Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 7 1100 fólk í verkfalli Kl. 8 hósmorgunin løgdu semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Peter- sen fram semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvsmannafelagið góðtók semjuna, meðan Fíggjar- málaráðið vrakaði semj- una. Sostatt er eingin sátt- máli galdandi á økinum, fyri teir limirnar í Starvs- mannafelagnum, sum ar- beiða á sáttmálaøkinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Harvið er verkbann, og allir limir á sáttmálaøkin- um, uttan undantak, fóru tí til hús henda dagn. Íalt snýr tað seg um eini 1100 fólk. sb. Tolleftirlit sum vanligt Hóast onkur kundi hildið, at fólk nú frítt kunnu taka ólógligar vørur við sær umvegis flogvøllin, so er tað ikki so. Starvsfólkini á Tolleftir- litinum í Vágum eru til ar- beiðis sum vanligt á flog- vøllinum, og eru ikki ávirk- að av verkfallinum. Starvsfólkini eru nevni- liga tænastufólk, og tí ikki fevnd av arbeiðssteðginum. sb – Tá ið munurin er so lítil, sum hann er hesaferð, verða avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi ógvu- liga seint, um nakrantíð innafturvunnir, sigur borg- arstjórin í Klaksvík, Stein- bjørn O. Jacobsen í eini viðmerking, sum verur prentað í fullum líki aðra- staðni í blaðnum. Hann sigur, at hann er ikki beinleiðis partur av samráðingunum og hevur tí heldur ikki neyðuga innlit- ið í málið. Hann vil tí hel- dur ikki geva nøkrum ávís- um parti skuldina fyri henda arbeiðssteðgin. – Men eg loyvi mær at ivast í, um partarnir eru greiðir yvir, hvussu stóran ampa ein arbeiðssteðgur er fyri útjaðarin í Føroyum. – Vóru partarnir greiðir yvir tað, høvdu teir neyvan lagt landið lamið á henda hátt fyri eitt prosent í lønar- ósemju, sigur borgarstjórin. Hann heitir tí á báðar partar um at gera sítt til at ein loysn verður funnin. – Longur tit drála, størri verður skaðin, sigur hann, samstundis sum hann óttast fyri at hesin arbeiðssteðg- urin kann gerast til eina skaðiliga tómgongd, ið kann elva til at stór sam- felagsvirði fara fyri skeyti. sb. Hóast landsstýris- maðurin í fíggjar- málum hevur vrakað semingsuppskotið frá semingsmonnunum, merkir tað ikki, at verkbann er galdandi VERKFALL Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Bárður Nielsen, hevur vrakað semingsupp- skotið, sum semingsstovn- urin legði fyri Fíggjarmála- ráðið og Starvsmannafel- agið. Orsøkirnar eru tað stutta tíðarskeiðið og lønarhækk- anin, skrivar heimasíðan hjá Fíggjarmálaráðnum. Ein eitt ára sáttmáli er ov stuttur og gevur hvørki stabilitet ella frið á ar- beiðsmarknaðinum. – Vit hava heldur arbeitt fram ímóti at fáa sáttmála- skeiðini longri, tí so er frið- ur á arbeiðsmarknaðin í longri tíð, og tað merkir samstundis stabilitet. – Hinvegin, at stytta sáttmálatíðarskeiðið er ein skeiv leið at halda, sigur Bárður Nielsen. Skuldi lønarhækkanin í semingsuppskotinum verið galdandi fyri allan almenna sektorin, hevði tað kostað landskassanum ov nógv, tá ið hugsað verður um sam- felagsbúskapin og hallið í landshúsarhaldinum kom- andi ár. – Alternativið til lønar- hækkan er at avmarka talið á almennum størvum, og tað er neyvan ynskiligt, sum búskaparligu vánirnar eru. – Fíggjarmálaráðið var og er framvegis sinnað at samráðast víðari, so at ein semja kann verða funnin, sigur Bárður Nielsen. sb. Uppskotið kostaði ov nógv Við arbeiðssteðginum, sum lýstur varð hósdagin kl. 14, vórðu flestu av skipunum hjá Strandferðsluni løgd. Fýra skip vórðu løgd beinanvegin – Smyril 1, Ternan, Sam og Teistin – meðan Sildberin varð lagd- ur í gjáramorgunin. Dúgvan er ikki í sigling í løtuni orsakað av teknisk- um trupulleikum. Eitt slíkt verkfall rakar altíð útjaðarin meinast, men í so máta verða fleiri av hesum fólkunum ikki rakt av verkfallinum, tá tal- an er um dagliga sam- bandið við umheimin. Her er talan um tey sum dagliga eru tengd av sam- fersluni við Rituni, Másan- um og Súluni. Hinvegin so koyra Bygdaleiðir sum vanligt. sb. Strandferðslan nærum lamin – Stytta vit sáttmálaskeiðið so er tað ein skeiv leið at ganga, sigur Bárður Nielsen Ritan er í sigling, men Smyril 1 liggur Sett í tómgongd fyri 1 % - Arbeiðs- steðgurin kann gerast ein skaðilig tómgongd, sigur borgarstórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen