tapti Bosnia 1-0 í Beograd móti Serbia, og tá vann Spania 6-0 á heimavølli móti San Marino. Serbia-Monte- negro fekk 22 stig, Spania 20 stig og Bosnia-Herse- govina 16 stig fyri tíggju dystir. Fyrrverandi B36 spælar- in á landsliðnum hjá Bosnia -Hersegovina er Ninoslav Milenkovic. 189 cm stóri maðurin, sum viðhvørt er verjuspælari og viðhvørt miðvallari, var í B36 í 1998 og í 1999. Tað var táverandi B36 venjarin, Tomislav Sivic, sum fekk núverandi bosniska landsliðsspælaran henda vegin. Teir eru báðir úr Subotica, sum er býur í Serbia-Montenegro, ið er ikki so langt frá ungverska markinum. Ninoslav, sum nýggjárs- aftan verður 28 ár, spældi fjúrtan landskappingardyst- ir og skoraði trý mál í 1998, og í 1999 spældi hann fjúrtan dystir, og tá skoraði hann tvey mál fyri B36. Onkra ferðina mundi hann sita uttanfyri orsakað av leikbanni. Fyrra árið sá hann fimm ferðir gult, og seinna árið fekk hann fýra gul og eitt reytt kort. Spælir nú í Belgia Eftir B36 tíðarskeiðið var Ninoslav 2000-2001 í Týsklandi og Dynamo Dresden. So flutti hann til SV Jürgesheim, og í 2002 fór hann til Leotar Trebinje í Bosnia, har hann var inntil í fjør. Síðani hevur hann verið í Lierse í Belgia, har hann er sáttmálabundin fram til 2007. Lierse er á fjúrtanda plássinum í bestu deildini, sum er mannað við átjan liðum. Hóast Ninoslav er serbi, so spælir hann á bosniska landsliðnum. Tað var með- an hann spældi í Leotar Trebinje í Bosnia, at tað varð heitt á hann um at spæla á landsliðnum, og hann tók av. Í fyrrakvøldið spældi hann so móti Serbia- Montenegro, sum hann er ættaður úr. Ninoslav var á vøllinum allar 90 minuttir- nar. Einasta viðmerkingin um hann í hagtølunum er, at hann fekk gult kort í 34. minutti. Higartil hevur Ninoslav spælt tíggju landsdystir fyri Bosnia-Hersegovina. Eitt nú spældi hann í 77 mi- nuttir, tá ið Bosnia á heimavølli vann 1-0 á Beliga, har hann nú spælir, og hann varð innskiftur eitt korter undan leikloki, tá ið Bosnia-Hersegovina 8. juni megnaði 1-1 á útivølli móti Spania. Ta ferðina javnaði Spania í síðsta minutti. Nú tað er endaliga gjørt upp, kunnu Ninoslav Milankovic og liðfelagarnir staðfesta, at sjálvt um tað hevði eyndast teimum ta ferðina at halda tætt síðstu løtuna og at vunnið øll trý stigini, so høvdu teir kortini verið ov stuttir at fáa eyka møguleika at stríðast fyri plássi í endaspælinum í Týsklandi næsta summar. Tá hevði verið neyðugt at megnað javnleik í Beograd mikukvøldið, og um fyri- treytirnar høvdu havt verið øðrvísi, so kann tað væl hugsast, at úrslitið miku- kvøldið eisini hevði havt verið øðrvísi. Ninoslav Milenkovic hevur í ár spælt í belgiska Lierse, og hann hevur eisini verið partur av bosniska fótbóltslandsliðnum, sum var um reppið at vinna sær annað plássið í HM- undankappingarbólkinum B36'ari á bosniska landsliðnum www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo