Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 197 - 15. oktober 2005 Kaggin letur upp aftan á, at hava verið afturlatin í tveir og ein hálvan mánað vegna umbygging. Hetta fyrsta viku- skiftið spælir Rok. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í morgin fríggjadagin 13. oktober kl. 17.00 letur ein nýumvældur Kaggi upp fyri limum og viðskifta- fólki annars. Øll miðhædd- in og ovasta hædd eru um- vældar, gólvið er skift, nýggir møblar eru keyptir, garderoba er gjørd í mið- hæddini og barrin er ný- bygd harumframt er eitt nýtt poolborð keypt. So- leiðis at Kaggin nú hevur tvey poolborð og eitt billi- ardborð á ovastu hædd. Hetta fyrsta vikuskiftið er tað Rok í spælir, bólk- urin hjá Signar í Homrum úr Kjølum og Jóhan Ziskas- on úr Mark no limits er ein av allar bestu og virknastu dansibólkum í landinum. Teir spæla bæði fríggja- kvøldið og leygarkvøldið. Hølini eru snotilig á at lýta, og hetta er sambært Rúna Falkenberg nevndar- formanni eitt tiltrongt andlitslyft. Hølini hava verið nógv brúkt, og slitið sást á Kagganum. Tá Kagg- in letur upp í morgin, er tað somuleiðis við einum nýggjum profili. Eyðun Samuelsen er settur sum tónleikasamskipari, og hann skal skipa fyri, at góður tónleikur altíð er at hoyra í Kagganum. Eisini er ætlanin, at venda sær til eina breiðari fjøld. Skipað verður tí fyri tiltøkum, sum venda sær til ymiskar mál- bólkar. Rúni sigur, at hetta er ein nýggj byrjan fyri Kaggan, og hetta er hann spentur um. Rúni Falkenberg gleðist um, at Norðurlandahúsið valdi at brúka hølini til sýnisgluggakonsertina her fyri, og sigur at tað er stutt- ligt, at hølini hava fingið so nógv rós síðan konsertina. Rúni greiður frá, at Kaggin tey seinastu 10 árini hevur havt livandi tónleik, so her er talan um eitt roynt spæli- stað. Men hann sigur, at tað uttan iva fer at síggjast aftur, at en samskipari er settur at taka sær av tón- leikinum. Kaggin hevur verið aftur latin í tveir og ein hálvan mánað. Alt arbeiðið er gjørt av sjálvboðnum fólki, og tað er soleiðis, at hetta hevur borið til. Einasta útreiðslan hevur verið fyri tilfar, og øll umvælingin hevur kostað 150.000 kr. Rúni sigur seg gleðast ser- liga nógv um Barrina, hetta er ikki ein keypt barr, men ein sum hann sjálvur hevur staðið fyri at bygt. Rúni stendur ofta sjálvur í barr- ini, og tí hevði hann neyð- ugu vitanina til at gera barrina so góða at arbeiða í sum møguligt. Harumframt er hon eisin vorðin meira innbjóðandi enn tann gamla. Skal tú hava andlitsmyndir? Kom inn í 3-arin og hoyr nærri ella ring 35 35 35 Myndapakki: 8 myndir og fløga - kr. 395,- Skrivstovunæmingur Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hægri handilsskúlaprógv? So ert tú kanska tann heilt rætti/rætta at byrja sum skrivstovunæmingur á heilsølu okkara. Starvsøkið er í høvuðsheitum kundatænasta og telefonsøla umframt bókhald og annað skriv- stovuarbeiði. Lærutíðin er 2 ár. Lønin er sambært sáttmála við S&K. Um hetta hevur vakt tín áhuga, send eina skriv- liga umsókn við møguligum váttanum/prógvum til P/f Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 79, FO-100 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 1. november 2005. Ætlanin er, at tú byrjar beinanvegin. Vinarliga vend tær til Sólrún Michelsen, stjóra, ella Niels Juel Arge, fíggjarstjóra, á tlf. 314650, um tú hevur spurningar. P/f Poul Michelsen ________________________________________ P/F Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1972. PM er í dag førandi heilsøla innan sítt virkisøki og hevur kundar kring alt landið. PM er skipað í 5 deildir: Søludeild, inn- keyps-, fíggjar-, goymslu- og bildeild. Umleið 50 fólk starvast hjá PM. Rok í nýumvældum Kagga