leygardagur 15. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Í øldir hevur Suðuroy verið í serstøðu millum hinar
oyggjarnar. Oyggin er fjarskotin og er sermerkt á
mangan hátt, og er hetta sagt í jaligari merking.
Búskaparliga, sosialt og mentanarliga hevur
gjøgnum tíðirnar gingið upp og niður. Í slupptíðini
var Suðuroy búskaparliga og mentanarliga í fremstu
røð, meðan tað sosialt ikki stóð væl til. Tí kom
verkamannarørslan fyrst til Suðuroyar og gjørdist
henda rørsla so sterk í oynni, at hon eitt skifti átti
størstu fyritøku í Føroyum. Oyggin er rík frá
náttúrinnar hond. Her er kol, her eru góðir firðir við
náttúruhavnum, góðar fiskileiðir, góðir skúlar, gott
almanna- og heilsuverk við nýggjum sjúkrahúsi og
eitt sera rakst og virkið fólk.
Tað er samfelagsins skylda at tryggja hesum fólki
somu lívs- og virkismøguleikar, sum aðrir føroying-
ar hava. Ein meginfortreytin er góð samferðslu-
viðurskifti millum Suðuroy og meginøkið og eitt
gott undirstøðukervi í oynni sjálvari. Tunnilin milum
Hovs og Øravík, sum nú fer í gerð, er mikið framstig
og fer at stytta leiðirnar og bøta um trygdina. Nýggi
Smyril fer hartil at bøta heilt munandi um farleiðina
millum Suðuroy og meginøkið. Tað verður heilt
einfalt betri at vera umborð við tað at skipið er
serbygt til endamálið. Farleiðin fer at styttast við
hálvum tíma til trý korter og skipið er í allar mátar
arbeiðsligari enn Smyril I. Hetta er ein sera góð
íløgu, soleiðis, sum landið liggur í løtuni - ein íløga,
sum kemur í evstu løtu. Nýggi Smyril er ein viður-
kenning av tí serstøðu, sum Suðuroy geografiskt
hevur og eitt tiltak, sum allir føroyingar saman við
suðringum eiga at fegnast um. Vit ynskja suðringum
og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við nýggja
og stásiliga skipinum.
Samstundis sum øll fegnast og gleðast yvir hetta
risastóra framstig fyri suðringar og fyri allar
føroyingar, eiga avvarandi myndugleikar og stovnar,
land og kommunur beinanvegin at fara undir at leita
eftir tí ferðasambandi millum Suðuroy og megin-
økið, sum er mest hóskiligt fyri eina framtíð, sum
ikki er so langt burturi. Nýggja stásiliga farið loysir
uttan iva tann mest átrokandi tørvin her, nú og nøkur
ár fam. Annað alternativ er ikki í løtuni, og haldast
kundi ikki fram við tí skipi, sum nú eitur Smyril 1.
Sostatt er nýggi Smyril ein røtt, sera góð og
ábyrgdarfull almenn íløga. Men, sum frá líður, eiga
onnur alternativ at verða kannað og eigur at verða
farið undir hesar kanningar beinanvegin. Við hesum
ynskja vit nýggja farinum vælkomnum til landið og
ynskja, at tað má verða suðringum og øllum
føroyingum til gleði og gagn.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Leiðin til Suðuroyar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sambandið úteftir er ein mannarættur
So vóru Suðringar og Sandingar aftur
straffaðir
– og avbyrging er
ágangur móti per-
sónliga frælsinum.
Opið bræv til lands-
stýrismannin í fíggjar-
málum, Bárður Niel-
sen og Starvsmanna-
felagið
Hergeir Nielsen
løgtingsmaður
Kreppustøðan á almenna
arbeiðsmarknaðinum hevði
beinanvegin við sær, at vit í
Suðuroynni vórðu avbyrgd
frá restini av heiminum, og
hesi vanlukku orka vit ikki
at standa ímóti.
Hetta er ein sera álvarsom
støða fyri okkum, ið her
búgva, og heitt verður tí
inniliga á tykkum um at
ansað eftir, at vit ikki aftur
hesuferð koma at bera byrð-
arnar av eini ósemju, sum
vit so at siga ikki eru partur
av.
Alt ov ofta hava vit lagt
rygg til verkføll, sum ikki
merkjast nevnivert aðra-
staðni, og lokalsamfelag
okkara býður ikki bøtur, nú
henda støða enn einaferð
rakar okkum.
Serliga órættvíst kennist
tað, nú stríðið stendur mill-
um tað almenna og tey al-
ment løntu, sum so at siga
ikki finnast her um okkara
leiðir.
Við størstu virðing fyri
rættindunum á arbeiðs-
marknaðinum at samráðast,
fari eg tí at heita á tykkum
um at lata Smyril sigla sum
vanligt, tí sambandið úteftir
er ein mannarættur, og av-
byrging er ágangur móti
persónliga frælsinum.
Á jøvnum føti við onnur,
sum hava frítt at fara, eru
vit í Suðuroynni fús at bera
okkara part av teimum
ósemjum, ið tá taka seg
upp.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Hendan áhaldandi isolering
av hesum báðum økjum, tá
verkfall er, ber snøgt sagt
ikki til longur.
Seinast Smyril kom til
landið varð eisini verkfall,
og nú Guð hjálpi tú mær
skulu vit aftur revsast her
suðuri við einum nýggjum
verkfalli - nú hesin nýggi
Smyril kemur.
At hesi bæði øki verða
jarðløgd, hvørja fer verkfall,
er skal og má steðgast NÚ!
Kanska hevði rættast verið
at semingssamráðingarnar
vóru í Suðri, tí so kundu
samráðingarpartarnir lýst
verkfallið soleiðis sum gjørt
var í gjár kl. 14 - og í sam-
huga verið verandi her suð-
uri saman við okkum
gíslum.
Tað er ikki meira enn
rímiligt at vit ikki verða
verri stillað enn restin av
landinum og kunnu flyta
okkum aftur og fram mill-
um meginøkið og Suður-
oynna og Sandoynna.
Um
ikki
avvarðandi
stovnur og fakfeløg saman
kunnu finna eina skila-
góðan loysn, so ikki Suður-
oyingar og Sandoyingar
verða raktir meinast hvørja
fer verkfall er, so eigur lóg-
gevandi mynduleikin at
finna eina sømuliga loysn á
hesum fyri allar suðuroy-
ingar, sandoyingar og vinn-
unar í báðum oyggjunum so
álvarsligu
støðu,
sum
siglingin og flutningur til og
úr økjunum er og tryggja, at
økini ikki verða isoleraði
hvørja fer verkfall er.
Fólkini í hesum økjunum
krevja at verða hoyrd og
vird av landsins fakfeløgum
og mynduleikum og ikki
hildin sum gíslar hvørja fer
ósemja er!!
Vit krevja sama rætt og
somu møguleikar sum rest-
in av landinum, hvat viðvík-
ur flutningi av fólki og
farmi til og frá megin-
økinum.
Neyðugt verður at lóg-
geva soleiðis, at ferjurnar
ikki kunnu rakast av verk-
falli, tí hetta er lívsæðr okk-
ara til meginlandið.