Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Edit Joensen, Klaksvík fór úr kapellinum á Klaks- víkar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kristianskirkjuni leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Edit kunnu í staðin lata eina peningagávu til Nirðistovu á Noroya Røktarheimi. Konto í Norðoya Sparikassa. Jákup Pauli Sunds- skarð, Klaksvík, and- aðist í heiminum miku- dagin 12. oktober, 57 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Christians- kirkjuni sunnudagin 16. oktober klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæri maður, pápi, abbi, langabbi og verpápi Magnus Louis Poulsen vanliga nevndur Louis í Kunoy andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús, deild M, tøkk fyri, at tit vóru so væl um hann, tá ið hann var har hjá tykkum. Tøkk til tykkum, sum góvu tykkum stundir til at vitja hann á sjúkrahúsinum. Tøkk til øll, sum góvu eina hjálpandi hond, til prest, klokkara, dekn, organist, førari á líkbili og gravara. Takk til organist í kapellinum, til allar talarar, til allar tær góðu bønir. Takk fyri blómur, kransar og aðrar gávur. Takk fyri e-mail og telefax, takk fyri uppringjan og tykkum, sum komu inn á gólvið. Tøkk til øll, sum hava latið missiónshúsinum EMMAUS eina gávu til minnis um Louis í Kunoy Takk fyri sýnda samkenslu.Takk fyri, at tit góvu tykkum stundir til at fylgja manni mínum og pápa okkara til sín seinasta hvíldarstað her á foldum Tøkk øll somul, sálmur 23.4 Familjunnar vegna Eskilda Jakoba, Elvira, Petra, Fríhild, Óla Jákup, Petur Olaf, Øssur og Julius Gud vælsigni okkum øll Tøkk Øllum, sum á ymsan hátt heilsaðu mær á 80 ára degnum takki eg hjartaliga. Poul Danielsen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Ella Hansen Hósvík andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvs- og búfólk á Ellis og Røktarheiminum í Vágum, har hon føldi seg so væl. Tøkk til tykkum, ið stuðla hava Cystisk Fibrosefelagnum Tøkk øll somul. Familjunnar vegna Børnini Tíðindaskriv Dreingjakórið Undir Brúnni fer at venja aftur mánadagin 17. oktober frá kl. 17 í Býl- ingahúsinum undir Brúnni. Hildið verður á til jóla. Dreingir, ið hava hug at syngja, kunnu koma at venja. Aldursmarkið er 8 ár og uppeftir. Tórshavnar alfrøði: Lærara- útbúgvingin í 1926 Á hesi myndini av lærara- fólkum sum fingu prógv í 1926, eru fleiri nøvn og persónar sum ikki eru fing- in upp á pláss. Aftara rað f.v.: ókendur, ókendur, Marius Johanne- sen (Funningur), Sámal Johansen (Haldórsvík), Christian Haraldsen (Eldu- vík), Martin Joensen (Sandvík) og Jacob av Skarði (Havn). Næstaftasta rað f.v.: J. Waagstein, lærari, ókendur, ókendur, frk. Cohr. lærar- inna, Anna Elisabeth Mat- ras (Viðareiði) og ókend. Næstfremst f.v.: ókendur, ókend, ókend, ókend, ókend, ókend, Petra Højgaard (Rituvík), og Holger Bærentsen (Havn). Fremst f.v.: Kristian Høj (Strendur), Petur Michel- sen (Syðrugøta), ókendur og ókendur. Nøvnini á teimum 10 sum ikki eru komin upp á pláss, eru hesi: Marin Berg, Funningur, Hákun Dam, Skopun, Elieser Johanne- sen, Glyvrar, Ella Johan- sen, Klaksvík, Helena Olsen, Velbastaður, Jacob Olsen, Sandavágur, Ebba Rein, Havn, Súsanna Samuelsen, Haldórsvík, Jenny Simonsen, Saltang- ará, og Maria Vang, Kald- bak. Tey vóru 20 sum fingu læraraprógv í 1926. Hví 23 persónar eru á myndini, vita vit ikki. Myndin er tikin, eftir at tey hava fingið prógv í fimleiki. Heitt verður á lesarar, sum kenna fólk á myndini um at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Dreingjakórið Undir Brúnni at venja aftur