Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 • leygardagur • 15. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Lagnuløta millum teir næst- bestu Um tað eydnast toftamonnum at fáa stig við sær burtur úr torføru avbjóð- ingini í Vágum, verða møguleikarnir fyri beinleiðis upp- flyting rættuliga góðir 2. DEILD Jóannes Hansen Einki verður avgjørt fyrr- enn um eina viku í næst- bestu deildini. Men B68 skal til próvtøku seinna- partin í dag, tá ið teir skulu spæla á Valloyruni í Sandavági. B71 var til próvtøku har vesturi fyri tveimum vikum síðani, og teir dumpaðu, tí FSV04 vann 3-0. Um B68 einki fær burturúr vágaferðini, og um B71 fer at fáa fulla úrtøku á heimavølli móti B36, so fer uppflytingin aftur at vera í hondunum á sand- oyingum. Tað fær illa verið meiri spennandi í 2. deild, har B68 í síðsta umfarinum skal spæla á heimavølli móti longu niðurflutta GÍ, og B71 skal spæla í Hvalba. B68 venjarin, Julian Johnsson, fegnast um, at tað nú hevur lagað seg so- leiðis, at tað aftur er upp til B68 at gera av, um teir skulu vinna 2. deild og harvið flyta upp. Men hann ásannar samstundis, at tað er alneyðugt at vísa góðan hugburð og stríð- ast fyri søkini. Úrslitið móti B71 vísti, at FSV04 ikki er at spæla við. Tá ið B68 vann 6-1 á LÍF, var Ovi Magnussen leikbannaður, og Øssur Hansen noyddist heilt skjótt av vøllinum, tí hann var skaddur. Ovi verður við í dag, og av Toftum verður sagt, at tað eru útlit fyri, at Øssur Hansen eisini verður við. B68 stuðlar skipa fyri bussferð vestur til Sanda- vágs seinnapartin í dag. FSV04 er undan næst- síðsta umfarinum á bronsuplássinum. Teir hava 34 stig og eru tvey stig undan AB, sum skal spæla í Gundadali móti HB. Á Argjum endaði tað 2-2, tá ið HB vitjaði. 0+ TB og VB í somu gongu Í dag fara suðuroyar- feløgini at ganga í somu skrúðgongu, og í morgin fara tey á Sevmýri at stríðast um at sleppa undan beinleiðis niður- flytingini UPPTAKT Jóannes Hansen Í dag fara fótbóltsspælarar- nir í Vági og á Tvøroyri at ganga í somu skrúðgongu. Tað fara teir í sambandi við móttøkuna av Smyrli. Øll ítróttarfólkini eru stevnd at vera við í móttøkuni. VB og TB eru ávikavíst niðast og næstniðast á støðutalvuni. Málið er ikki formliga viðgjørt í feløgun- um, og tí er sjálvandi eingin avgerð tikin. Men tað er ein sannroynd, at tað tær sein- astu vikurnar hevur verið nógv tosað í Suðuroy um møguleikan at kasta saman í felags lið í bestu deildini. Stóri glottin hesa ferð er, at fótbóltsfeløgini í Suðuroy sleppa undan verkfallinum, sum so ofta hevur argað tey. TB og VB skulu stríðast um at sleppa undan niðurflyt- ingarplássinum. Støðan er lítið hugalig, og møguligur tapari á Sevmýri í morgin verður heilt illa fyri. Um tað eydnast TB at vinna, so er stórur møguleiki fyri, at teir sleppa undan bæði aftasta og næstaftasta plássinum, meðan VB fyrst og fremst hugsar um at sleppa av aftasta plássinum, áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av EB/Streymi. Eru væl fyri Úr Suðuroy er bara gott at frætta, tá ið tað snýr seg um manningarnar. Serliga á miðvøllinum hevur VB ver- ið illa fyri seinastu ferðirnar. Men nú sær betri út. Edvard Ble var leikbannaður sein- ast. Hann er tøkur aftur. Milan Kulic hevur tvær tær seinastu ferðirnar sitið utt- anfyri, tí nøsin er brotin í tveimum støðum. Í hesi vik- uni hevur Kulic vant. Um hann er komin seg heilt eftir skaðan, hann hevði heim við úr Íslandi, er kanska iva- samt, men tað er greitt, at hann verður á VB miðvøll- inum í morgin. Hann fer at spæla við masku, ið skal verja nøsina. Palli Augustinussen var heima, tá ið VB spældi móti NSÍ. Palli skuldi koma heim aftur úr Dan- mark upp undir vikuskiftið. - Støðan er øllum greið, og vit fyrireika okkum so gott, sum tað ber til. Um vit einki fáa suður aftur við okkum, so verður síðsti møguleikin hjá okkum at sleppa undan beinleiðis nið- urflyting at fáa GÍ aftur í síðsta umfarinum. Men tað verður treytað av, at gøtu- menn einki fáa á heimavølli móti B36 og á Skála. Tað kunnu vit ikki líta á. Tí mugu vit fyrst og fremst hugsa um at syrgja fyri okk- um sjálvum, siga vágbingar. Á Sevmýri er fótbóltslag- ið so gott, sum tað kann vera. - Heimasigrarnir tvær tær síðstu ferðirnar móti GÍ og Skála hava givið nýggjan íblástur til venjingina, um- framt at TB ikki longur er á aftasta plássinum. Men vandin er ikki av, og tí er al- neyðugt at fáa góða úrtøku móti vágbingum, verður sagt av Tvøroyri. TB skal í síðsta umfarinum spæla í Fuglafirði. Manningarliga eru teir so væl fyri, sum tað ber til á Sevmýri. Dan Mortensen skuldi undan vikuskiftinum koma heim úr Danmark. Jón Johannesen hevur verið leikbannaður tríggjar tær seinastu ferðirnar. Nú er hann tøkur aftur, og so er er tað upp til venjaran at gera av, um Jón skal fáa pláss millum teir fyrstu ellivu, eftir at TB tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið. Hetta er fyrsta ferðin, at VB vitjar á Sevmýri í ár. Í áttanda umfarinum 11. mai vann TB 1-0 í Vági, og í 17. umfarinum 17. juli vann VB 5-1 á TB á Vágseiði. Ein møguligur tapari á Sevmýri sunnudagin verður heilt illa fyri í stríðnum at sleppa undan niðurflyting Í Klaksvík hava kvinnurnar funnið nýtt met, sum tær ætla at seta sær seinnapartin í dag 1.DEILD KVINNUR Jóannes Hansen Í dag verða tveir teir síðstu dystirnir í kvinnukapping- ini spældir. EB/Streymur og FSV04 hava longu spælt á Mølini, har tað endaði 1-1. Í Gøtu skulu GÍ og AB stríðast um bronsu- merkini. GÍ hevur 23 stig, og AB hevur 22 stig. Í Klaksvík skulu meist- ararnir úr KÍ og silvur- vinnararnir úr B36 spæla, áðrenn gull og silvur krón- urnar verða handaðar, og áðrenn KÍ fer at fáa steyp- ið, sum tær nú hava vunn- ið til ognar. Hetta er sætta árið á rað, at óføru KÍ kvinnurnar eru meistarar. Tað ræður um at finna nýggjar avbjóðingar, og nú hava tær í Klaksvík sett sær fyri, at vinna FM við fimtan stigum á muni til næsta liðið. Í 2003 var munurin aftur til B68 tíggju stig. Undan upp- gerðini í Klaksvík klokkan 15 í dag er KÍ 12 stig frammanfyri B36. Teir seinastu dagarnar hevur KÍ spælt tríggjar ferðir. 2-2 á Argjum var kanska eitt sindur óvænt- að. Síðani vann KÍ 9-1 á heimavølli móti FSV04, og í vikuni vunnu tær út- setta dystin móti GÍ 9-0. Tá ið málini eru so mong, er møguleiki fyri, at hagtølini ikki altíð vera heilt neyv. Liðformaðurin hjá KÍ, Malena Josephsen, hevur á heimasíðu síni iva- leyst besta hagtalstilfarið, sum er til skjals um kvinnufótbóltin. Skreytið skal býtast út Dystaryvirlit Fótbóltur - Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 16.10 HB-KÍ Dagfinn Olsen 16.10 NSí-ÍF Jens Petur Brattalíð 16.10 TB-VB Petur Reinert 16.10 EB/S-Skála Georg Rasmussen 16.10 GÍ-B36 Páll Augustinussen 2. deild 15.10 GÍ-LÍF Andrew Christiansen 15.10 HB-AB Hans F. Hansen 15.10 Sumba-Royn Ransin N. Djurhuus 15.10 B36-B71 Dan Højgaard 15.10 FSV04-B68 Jens Petur Brattalíð 1. deild kvinnur 15.10 EB/S-FSV04 Jón Sigurd Gleðisheygg 15.10 GÍ-AB ÍF 15.10 KÍ-B36 Jan á Líðarenda Hondbóltur - Sunset-kappingin 14.10 Søljan-Stjørnan Hallur & Petur 15.10 Neistin-Kyndil Eyðun & Andreasen 15.10 StÍF-VB Karsetn & Kristian 15.10 VÍF-Tjaldur Kristian & Sámal 16.10 Kyndil-StÍF Kristian & Sámal 16.10 Stjørnan-Neistin Heri & Dánjal 16.10 Tjaldur-Søljan Rúni & Ragnar 16.10 VÍF-VB Eyðun & Andreas Atlantic Airways-kappingin 15.10 Neistin-Kyndil Eyðun & Andreas 15.10 StÍF-KÍF Karsten & Kristian 15.10 VÍF-H71 Kristian & Sámal