Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 3 Á Kunningarstovuni á Tvøroyri hevur telefonin kima út í eitt, frá at verk- bannið varð lýst. "Fólk vilja norður ella suður og ringja her at frætta um fart. Vit kunnu ikki gera so nógv, men siga fólki, um bátar og skip sum sigla. Onkur bátur siglur av Gomlurætt til Hvalbiar, og sigur okkum frá", sigur fryntliga men eitt sindur stressaða kvinnurøddin í telefonini av Tvøroyri. Jóhanna siglir t.d. av Vági kl. 14. til Havnar, og fer aftur av Havnini kl. 19. og leggur inn á Tvøroyri á veg suður. Tað er sovorði, vit siga fólki ikki annað. Hon heldur, at hetta kann slettis ikki forsvarast. Politikararnir tosa eina rúgvu meðan verkfall ella - bann er, men so gloyma teir alt. "Nei, je sigi lat konu- fólkini koma til, so verður skilið betur, hesir mennir- nir teir eru sum óvitar, je eri so gomul, at je leggi ikki í um je sigi tað!" Hon sigur at hon einaferð skipaði fyri eini familju- veitslu har 500 fólk, skuldu koma til Suðuroyar, men verkfall steðgaði øllum, fólk komu úr útlandinum, men til onga verðsins nyttu. Nú 15 ár seinni er einki broytt, politikararnir kunnu slettis ikki forsvara hetta. nud Starvsfólk til Agenda 21 Stovuna Starv hjá Føroya Kommunufelag er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Starvið verður sett í samband við eina játtan frá Innlendismálaráðinum til umhvørvis- og náttúruverndartiltøk. Uppgávur Starvið bjóðar uppá spennandi avbjóðingar har tú fært høvi til at skapa tínar egnu karmar á nýggjum øki og soleiðis vera við til at ávirka arbeiðsgongdina í Agenda 21 í Føroyum. Førleikakrøv Fyri at røkja starvið er neyðugt at tú ert ágrýtin, kanst arbeiða sjálvstøðugt men eisini hevur góð samstarvsevni og kann vera íbirtari fyri onnur. Neyðugt er at duga føroyskt, skandinaviskt og enskt og hava hollan kunnleika til Office forritini. Setanarviðurskifti Starvið er um fulltíðarsett starv. Roknast má við, at til tíðir verður neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Løn samb. avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skrivstovu FKF á tel.: 590 764. Sí eisini www.fkf.fo. Umsóknarfreist er 24. oktober 2005. Umsóknir verða at senda til: Føroya Kommunufelag P.o.Box 73 600 Saltangará Agenda 21 kann í stuttum lýsast sum heildarætlan um burðardygga menning í 21. øldini. Ætlanin er ikki einans um umhvørvismál í vanligum týdningi, men er eisini ætlað at taka atlit til fíggjar- og felagsligar tættir. Eftir ætlan sleppur eitt og hvørt flogfelag í ES at flúgva til Føroya við teimum prísum, ið teimum lystir, tá Føroyar gera avtalu við ES 1. apríl komandi ár FLOGFERÐSLA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Gongur eftir ætlan, so verða Føroyar 1. apríl 2006 partur av ECAA samstarv- inum. Handan bókstavarnar býr tann sokallaða Balkan avtalan, ið er eitt slag av EFTA samstarvi, men bert á loftferðsluøkinum. Við nýggju avtaluni, ið lond sum Rumenia, Slo- vakia, Ísland og Norra eis- ini gera við ES, so fer at bera til hjá øllum flog- feløgum í hesum londum at flúgva til og úr Føroyum. Heldur ikki verður neyðugt at biðja um loyvi til prís- ásetingar. Sostatt skal ikki søkjast um loyvi til at áseta hesar ella hasar prísirnar til flúgving til og úr Føroyum. Tað verða feløgini sjálvi, ið lúka krøvini fyri at flúgva, ið fara at áseta prísirnar hvør í sínum lagi. Tað merkir í roynd og veru, at frí kapping verður á Føroya rutunum. Eisini sleppur Atlantic Airways at flúgva í øllum ES londum og teimum nógvu londun- um, ið eru partur av ECAA samstarvinum. Gongur eftir ætlan Kitty May Ellefsen, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, sigur, at arbeiðið gongur eftir ætlan, og sum er kunnu Føroyar gerast partur av ECAA samstarvinum 1. apríl komandi ár. Talan kann tó gerast um eina seinkan, men einki er til hindurs fyri, at Føroyar gerast partur av avtaluni. - Vit fylgja tí politiska ynskinum størri kapping á økinum, og við hesari av- taluni verður talan um eina stóra liberalisering, sigur Kitty May Ellefsen. Fleiri lóggávu tillagingar skulu gerast, men tað skuldi ikki verið nøkur forðan fyri føroyskari lut- tøku í samstarvinum, verð- ur sagt av Vinnumálaráð- num. ARBEIÐSSTEÐGUR Fýra tey størstu strandfara- skipini vóru løgd hósdagin av arbeiðssteðginum sum varð lýstir, eftir at semja ikki fekst millum Starvs- mannafelagið og Fíggjar- málaráðið Sildberin varð lagdur fríggjadagin, tí at ein maður, sum tá kom á vakt, er limur í Starvsmannafe- lagnum. Ritan, Másin og Súlan verða ikki rakt av verkfall- inum. Nýggi Smyril verður lagdur, so skjótt hann kem- ur í føroyska havn. Skipini liggja Telefonstormur á Tvøroyri Føroyar fara á flog 1. apríl Stóra Airbus A319 flogari verður kanska ikki tað síðstu av sínum slag. Eftir 1. apríl 2006 stendur tað øllum flogfeløgum í ES og fleiri øðrum londum frítt at flúgva til og úr Føroyum - við fríari prísáseting. Mynd: Álvur Haraldsen.