leygardagur 15. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
9
eitt konsept
positiv mótvegis tónleikin-
um. Meðan Eivør sigur seg
verða bilsna av móttøkuni,
sigur Nikolaj, at hann slett
ikki er tað. Hann hevur
ongantíð verið í iva um, at
hetta fór at rigga heilt væl.
Hann heldur, at Eivør er so
ótrúliga eksotisk, og at
hetta er ófatiliga spennandi
fyri ein »almindelig lever-
postejs dansker«, sum hann
málber seg. Hetta gevur
áhoyrarunum ein stóran
kontrast til tað, sum vit eru
von við at hoyra úr teimum
amerikonsku miðlunum. Tí
tónleikurin hjá Eivør er úr
einum umhvørvi, sum bara
er til í norðurlondum. Tí
gevur tað tí danska áhoyr-
arunum samband við sínar
norðurlendsku røtur, og úr-
slitið er ein innilig og
fantastisk tónleikauppliv-
ing. Og hesin tónleikurin er
eisini við til at styrkja um
okkara fatan av okkum
sjálvum, sigur ein hugsan-
arsamur Nikolaj Bentzon,
hóast Eivør vísur á, at hon
aldri sjálv hevur hugsað so-
leiðis um hennara tónleik.
Framtíðin
Mánadagin endar konsert-
ferðin hjá DR Big Band &
Eivør Pálsdóttir. Men Eivør
fer ikki at taka sær av løtt-
um fyri tað. Komandi mán-
aðirnar hevur Eivør nokk at
takast við. Hon fer beina
leið til Íslands, har hon skal
undirvísa í einum skúla.
Eisini hevur hon eitt stórt
kór har, sum hon skal ferð-
ast við. Tey skulu halda
nakrar jólakonsertir, og hon
sigur, at tíanverri fáa føroy-
ingar ikki høvi at hoyra
konsertirnar her á klettun-
um. Í Føroyum plaga vit at
verða so heppin, at Eivør
Pálsdóttir heldur nakrar
jólakonsertir her heima.
Men tað er ikki vist, at so
verður í ár. Men hon lovar
næstan, at hon fer at gera
okkurt hugnaligt, sum vit
sleppa at hoyra um jóltíðir.
Eivør sigur at enda, at
henni ikki dámar so væl at
tilrættisleggja alt ov langt
inn í framtíðina. Hóast tað
veit hon, at hon skal spæla
nakrar konsertir í Danmark
í februar, og so skal hon
eisini til Kanada í mars at
spæla tónleik.
Næst
á
skránni
hjá
Danish Radio Big Band er
ein konsertferð við sangar-
inum Anders Blikfeldt,
sum vit kenna úr kenda
bólkinum »Big Fat Snake«,
og tað verður so heilt vist
øðrvísi tónleikur enn tann
sum big bandið hevur spælt
saman við Eivør.
Á konsertini í Lær-
araskúlahøllini hós-
kvøldið hugtók og
gandaði Eivør Páls-
dóttir áhoyrararnar
inn í sín egna heim.
Tú kundi snøgt sagt
ikki lata vera við at
sveima við henni. Á
pallinum var hon
sannførandi og
trygg, og hetta
gjørdi, at báðir tím-
arnir fuku fram við
KONSERT
Rókur Jákupsson Jakobsen
Um tú tekur eitt frálíkt big
band og blandar tað saman
við einum av heimsins
bestu
songfuglum,
so
burdi útlitini verið til stað-
ar fyri einari góðari kon-
sert. Og soleiðis bleiv tað
eisini, tá ið Danish Radio
Big Band og Eivør Páls-
dóttir hildu konsert í Lær-
araskúlahøllini hóskvøldið
klokkan 20.
Til ein fullsetta sal vóru
vit vitni til eina heilt serliga
konsert í Læraraskúlahøll-
ini. Umleið 350 fólk vóru
so heppin at fáa atgongu-
merki til hesa forkunnugu
konsertina, og hesi fólkini
fóru ikki vónbrotin til hús.
Konsertin var sera góð, og
tað sum kanska yvirraskaði
mest var, at høllin á Lær-
araskúlanum riggaði fram-
úr væl til tiltakið.
Hóast Danish Radio Big
Band telur einar 20 mans
var tað ongin trupulleiki
hjá teimum at finna seg til
rættis á lítla pallinum í
Læraraskúlanum. Og ljóð-
ið var eisini ótrúliga klárt
og gott, soleiðis at ein fór
at undrast á, at høllin ikki
oftari verður nýtt til stórar
konsertir.
Í smáar tveir tímar hug-
tók og gandaði Eivør Páls-
dóttir áhoyrararnar inn í sín
egna heim. Tú kundi snøgt
sagt ikki lata vera við at
sveima við henni. Á pallin-
um var hon sannførandi og
trygg, og hetta gjørdi, at
báðir tímarnir fuku fram
við. Løgini vóru næstan
spæld út í eitt, men kon-
sertin kendist als ikki ov
drúgv fyri tað.
At hoyra eitt so gott big
band sum Danish Radio
Big Band er sjáldsamt
oyrakrás á okkara leiðum.
Men teir vístu, hví teir hava
nátt teirra virðiligu støðu.
Tað svingaði so væl, at
áhoyrarin ikki kundi lata
vera við at trampa afturvið
tónleikinum. Tónleikurin
smeltaði saman til okkurt
heilt serligt, og vit kunnu
longu nú byrja at gleða
okkum til at hoyra næsta
útspælið hjá Eivør Páls-
dóttir.
Ummæli av konsertini
verður at lesa í blaðnum
týsdagin.
Eivør hugtók og
gandaði
Í smáar tveir tímar hugtók og gandaði Eivør Pálsdóttir áhoyrararnir inn í sín egna heim í
Læraraskúlahøllini hóskvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen