Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

GÍ-B36: Sámal veit ikki um sovorðið HB-KÍ: Uppskriftin verður tann sama Ingi Højsted er leik- bannaður, tá ið B36 kann gerast meistari, og tá ið GÍ kann detta nærri niðurflytingini UPPTAKT Jóannes Hansen Um tað í morgin ikki eydn- ast GÍ at fáa stig móti B36, so verður GÍ nummar níggju undan ferðini út á Skála um eina viku. Hetta staðfestir GÍ liðfor- maðurin, Sámal Joensen, sum hevur verið við til at vinna so nógv FM við barndómsfelagnum: - Vit eru í trongum skóm, og tað er týdningarmikið hjá okkum at fáa stig. Eg havi ongantíð vitað um sovorðið kappingarár. Vit hava mist tríggjar spælarar, sum hava verið við fyrr í ár, og sum nú eru fluttir av landinum. At onkur hevur trupulleikar við liðbondunum er ikki annað, enn tað kann roknast við. Men at fleiri spælarar skulu ganga gipsaðir í senn. Tað hevur verið so óheppið, sum eg ongantíð havi vitað um áður, staðfestir Sámal Joen- sen og vísir eitt nú á, at teir hava brúkt seks málverjar í ár. Móti B36 eru allir GÍ spælararnir tøkir. Eisini miðverjin Kaj Ennigarð, sum var burturi á lestrar- ferð, tá ið GÍ spældi móti EB/Streymi. B36 floksmenn skipa fyri bussferð til Gøtu. Í B36 kenna teir møguleikan, sum er, at FM heitið kann gerast veruleiki í morgin, um HB og Skála tapa, og B36 vinnur í Gøtu. - Vit hugsa bara um okk- ara uppgávu. Hon er iva- leysa stór avbjóðing. Móti KÍ megnaðu vit ikki at fáa mál. Um vit skulu hugsa um at vinna FM, so mugu vit fáa bóltin í mótstøðu- málið, sigur B36 stríðs- maðurin Klæmint Matras, sum roknar við torførari uppgávu, tá B36 fyri fyrstu ferð í ár skal til Gøtu. Í Gundadali hevur B36 vunnið 3-0 og 3-1 á GÍ fyrr í summar. Nýggi lyklaspælarin á landsliðnum, Ingi Højsted, er leikbannaður, og verður tískil ikki á B36 miðvøllin- um í morgin. KÍ fer aðru ferð á rað í Gundadal at verja tað, sum teir hava, meðan tað hjá HB er neyðugt at fáa størri úrtøku, enn B36 megnaði móti KÍ, um FM møguleikin framvegis skal vera í hondunum á meistarunum UPPTAKT Jóannes Hansen Fyri fjúrtan døgum síðani eydnaðist tað klaksvíking- um at sleppa úr Gundadali við stignum, sum teir í út- gangsstøðuni høvdu. B36 trýsti, og serliga í 2. hálv- leiki var KÍ aftari á vøllin- um, enn teir frammanund- an høvdu ætlað sær at verið. Málmøguleikarnir vóru nógvir, men Mein- hardt Joensen var sannur brandur í KÍ málinum. Nú er uppgávan hjá HB at fáa bóltin í KÍ málið. Tað ræður um at fáa mál sum skjótast. Um tað eydnast, so fara fyritreytirnar hjá klaksvíkingum sjálvandi ikki at vera soleiðis, sum tær undan dystarbyrjan eru. Hetta er fyrsta ferðin, at HB í ár hevur vitjan av KÍ. HB hevur tvær ferðir verið í Klaksvík, og í báðum førum hevur talan verið um mál- ríkar uppgerðir. Í fyrsta um- farinum vann KÍ 4-3, og í 17. umfarnum vann HB 3-2. Tá ið tað restaði eitt korter var heimaliðið á odda 2-1. Í heyst hevur tað gingið ógvuliga væl hjá HB, sum nú er so mikið væl fyri, at tað er upp til teir sjálvar at gera av, um teir skulu vinna fjórða FM heitið á rað. - Tølini siga, at vit standa okkum best í Gundadali, og tað kann ikki sigast annað enn at vera ynskistøða, at vit í tveimum teimum síðstu umførunum skulu spæla móti KÍ og B36 í Gunda- dali, verður sagt úr HB. Allir HB spælararnir eru tøkir uttan Janus M. Joen- sen, sum er leikbannaður, og sum eisini fekk dyggan løst í Fuglafirði næstsíðsta sunnudag. Jákup á Borg var leik- bannaður í Fuglafirði. Tað er hann ikki hesa ferð. Jákup er eisini komin fyri seg eftir lærskaðan, sum helt honum burtur frá landsliðsferðini til Ísraels. Men Jákup hevur ikki vant í hesi vikuni. Vøddaskaðin í búkinum, sum hevur vitj- að um hesa tíðina á árinum seinastu 3-4 árini, er aftur upp á spæl. Í HB vóna teir tó, at Jákup verður førur fyri at spæla í morgin. Meðan HB hevur FM vónirnar í huga, so er tað framvegis neyðugt hjá klaksvíkingum at fyrihalda seg til møguleikan, at teir kunnu flyta niður. Tað skal tó vilja illa til, um tað skal ganga so út av lagi illa. Um teir megna eitt stig í morg- in, so átti tann møguleikin at verið burtur. - Allir spælararnir eru tøkir, og uppgerðirnar móti HB fyrr í ár kundu boðað frá, at okkum nýtist ikki at avskriva møguleikan fyri úrtøku. Vit trívast væl í Gundadali, og vit ætla at gera okkara besta, siga teir í Klaksvík. Tá ið KÍ spældi móti B36 í Gundadali, noyddist Eyð- un Klakstein tíðliga av vøllinum orsaka av skaða. Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni. Nr. 197 - 15. oktober 2005 15 EB/S-SKÁLA Lagnuløta á Mølini Talan er um endur- tøku frá fyri einum ári síðani, tá ið heið- ursmerkini stóðu upp á spæl, og tá ið Skála fór við øllum UPPTAKT Jóannes Hansen Fyritreytirnar undan sunnudegnum á Mølini eru umleið tær somu, sum tær vóru, tá ið EB/Streym- ur og Skála fyri einum ári síðani hittust í síðsta umfarinum á Mølini. Ta ferðina spældu Eysturoyar feløgini um bronsuna, sum bæði feløgini høvdu møguleika at vinna fyri fyrstu ferð nakrantíð. Skála vann 1-0. Í morgin er uppgávan hjá Skála at verja bronsu- plássið, og so vóna teir, at havnarfeløgini fara at snáva soleiðis, at møgu- leikin hjá Skála verður størri at vinna betri skreyt enn bronsu, tá ið teir í síðsta umfarinum fara at spæla á heimavølli móti GÍ. Á Eiði hevur tað rættu- liga verið kapping um plássini tær seinastu ferð- irnar. Men nú sær ikki heilt so gott út við fólki. Pacek er leikbannaður, og ein annar miðverji, Fróði Clementsen, hevur trup- ulleikar við rivjabeini, sum bera við sær, at hann verður neyvan førur fyri at spæla. Brian Olsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið tætt at liðn- um, varð skaddur undir venjing hóskvøldið. Á hinari síðuni kemur tað væl við, at Hans Pauli Samuelsen, sum fyri stór- um mánað síðani breytt bein í fótinum, hevur ver- ið aftur og vant. Teir rokna við, at hann verður við. Kanska verður hann í fyrsta atløgu á beinkin- um. Higartil hevur eingin EB/Streymur spælari verið á landsliðnum. Tí- skil var venjingin í síðstu viku ikki órógva av Ísraels ferðini. Heldur var tað av veðrinum, at teir á Mølini vóru órógvaðir. Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen eru komnir aftur úr Tel-Aviv. Á Skála tóku teir tað í síðstu viku eitt sindur róliga í illveðrinum, men í hesi vikuni hava teir aftur vant við fullari ferð. Tað er greitt, at Bjarni Jørgensen verður ikki við á Mølini. Hann royndi at spæla á Sevmýri, men tað gekk ikki. Milic Curcic var leikbannaður seinast, men tað er eitt sindur iva- samt, um hann verður førur fyri at spæla orsaka av skaða. Hanus Thor- leifsson og Alexandur Jo- hansen eru eisini eitt sind- ur ivasamir. Eingin teirra vandi við fullari ferð hóskvøldið. Skála og EB/Streymur hava spælt tvær ferðir fyrr í ár. Í øðrum umfari end- aði tað málleyst á Mølini, og í 17. umfarinum end- aði fínur toppdystur á Skála 1-1. Síðani tá hava EB/- Streymur og serliga Sorin Anghel havt rættuligan undanvind, meðan tað hevur gingið eitt sindur meiri striltið hjá Skála. v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 25 13 - 9 - 3 34 15 19 48 2 HB 25 14 - 5 - 6 63 32 31 47 3 Skála 25 12 - 10 - 3 52 28 24 46 4 NSÍ 25 12 - 8 - 5 48 38 10 44 5 EB/Streymur 25 11 - 9 - 5 47 33 14 42 6 ÍF 25 6 - 8 - 11 31 53 -22 26 7 KÍ 25 7 - 4 - 14 34 44 -10 25 8 GÍ 25 6 - 4 - 15 32 54 -22 22 9 TB 25 5 - 6 - 14 26 47 -21 21 10 VB 25 5 - 5 - 15 33 56 -23 20 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B68 16 13 - 2 - 1 61 13 48 41 2 B71 16 12 - 2 - 2 60 12 48 38 3 FSV04 16 11 - 1 - 4 47 16 31 34 4 AB 16 10 - 2 - 4 42 32 10 32 5 HB 16 7 - 1 - 8 40 38 2 22 6 Royn 16 5 - 2 - 9 22 50 -28 17 7 Sumba 16 5 - 1 - 10 31 60 -29 16 8 LÍF 16 4 - 3 - 9 41 47 -6 15 9 B36 16 4 - 3 - 9 18 39 -21 15 10 GÍ 16 0 - 1 - 15 16 71 -55 1 Í NSÍ hava teir ikki heilt avskrivað FM møguleikan, men í fyrstu atløgu hugsa teir bara um at fáa fatur á bronsumerkj- unum UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er møguleiki fyri, at NSÍ undan síðsta umfarin- um kann vinna seg fram á bronsuplássið. Tað gera teir, um teir á heimavølli fáa fult móti ÍF, og um Skála tapir á Eiði. Hvørjar vánirnar hjá NSÍ annars fara at vera, valdast um úr- slitini í øðrum dystum: - ÍF stendur seg ofta væl móti NSÍ og serliga í Runavík. Vit vunnu akkurát 2-1 í Fuglafirði, og í Runa- vík endaði tað fyrr í summ- ar 1-1. Tí savna vit okkum fyrst og fremst um hesa uppgávuna, men sjálvandi er tað áhugavert at spæla við tølini, nú kappingin er so ógvuliga spennandi. Tað sigur NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, sum hevur allar sínar spælarar tøkar. Burtursæð frá Ike, sum ikki venur og er við at fara av landinum aftur. Dreymurin í Runavík er, at tað skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið, og møgu- leikin spøkir framvegis. Men so skal alt laga seg NSÍ til fyrimunar. Í fyrstu atløgu skal NSÍ fáa fult móti ÍF og KÍ, sum teir í Runavík rokna við eru sloppin undan niðurflytingarhóttanini. Harafturat er neyðugt, at B36 og HB ikki fáa fult í tveimum teimum síðstu um- førunum - og tað vil eisini siga, at tað í síðsta umfarin- um fer at enda javnt millum grannarnar í Gundadali - og at Skála ikki vinnur báðar dystirnar, sum teir hava eftir. Gongur alt hetta upp, fer NSÍ í minsta lagi at enda við sama stigatali sum B36, og so fer FM heitið fyri fyrstu ferð til Runavíkar, tí NSÍ er omaná í innanhýsis uppgerðunum við B36. Men alt hetta er spæl við tølum, undirstrika teir í Runavík. Tað snýr seg nú um avbjóðingina móti ÍF. Í Fuglafirði hava teir fýra tær seinastu ferðirnar fing- ið stig, og teir eru so væl fyri, sum tað ber til, undan ferðini til Runavíkar. - Tað er kapping um plássini, og lagið er gott, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen. Poul Ennigarð, sum leingi hevur verið skaddur, er tøkur aftur. Hann verður við, men honum restar dystarvenjing, tí hann hevur ikki spælt rættuliga síðani tíðliga í summar. Atli Petersen og Tórður Thomsen eru komnir aftur av lestrarferð. NSÍ-ÍF: Spæla við tølini í Runavík