Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 197 - 15. oktober 2005 Hvat helt áhoyrarin? Bo Isholm, stjóri á Tórshavnar Musikk- skúla: Eg haldi, at tað var ein fín konsert. Eg haldi, at Eivør er sera djørv, tí at hon torir at spæla síni løg við nógvum ymiskum útset- ingum. Hon hevur spælt løgini við klassiskum tónleikarum úr Íslandi, hon hevur spælt løgini við sínum egna guittara, og nú hava vit so hoyrt løgini við eini big band útseting. Tað var flott. Høllin á Læraraskúlanum hevur ein góðan aukustik, men er heldur lítil til eina so stóra konsert. Brandur Enni, tónleikari: Eg haldi, at tað var fant- astiskt. Ljóðið í høllini var sera gott. Tað var ein góð samanrenning av góðum tónleikarum og Eivør. Tað sum ger Eivør so heilt fantastiska er, at ein situr við eini kenslu av, at nú fer hon ikki longur upp, men áðrenn tú veist av, sveimar hon oman fyri høga c´ið. Eg havi verið á konsert við Eivør fleiri ferðir fyrr, men eg verði altíð berg- tikin. Tað er ótrúligt! Jón Tyril, fyriskipari og tónleikari: Nú eri e g kanska i n h a - bilur, m e n eg sigi tað al- l í k a - v æ l . Hatta var heilt ótrúligt. Eg lurti ikki nógv eftir jazzi, men hetta ljóðaði ólukksáliga væl. Hitin í teimum aukustisku ljóð- førunum riggaði sera væl til hennara rødd og tón- leik. Hon hevur 100% tamarhald á røddini, so handan konsertin var bara klassi. Ljóðið í høll- ini var svínagtiga gott. Eivør er e – Hon er ein heilur pakki, hon er ein heild. Styrkin hjá Ei- vør er alt. Er sinnalag- ið í øllum tí, sum hon ger. Tað er okkurt við hennara veru, sum er spennandi og myst- iskt. Hennara stóra purluta hár, hennara stóru prýðislutir og hennara image er alt ein partur av Eivør sum listafólk, sigur Nikolaj Bentzon, kapellmeistari í Dan- ish Radio Big Band SAMRØÐA Rókur Jákupsson Jakobsen Eftir konsertina fekk eg eitt prát við Eivør og ljómborð- leikaran Nikolaj Bentzon. Vit settust, og skjótt fall samtalan inn á upprunan til samstarvið millum Danish Radio Big Band og Eivør Pálsdóttir. Tað heila byrjaði við, at ein ávísur Jesper Kemp hoyrdi rokkbólkin Clickhaze fyri nøkrum ár- um síðani í Danmark. Hetta fangaði hansara áhuga, og tá ið hann nøkur ár seinni hoyrdi útgávuna »Krákan«, var hann vísur í, at Eivør var eitt spennandi listafólk. Hesin Jesper Kemp virk- aði sum tour manager fyri Danish Radio Big Band, og hann hugsaði, at eitt sam- starv millum hesar partarnar hevði givið áhoyrarunum nakað heilt serligt. Nikolaj greiðir frá, at Big Band tónleikur søguliga hevur jazzin sum heimavøll. Tískil er tað eitt nýbrot innan big band tónleikin at nýta ein so serligan solist, sum Eivør nú einaferð er. Eivør varð biðin um at luttaka í eini royndar- innspæling saman við Dan- ish Radio Big Band, og hetta riggaði so væl, at tey vildu arbeiða nógv meir saman við henni. – Eivør er ein framúr- skarandi sangari, brýtur Nikolaj út. – Hon er ein heilur pakki, hon er eitt heilt konsept. Hon er ein heild. Hann metir eisini, at styrkin hjá Eivør er alt er sinnalagið í øllum tí, sum hon ger. Tað er trupult at seta orð á, sigur hann, men tað er okkurt við hennara veru, sum er spennandi og myst- iskt. Hennara stóra purluta hár, hennara stóru prýðis- lutir og hennara image er alt ein partur av Eivør sum listafólk, fortelur hann. Og hetta er rættiliga óvanligt í big band sambandi, sigur hann. Big band tónleikur verður ofta sammettur við amerikanska mentan, og Eivør hevur rættiliga sterkar norðurlendskar røtur í síni list, vísur hann á. Og hendan samanrenningin er óvanliga spennandi. Ótrúliga Eivør Føroyingar kenna Eivør Pálsdóttir sum eina fjøltátt- aða listakvinnu. Vit hava hoyrt hana spæla nógvan ymiskan tónleik, so tað er upplagt at spyrja hana, hvussu tað er at spæla við einum big bandið aftan fyri seg. Eivør sigur, at tað hev- ur verið sera læruríkt at spæla tónleik saman við einum big bandi. Víðari greiður hon frá, at henni dámar so væl at royna nýggjar leiðir, soleið- is at hon alla tíðina flytur seg tónleikaliga. Og nú er ikki talan um eitthvørt big band, sigur hon. – Hetta er eitt big band við eini stoltari og stórari søgu, so eg kenni meg sera hepna at sleppa at spæla við Danish Radio Big Band, sigur hon. Hon verður skjótt avbrot- in av Nikolaj Bentzon, sum sigur »der er altså en gen- sidig respekt!«. Hann vil gjarna vísa á, at hendan samanrenningin er so origi- nal, at hetta er sera gevandi fyri DR Big Band, at teir eisini flyta seg tónleikaliga. Hann heldur tað verða so ótrúligt, at Eivør, hóast sín unga aldur, ikki bara rúmar tann tónleikastílin, sum hon spælir fyri tíðina, men at hon eisini dugur at syngja vanligan jazz. Nikolaj heldur, at sam- starvið teirra millum eisini hevur givið tí danska tón- leikalívinum nakað. Eivør hevur víst, at tað ber til at hugsa nýskapandi innan tær meiri traditionellu tón- leikagreinirnar. At eitt big band kann skapa so góðan tónleik við Eivør, prógvar at framtíðin er bjørt fyri big band tónleikin. Eivør er bilsin av tí góðu móttøku, sum konsertirnar hava fingið. Danska áhoyr- arafjøldin hevur verið sera – Stóra purluta hárið, henn- ara stóru prýðislutir og hennara image er alt ein partur av Eivør sum listafólk, heldur Nikolaj Bentzon Mynd: Álvur Haraldsen Eivør Pálsdóttir á palli í Læraraskúlahøllini hóskvøldið saman við DR Big Band Mynd: Álvur Haraldsen