Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 196 - 14. oktober 2005 Serstovan Serstovan Inni á Gøtu er eitt nýtt dagstovnatilboð í Tórshavnar kommunu til børn, sum vegna brek ikki fáa gagnnýtt vanligu dagstovnatilboðini. Hon er fyrst og fremst ætlað børnum undir skúlaaldri, sum eru fjølbrekað, og sum hava tørv á serligari stimbran og umsorgan í einum mennandi umhvørvi. Serstovan húsast í góðum umstøðum í einum sethúsum Inni á Gøtu, har pláss verður fyri 6-7 børnum. Samstarv verður við Býlingshúsið Inni á Gøtu. Endurlýsing! Fysioterapeutur og ergoterapeutur til nýggja serstovu Vegna ov fáar umsóknir verður søkt av nýggjum eftir fysioterapeuti og ergoterapeuti til serstovuna Inni á Gøtu at byrja uml. 15. november 2005 ella eftir nærri avtalu. Størvini Søkt verður eftir 1 fysioterapeuti og 1 ergoterapeuti at arbeiða umleið 30 tímar um vikuna hvør ella eftir nærri avtalu. Størvini eru partur av einum tvørfakligum starvsfólkatoymi, har eisini pedagogar og sjúkrarøktarfrøðingur fara at starvast. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv í nýggjum stovni, har tú sum partur av tvørfakliga toyminum verður við til at byggja upp eitt stimbrandi dagumhvørvi fyri børn við serligum tørvi. Førleikakrøv Vit ynskja, at umsøkjarin: - hevur fysio- ella ergoterapeutiska útbúgving, - hevur arbeitt við fjølbrekaðum børnum og innan sernáms- frøði, - hevur hug og evni at skapa eitt trygt og stimbrandi umhvørvi, har dentur verður lagdur á at virða børn, foreldur og starvsfelagar, - er búgvin, dugir at samstarva og er opin fyri menning í arbeiðinum, - sær møguleikar heldur enn forðingar. Setanarviðurskifti Størvini eru stuðulsfólkastørv og verða lønt sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið ella Føroyskar Fysioterapeutar og Fíggjarmálaráðið. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhannu Olsen, leiðara á tlf. 25 57 87, Birgit Debess, leiðara í Stuðulsfólkaskipanini á tlf. 30 20 10 ella til Poulu Eidesgaard, dagstovnaleiðara á tlf. 31 77 01. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu vera Stuðulsfólkaskipanini í Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 21. oktober 2005. - onnur leys størv? Hygg á www.torshavn.fo Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?