Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 197 - 15. oktober 2005 TB og ÍF tykjast vera liðini, sum í størstan mun hava hagtølini í sín part undan vikuskiftinum. Í øllum før- um hevur ÍF altíð havt okk- urt við sær, tá teir fara úr aftur Runavík, og á Sev- mýru hevur VB ikki fingið fulla úrtøku. Í øllum førum ikki seinasta tíggju ára skeiðið. Annars er vert at leggja til merkis, at hóast GÍ-yvir- vág móti B36, so hevur B36 ikki tapt í Gøtu síðani 20001, og í Havn hevur HB eftir hondini gott tak á KÍ, sum tó hevur argað nakað. Talvan sýnir, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg í tilsvarandi uppgerðunum seinastu tíggju árini. Tølini tala Áðrenn Shanghai: HM-kappingin fyri lið verður avgjørd Koyringin á Shanghai breytini í Kina er seinasta formel 1 koyringin á árinum FORMEL 1 Niels Uni Dam Hetta er nítjanda koyringin í ár og hetta er met. Og enn er kappingin um heims- meistaraheitið fyri lið víðopin. McLaren-Mercedes mistu oddasessin í hesi kapping í seinastu koyring, tá Jaques Villeneuve kroysti McLaren-Mercedes bilin hjá Juan Pablo Mon- toya av breytini, so sjálvt um liðfelagin hjá Montoya Kimi Räikkönen vann á Suzuka breytini í seinastu viku, so gjørdu Renault bilarnir á øðrum og triðja plássi ikki mætari enn, at endurvinna oddasessin í kappingini fyri lið, ein sess sum Renault hevði havt alt árið. Renault hava nú 176 stig móti teimum 174 hjá McLaren-Mercedes. Räikkönen er sera kvikur Avbera flotta koyringin hjá Kimi Räikkönen á Suzuka, har hann koyrdi av seytj- andu byrjunarstøðu upp at taka oddasessin frá Gian- carlo Fisichella í Renault, vísti, at McLaren hava bil- in, sum smyr øll og alt av. Meðan Alonso, ið fór av sekstandu byrjunarstøðu upp á triðja pláss, vísti koyring í heimsflokki. Hó- ast koyringin á Suzuka telist millum tær mest spennandi í nýggjari tíð, gjørdist tað ongantíð teir stóru nærdystirnir millum Alonso og Räikkönen, sum formel 1 verðin hevur bíða eftir í alt ár. Vit kunnu vóna, at hetta verður koyr- ingin, har teir báðir sum eru nummar eitt og tvey í kappingini um heimsmeist- araheitið fyri koyrarar bresta saman. Ferrari halta Í fjør varð koyrt á Shanghai breytini á fyrsta sinni, Rubens Barrichello í Ferr- ari vann, men í ár er nokk lítil ivi um, at Ferrari ikki fer at blanda seg í stríðið um fyrsta pláss, Rubens megnaði ikki frægari enn ellinta pláss á Suzuka, og liðfelagin sjeyfaldi heims- meistarin Michael Schu- macher stríddist har fyri at fáa sítt sjeynda pláss. Seinasta koyringin hjá BAR Mest skuffandi framførsl- una á Suzuka stóu BAR- Honda fyri. Takuma Sato vísti enn einaferð sína verstu síðu, tá hann rendi á Jarno Trulli og varð dis- kvalifiseraður á heima- breytini. Nógv rok hevur verið um hesa hending, og leingi sá tað út sum, um royndarkoyrarin hjá BAR- Honda Anthony Davidson skuldi koyra í staðin fyri Sato í Kina. Men ósemjan er av, og Sato koyrir sam- bært F1.com í hesi, síni síðstu koyring fyri BAR- Honda. Jenson Button, ið byrjaði av aðru byrjunarstøðu og var eitt av bestu boðunum um ein vinnara, megnaði slettis ikki at fylgja við, og endaði ikki frægari enn á fimta plássi. Í fjør stríddist Jenson Button við Rubens Barrichello og Kimi Räik- könen um sigurin, og teir endaðu við 1,4 sekundum millum fyrsta og triðja pláss. Alt kann henda Við bert einari viku millum koyringarnar, og øllum lið- unum í fjareystri langt frá royndarbreytunum og sín- um høvuðssætum, er iva- samt um har verða stórar broytingar í hvussu bilarnir klára seg. Men hetta er jú formel 1, og alt kann henda. Tey trý fíggjarliga veikastu formel 1 liðini Minardi, Jord- an og Sauber koyra sunnudagin seinastu formel 1 koyringina. FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tey trý lítlu formel 1 lið- ini Minardi, Jordan og Sauber koyra sunnudagin sína seinastu koyringn. Minardi hevur verið í formel 1 í 22 ár, Jordan í 15 ár og Sauber í 13 ár. Jordan er tað av liðunum, ið hevur klárað seg best, við fýra sigrum, er hetta einasta av hesum trimum liðum, sum hevur vunnið eina koyring, í kappingini um heimsmeistaraheitið í formel 1. Funnu Schumacher Hóast liðini ikki hava kappast um heimsmeist- araheitið hava tey spælt ein stóran leiklut í at gera formel 1 til tað, sum tað er. Hetta eru trý lið, sum hava funnið koyrar sum Allesandro Nannini, Alex Zanardi, Michael Schu- macher, Fernando Al- onso, Giancarlo Fisi- chella, Kimi Raikkonen, Jarno Trulli, Felipe Massa, Rubens Barric- hello, Eddie Irvine, Heinz Harald Frentzen, Ralf Schumacher og Takuma Sato. Hesar stjørnur hava í hesum liði fingið fyrsta møguleikan at koyra í formel 1. Tilsamans hava hesir koyrar vunnið 136 formel 1 koyringar. Men frá næsta kapping- arárið eru Jordan - Mid- land Racing, Minardi - Red bull II og Sauber eitur BMW. BAR verður Honda Umframt hetta hevur Honda keypt partabrøvini í BAR-Honda frá British American Tobacco, og hetta liðið skiftir navn til Honda næsta kappingarár. Hetta er sostatt endin á British American Racing, ið byrjaði í formel 1 við, við at siga, at tey fóru at vinna fyrstu koyringa av fyrstu byrjunarstøðu, og gerast heimsmeistarar fyrsta árið. Hóast liðið gjørdist nummar tvey í kappingini um heims- meistaraheitið í fjør, hava tey onga koyring vunnið hesi fimm árini í formel 1. Enn eitt lið Leysasøgur hava gingið um, at McLaren Merce- des skuldi hava eitt eyka- lið næsta kappingarár, men hetta sær ikki út til at vera satt. Tó verður eitt ellinta lið við næsta kapp- ingarár, og Honda skal lata motorar til liðið. Git- ingar eru frammi um, at hetta verður eitt japanskt lið, ið fyrrverandi formel 1 koyrarin Aguri Suzuki stendur aftan fyri, somu søgur siga, at Takuma Sato skal koyra fyri hetta liðið næsta kappingarár. Tey lítlu gevast Um kinversku koyringina á Shanghai Umferðir: 56 Breytarlongd: 5,451 km Skjótast umferð: Michael Schumacher 2004 (Ferrari)1 minutt 32,238 sekund Longdin á koyringini: 305,066 km Núverandi koyrari sum hevur vunnið á Shanghai: Rubens Barrichello 2004 (Ferrari) Keldur: www.f1.com og www.forix.com FAKTA Støður HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso 123 2 Kimi Räikkönen 104 3 Michael Schumacher 62 4 Juan-Pablo Montoya 60 5 Giancarlo Fisichella 53 6 Jarno Trulli 43 7 Ralf Schumacher 39 8 Rubens Barrichello 38 9 Jenson Button 36 10 Mark Webber 34 HM fyri lið 1 Renault F1 176 2 McLaren-Mercedes 174 3 Scuderia Ferrari 100 4 Toyota Racing 82 5 Williams-BMW 64 6 BAR Honda 37 7 Red Bull Cosworth 30 8 Sauber Petronas 17 9 Jordan Toyota 12 10 Minardi Cosworth 7