leygardagur 15. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Tað verður bara tos-
að, eingin ger nakað
við tað, at arbeiðs-
steðgir altíð ganga út
yvir suðuroyingar,
sigur Katrin West av
Tvøroyri, sum
strandaði í Havn
hósdagin vegna
arbeiðssteðgin
ARBEIÐSSTEÐGUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Hetta hoyrir ongastaðni
heima, at eitt verkfall altíð
skal ganga út yvir suðuroy-
ingar.
Tað heldur Katrin West,
sum hósmorgunin fór eitt
ørindi til Havnar. Hon
hevði ætlað sær suður aftur
seinnapartin, men tað varð
av ongum, tí tá var Smyril I
lagdur vegna arbeiðssteðg-
in hjá Strarvsmannafelag-
num.
– Eg havi trý smá børn,
sum fóru í dagrøkt í morg-
un. Tað hava serliga røkt
fyri neyðini, tí tvey teirra
hava sukursjúku og skulu
hava serligan kost, segði
Katrin West við Sosialin.
Hon hevði tá biðið sær
innivist í Havn og mátti
tosa við ommur um at
heinta og røkja børnini.
Hon var - eins og nógvir
suðuroyingar - rættuliga
forargað av, at arbeiðs-
steðgir altíð ganga út yvir
farleið teirra til meginøki.
Hon heldur, at manningin á
Smyrli alt fyri eitt átti at
verði sett sum tænastufólk,
so farleiðin varð tryggjað.
– Hetta skal eitast at vera
eitt framkomið samfelag,
men tað kann eg als ikki
taka undir við. Hetta eitt
undarligt føroyskt fyri-
brigdi, at tað verður bara
tosað um, hvussu tvørligt
tað altíð er hjá suðuroying-
um í slíkum støðum, og at
Smyril ikki skal rakast av
verkfalli, men eingin ger
nakað við tað, segði Katrin
West, sum fríggjamorgunin
slapp suður við trolaranum
Brestir, meðan bilurin má
bíða í Havn, til partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sátt-
ast um semju.
Smyril kemur
ikki á Havnina
Enn er ógreitt hvussu
verður, tá nýggi Smyril
kemur til landið. Á
Strandferðsluni vita tey
enni ikki. hvar hann fer
at leggja at ella hvørji
tiltøk verða.
Avgerð er tó tikin um,
at Smyril ikki kemur á
Havnina, og tí er longu
greitt, at einki hátíðar-
hald og eingin móttøka
verður í Havn sunnudag-
in.
Innbodna móttøkan í
Suðuroy er somuleiðis
avlýst.
Katrin West:
Hetta líkist ongum