Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Enn einaferð kennir útjaðarin mesta sviðan av arbeiðssteðgi ALMENN ÁHEITAN: Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri Í gjár, hósdagin tann 13. oktober 2005, frættust boð úr høvuðsstaði okkara, at enn ein arbeiðssteðgur, hesa ferð á almenna arbeiðsmarknaðinum, er veruleiki. Hesa ferð er ORSØKIN sambært fjølmiðlunum samanumtikið ein ósemja upp á eittans prosent - tað er tað, ið skilur partarnar, nú teir skiljast, og sum ger, at føroyska samfelagið enn einaferð skal setast í tóm- gongd, í øllum førum lut- víst, og serstakliga útjað- arin verður raktur. Vit, sum ikki eru bein- leiðis partur av samráðing- unum hava ikki tað neyð- uga innlitið og eiga heldur ikki at geva nøkrum ávísum parti skuldina fyri hendan arbeiðssteðgin, men eg loyvi mær at ivast í, um partarnir eru greiðir yvir, hvussu stóran ampa ein arbeiðssteðgur er fyri útjaðaran í Føroyum, tí vóru partarnir tað, høvdu teir neyvan lagt landið lamið á henda hátt fyri eitt prosent í lønarósemju. Tá ið munurin er so lítil, sum hann er hesaferð, verða avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi ógvu- liga seint, um nakrantíð, innafturvunnir. Givið er, at lønarsamráð- ingarnar hava snúð seg um meira enn hetta eina pro- sentið, men tað er óskilj- andi fyri okkum uttanfyri- standandi, at samráðingar- partarnir skiljast og lata ein arbeiðssteðg lemja landið, tá teir nú vóru komnir so nær hvørjum øðrum. Her nyttar ikki at lasta hvørjum øðrum - nei, allir partar av samráðingunum mugu nú vísa ábyrgd. Sjálvandi ger alt mun, men eftir øllum at døma vóru partarnir komnir so nær hvørjum øðrum, at tað er ilt at fáa eyga á nakra skilagóða grund til at leggja eitt samfelag lutvíst lamið fyri eina í krónum og oyrum so avmarkaða ósemju. Sum nevnt skal eg, sum uttanfyristandandi, ikki leggja nøkrum ávísum parti hesa fyri samfelagið og serstakliga fyri útjaðaran sera óhepnu og skaðiligu støðu til last, tí tað skulu jú sum kunnugt fleiri partar til at vera ósamdir. Hinvegin vil eg siga, at hvørgin parturin kann snúgva sær undan at taka ábyrgd, og undirritaði vil tí sum borgarstjóri í størstu kommununi uttan fyri høvuðsstaðin heita inniliga á partarnar í hesi arbeiðs- marknaðarósemju um saman at gera tað neyðuga, so vit sleppa undan hesi rættiliga meiningsleysu støðu, at týðandi partar av samfelagnum verða lagdir lamnir fyri eina so av- markaða ósemju. Sama um tað er verkfall ella verkbann, so er AVLEIÐINGIN av teimum alt ov nógvu arbeiðssteðg- unum, sum eru her á landi, at samfelagið missur stabil- itetin, sum eitt nú høv- uðsvinna okkara als ikki kann vera fyriuttan. Góðu samráðingarfólk! Gerið Føroya fólki tann beina, at tit ikki leiða samfelag okkara út í enn eina skaðiliga tómgongd, ið kann elva til, at stór samfelagsvirði fara fyri skeyti, men gerið - báðir partar - tað neyðuga til, at ein loysn verður funnin. Longur tit drála, størri verður skaðin. Starvsmannafelagið góðtók semingsupp- skot um reallønar- lækking í eitt ár, fyri at fáa"skipaði viður- skifti á arbeiðs- marknaðinum". Landsstýrismaðurin vrakaði uppskotið Starvsmannafelagið Tórshavn 14. oktober 2005 Áðrenn tingingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið byrj- aðu, var landsstýris-maður- in í sjónvarpinum og segði, at tað kom ikki upp á tal at hækka lønirnar. Við hesum úttalilsi blokeraði hann sína egnu samráðingarnevnd. Tá samráðingarnar so sjálvandi einki góvu, góð- tók Fíggjarmálaráðið at fara undir seming. Tá sem- ingsuppskotið kom, vísti landsstýrismaðurin tí aftur og segði aftur 0,00 kr. Tá so partarnir sjálvandi fara hvør til sín, er landsstýr- ismaðurin frammi og sigur, at fólk framvegis hava skyldu til at arbeiða! Hvussu leingi? Kanska til sem- ingsmenninir siga 0,00 kr.? Í setanarskjalinum hjá limum Starvsmannafelagsins stendur, at løn og onnur við- urskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs-mannafelagið. Tað merkir, at er eingin sáttmáli millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, er eing- in avtala um løn ella onnur viðurskifti. Hetta er sera einfalt og elligamalt í føroyskum arbeiðsrætti. Hvørja løn og hvørji viðurskifti heldur lands- stýrismaðurin skulu galda nú? Tað verður einki sagt um. Vit hava jú onga av- talu. Gangast má út frá, at hann meinar, at tað skal vera fyri ta løn og tær treytir, sum hóska Fíggjar- málaráðnum! Men eingin kann tvinga ein annan til at arbeiða fyri seg fyri løn ella til treytir, sum viðkomandi ikki vil góðtaka. Tíðirnar eru farnar frá slíkum fyri fleiri hundrað árum síðani. Eftir teimum reglum, sum partarnir hava avtalað um seming, hevur Fíggjarmála- ráðið við at vraka semings- uppskotið nettupp boðað sínum starvsfólki frá, at ráð- ið ikki ynskir tey til arbeiðis til tær treytir, sum semingsuppskotið ásetir. Tað harmar Starvsmanna- felagið, at Fíggjarmálaráðið hevur læst seg so fast, men tað ber ikki til hjá felagnum at senda fólk aftur til arbeið- is, tá ongar reglur eru um løn ella onnur viðurskifti. Ynskir Fíggjarmálastýrið partar av tí almenna virk- seminum í gongd aftur, má hann venda sær til felagið, so greiða kann fáast á, um avtala ella fyribilsavtala kann gerast millum partar- nar á teimum økjum, sum talan kann vera um. Starvsmannafelagið: Ja, til reallønarlækking í eitt ár Landsstýrismaðurin: Nei Bárður Nielsen: Eitt ár er ov stutt Hóast landsstýris- maðurin í fíggjarmál- um hevur vrakað semingsuppskotið frá semingsmonnunum, merkir tað ikki, at verkbann er galdandi Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Niel- sen, hevur vrakað semings- uppskotið, sum semings- stovnurin hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Orsøkirnar eru tað stutta tíðarskeiðið og lønar- hækkanin. Ein eitt ára sáttmáli er ov stuttur og gevur hvørki stabilitet ella frið á ar- beiðsmarknaðinum. - Vit hava heldur arbeitt fram ímóti at fáa sátt- málaskeiðini longri, tí so er friður á arbeiðsmarknaðin í longri tíð, og tað merkir samstundis stabilitet. At fara hinvegin og stytta sátt- málatíðarskeiðið er skeiv leið at halda", sigur Bárður Nielsen. - Skuldi lønarhækkanin í semingsuppskotinum verði galdandi fyri allan almenna sektorin, hevði tað kostað landskassanum ov nógv, tá ið hugsað verður um sam- felagsbúskapin og hallið í landshúsarhaldinum kom- andi ár. Alternativið til lønarhækkan er at avmarka talið á almennum størvum, og tað er neyvan ynskiligt, sum búskaparligu vánirnar eru, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur víðari, at Fíggjarmálaráðið var og er framvegis sinnað at sam- ráðast víðari, so at ein semja kann verða funnin", sigur Bárður Nielsen. Hóast landsstýrismaður- in í fíggjarmálum hevur vrakað semingsuppskotið, merkir tað ikki, at verkbann er galdandi. - Ein meginregla í setan- arrættinum er, at hóast kollektivir sáttmálar fara úr gildi, eru individuellu sátt- málarnir framvegis gald- andi, sigur landsstýrismað- urin. Í hesi støðu merkir tað - hóast semingsuppskotið er vrakað - at limirnir í Starvsmannafelagnum hava skyldu at røkja sítt ar- beiði. Hetta líka til annað- hvørt Starvsmannafelagið boðar frá verkfalli ella Fíggjarmálaráðið boðar frá verkbanni. - Fíggjarmálaráðið hevur ikki boðað frá verkbanni, sigur Bárður Nielsen. Finnleif Guttesen Tvøroyri Í tí politiska lívinum sýnist tað at verða soleiðis, at tey ið tosa mest um eitt mál, fáa tað ongantíð, og er Tjóðveldisflokkurin eitt gott dømið um tað. Tað hevur verði nógv sagt og rópt frá Tjóðveldisflokk- inum, í meira enn eina hálva øld, uttan at nakað er komi burtur úr, á sjálvbjargning- arleið. Orsøkin sigst verða, at øll hini hava skylduna, serstakliga danir og so allir føroyingar ið velja aðrar politiskar flokkar. At Tjóðveldisflokkurin ikki vil síggja veruleikan í eyg- uni, má heimastýrislógin verða besta dømi um. Flokk- urin vil ikki góðtaka lógina, men teir sova og liva við henni, av henni, eftir henni og teir hava brúkt hana við húð og hár, í skjótt 60 ár. Øll hendan gartering, hevur víst seg at vera buld- ur í tómum tunnum, í royndini at fjala út yvir undirlutakenslur og ómegd í meira enn eina hálva øld, hjá Tjóðveldisflokkinum. Eitt orðatak ið passar væl til henda politiska flokk er: at einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki noyðist at gera tað sjálvur Tómar tunnur buldra mest