Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 5 Vaktarskifti á Bryggjuni UMBOÐAN FØROYA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í talu síni nevndi Tryggvi, at Jóannes Eidesgaard var sjeyndi løgmaður, ið hann hevði starvast undir. Ein av hinum seks luttók á sam- komuni, tað var Jógvan Sundstein, ið sat sum løg- maður í 1989-1991. Jógvan segði bara hava gott at bera Tryggva, og ivaist ikki í, at saknur fór at verða í hon- um. "Sum løgmaður og landsstýrismaður, upplivdi eg hann altíð sum dugna- ligan og beinasaman. Minnist t.d. væl, hvussu hann gekk okkum til handa hasa truplu náttina í 1992." sigur Jógvan Sundstein. Maður kemur vanliga í mans stað, og Jógvan kenn- ir Herálv nóg væl til at vita, at hetta er ein ordiliga dugnaligur maður, ið fer at røkja starvið væl. Hann heldur, at Tryggvi hevur verið eitt gott umboð fyri Føroyar í diplomatiska umhvørvinum. Hetta er Niels Bentsen fyrrverandi ríkisumboðsmaður samdur í. Hann segði, at serliga í tíðini, tá skipað var fyri Føroyar í Fokus, upplivdi hann hvussu væl Tryggvi dugdi, at umboða Føroyar, ella selja Føroyar. Hølini hjá føroysku sendistovuni á Norður Bryggjuni vóru stúgvandi full av fólki, tá Tryggvi Johansen gavst í starvinum, sum sendimaður í Keypmannahavn UMBOÐAN FØROYA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hósdagin var samkoma á Norður Bryggjuni í Keyp- mannahavn, har Tryggvi Johansen segði farvæl við starvið sum sendimaður Føroya í Keypmannahavn og bjóðaði Herálvi Joensen vælkomnum í sendimanna- starvið. Nógv fólk var savnað á Norður Bryggjuni, og hølini vóru á tremur. Nógv umboð fyri útlendskar sendistovur vóru har, og eisini fleiri kend andlit sum t.d. løgmaður Jóannes Eides- gaard, songkvinnan og sjónleikarin Annika Hoydal, leiðarin í Føroya Húsinum Martin Fjallstein, fyrrver- andi bankastjórin Jørn Astr- up, fyrrverandi løgmaður Jógvan Sundstein og fyrrve- randi ríkisumboðsmaðurin Niels Bentsen. Men eisini hópin av fólki úr føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn. Jóannes Eidesgaard løgmaður helt røðu, og takkaði Tryggva fyri trúgva tænastu, hann bjóðaði eisini Herálvi væl- komnum og segði seg verða sannførdan um, at hetta var rætti maður til starvið. Tryggvi helt somu- leiðis røðu, eins og Niels Bentsen fyrrverandi ríkis- umboð, var danska íslettið á røðarapallinum. Hølini hjá sendistovuni eru sera hugnalig, og góvu samkomuni teir heilt røttu karmarnar. Tó var eina løtu dekan ov heitt og trongt. Men hetta slepst neyvan undan, tá ein so sentralur maður gevst í tí starvið, sum hann hevur sitið í síð- an í sjeytiárunum. Samkoman var býtt upp millum eina fyri sendifólk, embætisfólk og handils- sambond, sum byrjaði kl. 16.00, og so eina samkomu har almenningurin varð boðin innar kl. 17.00, hetta uppbýtið gjørdi, at tað var møguligt at vera har innið. Men tað einu løtuna varð sera trongt. Tryggvi er givin í starv- inum, men Herálvur byrjar ikki fyrr enn aftan á nýggj- árið. Hósdagin vóru teir tó báðir á Bryggjuni. UMBOÐAN FØROYA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard um- boðaði landstýri á sam- komuni á Norður Bryggj- uni, og hann takkaði Trúgva fyri øll árini, sum hann hevur umboða Føroy- ar, og segði m.a.: "Tá tú tók við hesum starvinum var føroyska umsitingin so lítil, at eg vænti ikki at tú hevur fingið nógvar leiðreglur, so tú hevur givið hesum starvi ein væl meira persónligan dám, enn tílík størv vanliga hava, tú kanst tí vera errin í dag, tí tú fert frá eini sendistovu, sum tú sjálvur hevur skapt." Løgmaður vísti á at al- heimsgerðin er vorðin ein neyðugur partur av okkara tilveru, og at tað at goyma seg ikki er ein møguleiki. Ikki um man ætlar sær, at halda fæst í verandi livium- støðum. Í hesum sambandi gerst hetta starvið alt meira týðandi. Hann frøddist um hvussu góðan avloysara Føroyar høvdu fingið í starvið. Ein vælútbúgvin maður við royndum úr um- sitingini, sum longu hevur sitið í fleiri høgum sessum. Hann ynskti Herálvi Joen- sen bestu eydnu við at røkja hetta týðandi starvið. UMBOÐAN FØROYA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Herálvur Joensen nýggi sendimaður Føroya í Keypmannahavn, segði seg slettis ikki ætla sær at royna, at traðka í skógvar- nar hjá Tryggva. "Hetta er eitt broytt starv, ið eg fari í. Eg verið í nógv størri mun stýrdur heimanífrá. Hetta fer at minna meira um amabassadørstørv, sum tey ið vit kenna úr øðrum londum, meðan umboðandi parturin verð- ur minnið enn higartil. Men eg gleði meg til starvið, og eingin ivi er um, at hesir karmarnir eru frálíkir at arbeiða í, og ikki minst sera øðrvísi frá teimum, ið eg eri vanur at virka undir. Allur tann mentanarligið parturin av húsinum, er heilt nýggjur fyri mær." sigur Herálvur. Herálvur søkti starvið, tí hetta var ein spennandi avbjóðing, og tí konan fegin vildi av landinum, at víðka sær um útbúgv- ingina. Men hetta er ein gamal dreymur. Tá hann læs løgfrøði, hugsaði hann ofta um diplomatisk arbeiðið, men so endaði hann í Føroyum, har leið- arastørv læstu hann fast- an. Men nú var møgu- leikin til staðar, og mótið er gott. Eg traðki ikki í Tryggvasa skógvar UMBOÐAN FØROYA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tryggvi segði seg ikki vita, hvat tíðin fór at bjóða honum. Men hann ætlaði í øllum førum ikki at seta seg hendir í favn. Tað tími eg rætt og slætt ikki segði smílandi og fráfarandi sendimaður Føroya í Keypmanna- havn, tá vit fingu orð á hann. Hann segði, at allir vinmennirnir, sum vóru farnir frá vegna aldur, søgdu hetta vera bestu tíðina í lívinum, so hann var nokkso spentur. Men annars var hetta ein dagur, sum hann hevði havt sera trupult við at gleða seg til. Errin av avrikunum Hann segði seg vera ser- stakliga glaðan fyri at hava sloppið at røkt hetta starv. Hann er errin av, at hann í starvinum hevur givið Føroyum eitt pláss í diplomatiska umhvørv- inum. Hann greiddi frá um hvussu spennandi starvið hevði verið, tók nakrar jaligar upplivingar fram, sum Norður Bryggjuna og Føroyar í Fokus, og prát- aði eisini um tær ringu tíðirnar, fyrst í 90’unum tá donsku miðlarnir sápl- aðu Føroyar niður. Men samanumtikið var gleðin størri enn vansar- nir. Eitt av teimum nýggj- aru átøkunum gleddist hann serliga um, tað var ólavsøkuhaldið á Norður Bryggjuni. Tí hetta er eitt stórsligið tiltak, sum ekkó’ar í øllum nærum- hvørvinum, og vísir dan- um eina góða síðu av Før- oyum. Hann segði seg noyðast at nevna Ova Joensen, og tann fantast- iska góða og jaliga miðla- dekningin, sum Ovi gav føroyingum, tað var ordi- liga stuttligt at uppliva. Fer ikki at blanda seg Eg ætli mær ikki at blanda meg í starvið hjá Herálvi. Eg eri farin úr starvi, og eg eri altíð til reiðar at ráðgeva ella taka eina hond í, um tørvur er á tí, og um heitt verður á meg. Men eg ætli mær ikki at ganga dagligt her innið, og blanda meg í starvið hjá Herálvi. Eg veit ikki, hvat eg fari at gera Saknur verður í Tryggva Tryggvi hevur skapt hetta starvið Tryggvi er ikki greiður yvir, hvat hann nú fer at gera, men ætlar sær ikki at sita hendur í favn Mynd: Símun Jóannesarson Hansen Tryggvi Johansen bjóðar Herálvi Joensen vælkomnum á Norður Bryggjuna Mynd: Símun Jóannesarson Hansen Jógvan Sunstein fyrrverandi løgmaður var og takkaði Tryggva fyri trúgva tænastu Mynd: Símun Jóannesarson Hansen Føroya løgmaður Jóannes Eidesgaard helt røðu vegna lanstýrið Mynd: Símun Jóannesarson Hansen