leygardagur 15. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 197 - 15. oktober 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
23. august fingu Jana Mari Olsen, Vágur og
Ragnar Hansen, Strendur, ein son. Hann var
37 cm. langur og vigaði 850 gr.
29. august fingu Marjun W. og Poul
Christoffur Thomassen, eina dóttur á
Gentofte Hospital. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3700 gr., hon eitur Birita.
22. september fingu Anna Maria og Egil G.
Olsen, Runavík, eina dóttur. Hon var 43 cm.
long og vigaði 1840 gr.
29. september fingu Katrin og Jóhannis
Lydersen, Frederikshavn, eina dóttir. Hon var
54 cm. long og vigaði 3980 gr.
6. oktober fingu Kjarta Johannesen og
Erland E. Jacobsen, Argir, eina dóttur. Hon
var 56 cm. long og vigaði 3700 gr.
7. oktober fingu Jóhanna P. við Streym og
Jóhan H. S. Mouritsen, Norðskáli, ein son.
Hann var 56 cm. langur og vigaði 4150 gr.
8. oktober fingu Naja Ellingsgaard og Magni
Mohr, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 50
cm. long og vigaði 3050 gr.
8. oktober fingu Heidi og Jan Heinesen,
Norðragøta, ein son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3460 gr.
8. oktober fingu Andrea og John Arnfinn
Reynstind, Sørvágur, ein son. Hann var 58
cm. langur og vigaði 4600 gr.
8. oktober fingu Marta Johannesen og
Rasmus Larsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 51 cm. long og vigaði 3255 gr.
9. oktober fingu Nathalia og Richard
Rognsoy, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm.
langur og vigaði 3975 gr.
9. oktober fingu Elisabeth og Peter Gaardbo,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og
vigaði 3140 gr.
9. oktober fingu Annika á Heygum og Heri
Djurhuus Dahl, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm. long og vigaði 3650 gr.
9. oktober fingu Jóhanna E. Heinesen og
Karl Jákup Hansen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 50 cm. long og vigaði 2800 gr.
10. oktober fingu Christina og Jørgin Pauli
Johannessen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var
48 cm. long og vigaði 2475 gr.
10. oktober fingu Birita Petersen og John
Heri Mouritsen, Sandavágur, ein son. Hann
var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr.
10. oktober fingu Ann Julia Benjaminsen,
Nes og Hans Anders Jacobsen, Strendur, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600
gr.
11. oktober fingu Eyð og Torfinn Viðoy,
Viðareiði, ein son. Hann var 55 cm. langur
og vigaði 3950 gr.
11. oktober fingu Jakoba Jensen og Arthur
Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54
cm. long og vigaði 3650 gr.
11. oktober fingu Maibritt Hansen og Kári
Matthiasson, Langasandur, eina dóttur. Hon
var 54 cm. long og vigaði 3600 gr.
Brúdleyp
Í dag, 15. oktober kl. 14.00 giftast í Glyvra
kirkju Sunrid Olsen og Gunnleif Rasmussen,
Skála.
Í dag, 15. oktober kl. 16.00 giftast í Sanda-
vágs kirkju Rúna Marna Olsen, Sørvágur og
Tony Lindal Davidsen, Sandavágur.
Í dag, 15. oktober kl. 16.00 giftast í Fugla-
fjarðar kirkju Leila Hentze Petersen og Jóhan
Hansen, bæði úr Fuglafirði. Tey, ið ynskja at
heilsa uppá brúðarparið, eru vælkomin til ein
drekkamunn heima hjá Dia Petersen á
Kambsdali leygarkvøldið kl. 21.00.
Prógv
24. september fekk Marjun Weihe Thomas-
sen prógv sum Cand. Merc í Applied Econo-
mics and Finance á Copenhagen Busines-
school.
29. september 2005
fingu Brindis R. og
Cecil Weihe, Tórshavn
hendan fitta drongin.
Hann vigaði 3545gr.
og var 52 cm langur
Føðingar
30. september fekk
Mildrið Birita, ið er 6 ár
eina lítlasystir, sum var 52
cm. long og vigaði 3500
gr. Foreldur teirra eru
Estrid Johanesen og John
Nielsen í Klaksvík
Týsdagin
18.
oktober
verður Óluva Jensen í
Skopun 60 ár. Óluva er
fødd
og
uppvaksin
í
Skopun. Dóttir til Jacob Eli
og Jóhannu Hansen. Hon er
elst av 7 systkjum. Hini
systkini eru Jancy, ið býr á
Toftum, Elisabeth í Skála-
vík, Eisinberg í Skopun,
Óla Christian á Toftum,
Símin í Havn og Eyðvør í
Húsavík.
Jóhanna og Jacob Eli
búðu inni hjá Elisabeth,
fosturmammu Jacob Eli,
tey fyrstu árini. Tá Óluva
var 8 ára gomul, fluttu
foreldur og systkin niðan í
»Garðar«, men Óluva bleiv
eftir hjá ommuni.
Sjálvt um Óluva vaks
upp hjá ommu, so var hon
ein partur av systkinaflokk-
inum, tí systkini hava altíð
verið sum eitt, sum man
plagar at taka til, Óluva er
góð við síni systkin og tey
við hana.
Óluva hevur altíð verið
røsk og ágrýtin, tá hon var
byrjað uppá nakað so
skuldi tað fullførast. Væl
hava hendurnar sitið, tí
røsk er hon til hendurnar,
serliga hevur henni dámt
væl at bundi, og ikki eru
tað so fá pløgg, hon hevur
lagt úr hondum.
Matgerðini liggur væl
fyri hjá henni, og eru løt-
urnar ikki so fáar í køk-
inum í Samljóð og aðra-
staðni, bæði til gaman og
álvara.
Hon vaks upp í einari tíð,
tá kúgvin var í kjallaranum,
hoyggjast skuldi og torv
arbeiðast, og alt skuldi
fáast heim, har lá hennara
partur ikki eftir.
Óluva hevur arbeitt innan
fyri heimarøktina í skjótt
30 ár, og hevur hon ofrað
seg fyri tey, ið hava hjálp
fyri neyðini, og hevur hon
fingið nógvar vinir fyri lív-
ið í sínum til tíðir strævna
og krevjandi arbeiði, men
tað hevur ikki tikið móti frá
henni.
Óluva er gift við Peturi
Jensen úr Skopun, og fingu
tey 3 børn. Leinu sum tey
mistu 10 ára gamla, Jacob
Eli og Marjun. Trý eru
ommubørnini blivin, Petur,
Leina og lítla Birita, sum
hava sítt stóra pláss í
ommusa hjarta, ja hon
gevur seg alla sum hon er
fyri sína familju.
Óluva hevur sanniliga
eisini áhuga fyri sam-
felagnum. Har hon er, har
er hon heil. Óluva er
javnaðarfólk, og hevur hon
verið
nevndarlimur
og
kassameistari í Sandoyar
sýslu javnaðarfelag í mong
Harrans ár. Somuleiðis
hevur hon sitið í skúla-
stýrinum fyri Skopunar
skúla og Sandoyar Megin-
skúla í fleiri ár.
Óluvu dámar ikki at blíva
róst, men orðatakið sigur at
»giv mig en blomst mens
jeg lever, så øjet kan frydes
derved«.
Óluva! tær verður ynskt
hjartaliga tillukku við 60
ára føðingardegnum og alt
tað besta framyvir.
Vit verða mong sum
koma í Samljóð, at gleðast
saman við tær og tínum
týskvøldið.
Óluva Jensen 60 ár
Í morgin, sunnudagin 16.
oktober, verður Eivin Dam
í Havn 70 ár. Eivin var í
mong ár ein av fremstu fót-
bóltsspælarunum í Føroy-
um.
Foreldrini vóru Anna og
Erik Dam. Tey búðu í
Sjúrðargøtu, og Eivin vaks
tískil upp sum rabarba, sum
tað plagdi at verða nevnt.
Anna og Erik fingu níggju
børn – William, Anna
Poulina, Brynjolv, Frank,
Helena, Tróndur,
Una,
Torbein og Eivin. Eitt av
lyndiseyðkennunum
hjá
teimum hevur verið, at tey
hava verið sera fryntlig og
fyrikomandi, og hetta er
ikki minst galdandi fyri 70
ára føðingardagsbarnið.
Trý teirra doyðu blaðung
av sjúku. Helena í 1942 og
William og Poulina í 1946.
Hini
búsettust
øll
í
Havnini. Eftir á lívi eru
Frank, Una og Eivin.
Eivin lærdi til elektrikara
hjá Einari Mikkelsen. Eftir
at hava arbeitt hjá Einari
Mikkelsen, fór Eivin í starv
hjá SEV, og har var hann,
inntil hann í 2003 fór úr
starvi.
Í 1950 fór Eivin at spæla
á dreingjaliðnum hjá HB. Í
1952 var hann onkra ferð-
ina á 1. liði, og frá 1953 og
til 1968, tá ið hann gavst at
spæla fótbólt, var hann á
besta HB liðnum. Nógvu
tey fyrru árini var Eivin
sera málsøkin miðfram-
herji, sum hevði framúr
gott skot, og tey seinnu
árini var hann miðverji.
Ikki minst tá komu góðu
evnini at lesa spælið hon-
um og HB til góðar.
Eivin var fyrstu ferð á
landsliðnum í 1955 - sama
árið sum hann var við til at
vinna fyrsta FM heitið
yvirhøvur til HB - og hann
spældi fimm landsdystir.
Tveir vóru móti Íslandi B,
og tríggir landsdystir vóru
móti Hetlandi. Eivin skor-
aði fimm mál á landsliðn-
um. Tey gjørdi hann øll, tá
ið Føroyar 20. august í
1961 í Gundadali vunnu 6-
1 á Hetlandi.
Eivin hevði hegni til so
mangan ítrótt, og hann
royndi seg eisini í øðrum
ítróttargreinum enn fót-
bólti. Hann róði kapp við
bátum hjá Havnar Róðrar-
felag, hann vardi í fleiri ár
málið hjá Neistanum í
hondbólti, og hann var
eisini stinnur borðtennis-
spælari. Í 1961 vann hann
saman við Birgiri Hansen
FM í tvímansleiki. Teir um-
boðaðu borðtennisfelagið
Roynd.
Eivin Dam er giftur Lilly,
sum er ættað úr Nesinum í
Vági. Tey bygdu á trøðni,
sum pápin hevði í Markna-
gili, og har búgva tey
framvegis. Lilly og Eivin
eiga trý børn - Hans, Eilen
og Einar. Eilen býr í Vági,
og dreingirnir búgva í
Havnini. Eivin eigur seks
abbabørn - tvær gentur og
fýra dreingir.
Eivin Dam 70 ár
Dagurin
15. oktober. Heiðveig, deyð í 1243. Hon var
greivadóttir úr Bayern og giftist hertoganum
Heinriki 1 í Slesiu.
16. oktober. Gallus, deyður í 640. Írskur
munkur, sum læt kleystrið St. Gallen við
Bodenvatnið byggja. Doyði 95 ára gamal.
17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525.
Biskupur í orange í Fraklandi; kendur úr
søguni av fleiri kirkjufundum, har hann hevur
verið við, men annars vit teir einki um hann at
siga.
Mikkjal á Ryggi varð føddur hendan dagin
í 1879.