Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 196 - 14. oktober 2005 Bara San Marino og Luksemborg hava rokkið soltnari úr- tøku, enn Føroyar hava tað í HM kapp- ingini, og tað er einki at ivast í, at heilivág- urin, sum Liktinstein hevur nýtt, eisini hevði hjálpt í Føroyum SMÁTJÓÐIR Í HM Jóannes Hansen Liktinstein er tann av smáu europeisku fótbóltstjóð- unum, sum - um sammett verður við altjóða styrkis- talið - hevur rokkið besta úrslitið í HM undankapp- ingini, sum mikukvøldið var liðug. Liktinstein hevur í tólv dystum fingið átta stig. Seks av stigunum hevur Liktinstein fingið móti Luksemborg, men teir hava eisini staðið seg væl í øðr- um dystum. Eitt nú megn- aði Liktinstein á heimavølli málleysan javnleik móti Slovakia, og ikki minni merkisvert var tað, at Liktinstein megnaði 2-2 á heimavølli móti Portugal. Leygardagin minti Liktin- stein Portugal og øll onnur um, at tað ikki bara er av- greiðsluspurningur at spæla móti Liktinstein. Í Portugal legði Liktinstein seg á odda, og tað var við neyð og deyð, at Figo og hinir á portugisiska liðnum vunnu 2-1. Bara í einum dysti hevur Liktinstein tapt við fleiri enn tveimum málum. 7-0 sekkurin í Slovakia var áminning um, at Liktinstein framvegis hoyrir heima millum tey smáu. Men kortini hevur Liktinstein rættuliga gjørt um seg. Bara í fýra at tólv dystum eru teir farnir av vøllinum uttan at hava skorað mál, og í einum av hesum dystun- um var talan um málleysa javnleikin móti Slovakia. Føroyar hava spælt tríggjar vinardystir móti Liktinstein, og føroyska liðið er hvørja ferð farið av vøllinum sum vinnari. Nú er Liktinstein nummar 123 á FIFA styrkislistanum, meðan Føroyar eru á 134. plássinum, og úrslitini seinastu tíðina fara ivaleyst at bera Liktinstein longri fram á listanum, meðan Føroyar neyvan fara rætta vegin. At Liktinstein hevur staðið seg væl eru tað tvær orsøkir til. Onnur er, at árgangirnir, sum nú manna landsliðið, eru sera góðir, og hin er, at teir í Liktin- stein rættuliga spenna seg út í fyrireikingunum. Frá føroyskum sjónarhorni er tað áhugavert, at Liktin- stein umframt U 17 og U 19 landslið eisini luttekur við U 21 landsliði. Liktinstein luttekur í sveisisku landskappingini. Málið við landsliðnum í ríka pinkulandinum er at sleppa upp í part í bestu deildini í Sveis. Higartil hevur tað ikki eydnast, og serliga í summar var tað stórt vónbrot, tá ið teir í endaspæli um pláss í bestu deildini og eftir 1-1 á úti- vølli taptu 1-0 á heimavølli. Men tað er eingin ivi um, at tað er luttøkan í sveisku landskappingini við lands- liðnum, sum saman við luttøkuni í U 21 kappingini er høvuðsorsøkin til, at tað gongur væl hjá Liktinstein. Tað hevði verið áhugavert at sæð, hvussu tað evði tørnað út, um Føroyar og Liktinstein nú høvdu spælt móti hvørjum øðrum! Ein onnur av pinkutjóð- unum, sum tað hevur ging- ið væl hjá, er Andorra, sum fekk fimm stig burturúr teimum tólv dystunum í bólki eitt. Andorra, sum er á 125. plássinum á styrkis- listanum, megnaði málleys- an javnleik móti Finnlandi, og teir vunnu 1-0 móti Makedonia, sum er numm- ar 96, og sum fekk sjey stig. Vónbrotini Sammett við støðuna á altjóða styrkislistanum man Ísland vera eitt av londun- um, sum úrtøkan hevur verið soltnast hjá í hesi kappingini. Ísland fekk bara fýra stig burturúr tíggju dystum, meðan Malta fekk trý stig burturúr sama bólkinum. Á styrkis- listanum er Ísland nummar 92, meðan Malta er á 127. plássinum. Íslendingar hava leingi vónað, at teir skuldu megna at lyfta seg so mikið, at teir skuldu sleppa upp í part í endaspæli. Onkra ferðina hava teir verið tætt við, men hesa ferð gekk heilt illa. Tríggir av europeisku luttakarunum í HM enda- spælinum eru lægri á styrk- islistanum, enn Føroyar eru tað. Talan er um Kazakstan (146), Luksemborg (155) og San Marino (161). Felags fyri hesi londini er, at teirra úrtøka hevur verið eins vánalig ella verri enn tann, sum Føroyar rukku. San Marino og Luk- semborg fingu einki stig, og Kazakstan fekk eitt stig. Tá ið Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari í Luksemborg, ætlaði hann at fáa landsliðið at spæla í týsku kappingini. Tað var um reppið, at tað eydnaðist, men so vildi fótbóltsligi myndugleikin í Luksem- borg kortini ikki ganga við til hetta. Tað er ivaleyst sannlíkt, at Luksemborg hevði havt staðið seg betri í farnu HM undankappingini, um teirra landslið hevði havt sama møguleika í Týsklandi, sum Liktinstein hevur havt tað í Sveis. Eingin tosar um tað, og tað fer ongantíð at koma upp á tal, at føroyska lands- liðið skal taka lut í fremm- andari landskapping. Sam- mett við í fleiri av omanfyri nevndu tjóðunum er lands- kappingini í Føroyum breið og væl skipað. Men tað er einki at ivast í, at tað hevði betra um fyritreytirnar fyri størri úrtøku, um Føroyar høvdu bjóðað seg fram í U 21 kappingini, og tað eigur eisini at verða styrki, um fleiri føroyskir spælarar fara at spæla í útlendskum feløgum. At tað ikki bara er sum at siga tað at gera hetta til veruleika, hava tað tey seinnu árini verið so mong dømi um. Nú eru ábend- ingar um, at tað kanska fer at gleppa, og um tað eydnast ungu monnunum í Onglandi og Danmark rættuliga at fóta sær, so fer kósin hjá Føroyum á al- tjóða styrkislistanum iva- leyst at verða broytt rætta vegin. Eingin hevur megnað at staðið Veselin Topalov kurl. Tvey umfør resta í og bulg- arski stórmeistarin er hálvtannað stig fremstur HM Í TALVI Carl Eli Nolsøe Samuelsen Avrikið hjá 30 ára gamla Veselin Topalov í HM- kappingini í San Luis, Arg- entina, er nærum óhoyrt. Einans Anatoly Karpov, Bobby Fischer og Garry Kasparov hava havt líkn- andi fantomúrslit. Tá kappingin varð hálv- runnin, hevði Topalov 6,5 stig av 7 møguligum. Tá hevði hann vunnið øll síni fýra talv við svørtum! Ein- ans Viswanathan Anand kláraði í fyrru helvt at fáa javnt móti Topalov The Hurricane, sum hann av mongum nú verður nevndur. Topalov leikar javnt - og vinnur Nú tólv umfør eru leikt er eingin broyting í toppinum. Topalov hevur gearað nakað niður við tí í huga, at hann veit um hann ikki tapur í seinnu helvt, endar hann fremstur. Men hóast Topalov hevur leikt javn- leik í øllum sínum fimm talvum í seinnu helvt jøvn, hevur tað als ikki verið uttan dyst. Hann hevði vinnandi fyrimun ímóti Alexander Morozevich, sum er komin sterkt inn í hitan aftur í seinnu helvt, og ímóti Michael Adams mátti oddamaðurin stríðast fyri javnleikinum. Anand hevði møguleikan at leggja trýst á Topalov tá teir hittust í 9. umfari. Hó- ast Anand ofraði ein riddara og hevði lovandi støðu, valdi indarin ævigt skák. Eftir talvið segði Anand seg ikki síggja hvussu hann kundi vinna, og tað var nú heldur eingin lætt uppgáva. Svidler tordi ikki Ígjár var sannur toppdystur, tá Peter Svidler og Topalov hittust. Men Svidler við svarta fólkinum tók ímóti tilboðnum um javnleik í einari heldur verri støðu. Svidler sá seg ikki føran fyri at vinna á Topalov og hugsaði kanska heldur meira um at varðveita 2. plássið. Anand vann tó leikandi lætt á Peter Leko, sum hevur eina ringa kapp- ing, og við sigrinum hevur Anand førkað seg fram á eitt deilt 2. pláss. Støðan eftir 12. umfar Navn Land Rat. Stig Topalov Bulg 2788 9,0 Svidler Russ 2738 7,5 Anand India 2788 7,5 Moroze- vich Russ 2707 6,0 Kasi- mjanov Usbk 2670 5,0 Leko Ung 2763 5,0 Adams UK 2719 4,5 Polgar Ung 2735 3,5 Judit Polgar, Adams og Leko kunnu als ikki vera nøgd við síni avrik, nú tað resta tvey umfør í kapp- ingini. Rustam Kasimjanov hevur lægsta ratingtal í kappingini og tí er hansara úrslit ikki so galið. Kann valla kiksa Mikudagin var frídagur og hóskvøldið okkara tíð fóru superstórmeistararnir aftur í eldin. Tá hevði Topalov svarta fólkið ímóti Kasi- mjanov. Í seinasta umfari hittur Topalov Polgar. Topalov kann við tveim- um javnleikum tryggja sær heimsmeistaraskapin, men møguliga fer hann eftir sigrinum hósdagin ímóti Kasimjanov og harvið HM- krúnuni. Svidler og Anand hittast í seinasta umfari, men tá er HM kanska longu avgjørt. Lítil spenningur um HM Við tveimum umførum eftir er Topalov hálvt annað stig undan Svidler, og tí er tað nærum óhugsandi, at hann fer at tveita leiðsluna burtur Liktinstein hevur verið framúr