leygardagur 15. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Sanggleði í eina heila viku
Aftur í ár er Leguhús-
ið í Nesvík karmur
um árliga sangskeiðið
hjá Heimamissiónini.
– Tað er altíð gott at
koma saman soleiðis
at syngja lovsang til
Gud, siga tveir av til-
komnu luttakarun-
um, Steffan Petersen
og Hannis Hansen.
Teir hava verið við á
flestu sangskeiðun-
um, og gleða seg til
konsertina, sum verð-
ur seinnapartin í dag
SANGSKEIÐ
Snorri Brend
Nesvík: Tú hoyrir hann
beinanvegin, tú kemur inn í
stóru
forhøllina
henda
seinnapartin
hósdagin.
Sangin.
Her er heldur eingin ivi
um, hvat er á skránni: Ár-
liga
sangskeiðið
hjá
Heimamissiónini.
Út frá sanginum, sum
hoyrist inni í møtisalinum
er heldur ikki neyðugt at
ivast longur: Her er ein
hópur av sangglaðum fólk-
um savnað saman.
Og tá tú so at enda kemur
inn í sjálvan møtisalinum,
verður tú møttur av einum
stórum kóri til venjing.
Einum vælspældum tón-
leikabólki. Og einum sera
væl uppløgdum kórleiðara.
Hetta er fyrstu ferð at kórið
og tónleikararnir venja
saman. Men tað tykist ikki
at vera nakar trupulleiki at
fáa hesar báðar partarnar at
syngja sama lag.
Eitt heppið forarbeiði og
ein dugnalig leiðsla hava
lagt grundarlagið fyri hesi
spennandi løtuni.
Nú skal alt samansjóast
fram móti konsertini, sum
verður seinnapartin í dag í
ítróttarhøllini á Eiði.
Eitt gott tiltak
Síðani sunnudagin hava
væl omanfyri 100 vaksin
og ein hópur av børnum
verið savnað saman til hetta
árliga tiltakið hjá Heima-
missiónini.
Fleiri seta sær heystfrí-
tíðina av til at fara á sang-
skeið, og mong teirra hava
verið á so at siga øllum
sangskeiðunum.
Millum hesi eru Steffan
Petersen úr Havn, sum
hevur verið 18 ferðir á
sangskeiði
síðani
tey
byrjaðu í 1978, og Hannis
Hansen úr Fuglafirði, sum
hevur verið við øll árini,
uttan í 1980, tá hann var á
bíbliuskúla í Danmark.
Og hesir báðir royndu
sangarnir vóru sjálvandi
eisini við í ár.
- Jú, siga teir báðir. Tað er
altíð gott at koma saman at
syngja lovsangir til Guds á
hesum skeiðnum. Hetta er
eitt gott tiltak, eingin ivi
um tað.
Báðir eru teir vanir við
sang heilt frá barnsbeini av,
og hava teir tí sæð fram til
heystfrítíðina á hvørjum ári.
Her hitta teir aðrar sang-
glaðar føroyingar, og her
hevur ein møguleika at vera
saman í einum andaligum
felagsskapi til álvara og
gaman.
Avpussing
Teir báðir staðfesta, at
kórleiðarar eru ymiskir, og
ymiskt er eisini, hvussu
nógvar sangir teir viljað
hava kórið at duga eftir
einari viku.
Okkurt árið hava tey havt
einar 16 sangir, men hetta
halda Steffan og Hannis var
í meira lagi, tá alt skal
røkkast eftir so stuttari tíð.
- Í ár er tað broytt til tað
betra, sigur Steffan.
Sangskráin
inniheldur
færri sangir – einar 12 – og
hetta ger at kórið hevur
betri møguleika at læra seg
sangirnar bæði væl og
virðiliga.
- Jú, hetta er munandi
betri. Tí, hygg, longu í dag
(seinnapart hósdag, red.)
syngja vit saman við tón-
leikarunum.
- Og longu nú kunnu vit
byrja at avpussa sangirnar
til konsertina, sigur Steffan.
Hannis er púra samdur í
hesum. Tí, sum hann sigur:
- Við ov nógvum sangum
er vandi fyri, at kórið ikki
dugir sangirnar nóg væl.
Færri tilkomin
Teir báðir Steffan og Hann-
is hava sungið nógv í sínum
lívi. Á árliga sangskeiðnum
eru teir í tí eldra endanum
av luttakarunum.
- Eg hevði ynskt at tað
vóru fleiri tilkomin á hesum
skeiðunum, sigur Hannis.
Hesum er Steffan eisini
samdur við honum í: Tað
vísir seg, at talið av til-
komnum bara fækkar ár
undan ári.
– Eg veit ikki, hví tað er
so – kanska er tað tann
nýggi sangstílurin, sum
heldur tilkomna fólkinum
aftur at koma á skeiðini. Eg
veit ikki.
– Men hinvegin, tað átti
ikki at verið so. Í ár syngja
við fleiri kenda sangir, sum
fólk kenna frá Missións-
sangbókini. Teir hava bara
eina aðra rútmu, men inni-
haldið er ikki broytt, sigur
hann.
Bakgrund fyri sangir
Millum sangirnar í ár eru
kendu sangirnir "Jesunavn-
ið aldri bliknar" og "Brátt
slitnar silvurstrongurin".
Steffan og Hannis eru
samdir um, at hetta eru sera
góðir sangir. Teir hava
eisini havt møguleika at
seta seg meiri inn í tær um-
støðurnar, sum eru grund-
arlagið undir sangunum.
Hvønn morgun er nevni-
liga bíbliutími, har evnið
verður tikið burtur úr
teimum sangunum, sum
kórið fer at syngja.
– Hetta hava verið sera
áhugaverdir
bíbliutímar.
Her hava vit hoyrt um bak-
grundina fyri sangin, hvør
hevur yrkt hann og hví
hann varð yrktur.
– Vit hava tí eisini fingið
at vita, hvat endamál var
við sanginum. Nú er so
okkara uppgáva at bera
henda boðskapin út til
onnur við okkara rødd, siga
Steffan Petersen og Hannis
Hansen at enda.
Dagsskrá fyri
hósdagin
8:00 Morgunmatur
9:00 Kórvenjing
10:00 Bíbiltími v.
Reimund Langgård
Evni: Gud er mín klettur
10:45 Steðgur
11:00 Kórvenjing
Barnamøti v.
Hjalmar Hansen
12:00 Døgurði
13:00 Móttøkan/-
kioskin opin
14:00 Kórvenjing
15:00 Drekkamuður
16:00 Kórvenjing
17:00 Steðgur
18:00 Nátturði
19:00 Festkvøld
Konsert
í dag
Skipanin við sangskeiðn-
um í ár er soleiðis, at ein
hevur tvey kór – eitt stórt
felagskór og eitt barnakór
– við tilhoyrandi tón-
leikabólkum.
Skeiðið varir bara í eina
viku, og tí ræður um at
konsentrera seg 100 %,
soleiðis at úrslitið verður
tað allarbesta, tá almenn-
ingurin fær høvið at
hoyra úrslitið við ta
endaligu
konsertina
seinni í dag.
Henda konsertin verður
í ítróttarhøllini á Eiði
seinnapartin í dag. Hon
byrjar kl. 16.
Í ár er Ole Mouritsen
úr Danmark hann, ið
stjórnar felagskórin-
um. – Tað merkist
týðiliga, at tit halda
fast við góðu sang-
tradisjónina, sigur
hann
SANGSKEIÐ
Snorri Brend
Nesvík:
– Tað er eitt
fornoyilsi at arbeiða saman
við hesum fólkunum. Og
tað gongur eisini við rúk-
andi ferð, tí tey læra so
skjótt.
– Orsøkin til hetta er uttan
iva hon, at nógv av hesum
fólkunum syngja í kóri. Tey
eru tí von at læra nýggjar
sangir, - nakað sum er meiri
fremmant í Danmark, sigur
Ole Mouritsen, sum dagliga
starvast sum tónleikalærari
á bíbliuskúlanum hjá Indre-
mission í Børkop.
Í Danmark hevur tað víst
seg trupult at halda fast við
kórtradisjónirnar. Men Ole
kann bara staðfesta, at tað
hevur eydnast munandi
betri her á landi.
– Hetta ger, at vit kunnu
koma munandi skjótari
gjøgnum sangirnar, sigur
hann.
Tað sama ger seg eisini
galdandi við tónleik-arun-
um. Teir eru eisini á sera
høgum støði.
– Tit eiga ótrúliga góðar
tónleikarar. Og tað sær ikki
út til at vera nakar trupul-
leiki at útvega so nógvar
dugnaligar tónleikarar til
eitt slíkt skeið.
– Tað er simpelthen bara
so flott, slær hann fast.
- Lætt at arbeiða við føroyingum
- Tit hava dugað at varðveitt
eina góða sangtradisjón, -
nakað, sum vit ikki kenna so
væl til í Danmark, sigur
danski kórleiðarin, Ole
Mouritsen
Hesar spíla seg út undir
venjingunum. Í dag
sleppur so almenningurin
at hoyra tær syngja
Teir teljast millum garvaðu sangararnar – hm. Steffan Petersen úr Havn og honum við lið,
Hannis Hansen úr Fuglafirði. Teir kundu ynskt sær at fleiri á teirra aldri vóru við á skeiðnum