leygardagur 15. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 197 - 15. oktober 2005
"Góðu ferðafólk. Vit biðja orsaka
seinkingina av Tvøroyri. Veðrið á
veg suðureftir og lastingin av
skipinum hava seinkað okkum
nakað. Norðuraftur til Havnar
verður veðrið av tí besta. Skipari og
manning ynskja ferðafólki ein
góðan túr"
Soleiðis ljóðaði úr hátalaranum á
einum av seinastu túrunum við
gamla Smyrli. Hóast fleiri av
ferðafólkunum noyddust at finna
sær spýggibakkan fram, sá veðrið
ikki út til at órógva manningina
stórvegis. 18 fólk sigla vanliga við
Smyrli, og fyri tey øll bíðar ein
rættiliga kollveltandi broyting fyri
framman á teirra arbeiðsplássi, tá
nýggi Smyril fer í sigling.
Spenningurin er stórur, men tað er
samstundis við sorgblídni at
óvanliga trúfasta manningin sigur
farvæl við gamla skipið.
Dámurnar, sum dagliga starvast
umborð á Smyrli eru sera spentar
uppá, hvussu teirra nýggja
arbeiðspláss kemur at síggja út
og virka. Enn hevur ongin av
teimum sæð nýggja Smyril, men
tær hava frætt, at ymiskt er, sum
verður rættiliga nógv øðrvísi.
Sjálvtøkuborð
Til dømis verður ikki longur
neyðugt hjá ferðafólki at standa í
kø fyri at koma fram at úrvalin-
um av mati. Úrvalið verður skip-
að sum eitt sjálvtøkuborð, og tað
fer at lætta munandi um trýstið,
sum ofta er frammanfyri kassan,
heldur kassadáman.
Eisini verða køkur og kafeteria
á somu hædd umborð á nýggja
Smyrli, so tað ikki verður so
nógv gongd hjá køksgentunum
millum hæddirnar, sum nú.
Framyvir er eisini ætlanin, at
arbeiðsgongdin verður skipað í
skiftum millum tey ymsu
catering arbeiðsøkini. Hetta fer at
gera arbeiðsgongdina liðiligari
vænta tær, tí tað tá verður lættari
hjá eini at traðka til, um tað berst
onkrari frá.
»Tað reina luksus«
Eisini Maureen, sum starvast í
kioskini, er sera forvitin eftir at
vita, hvussu hennara starv fer at
verða. Sum er, verða bæði ferða-
seðlar og kioskvørur seldar í
kioskini, og hetta kann til tíðir
vera sera strævið. Men framyvir
verða ferðaseðlarnir seldir í
nýggja terminalinum.
Annars gleða tær allar seg
serliga nógv til nýggju kømurini,
sum øll hava egið baðirúm og eru
á miðdekkinum. Tað verður
vorðið sum luksus, vænta tær,
afturímóti núverandi kømurnum,
sum eru undir bildekkinum, og
har tær eru noyddar at standa í
kø, tá tær skulu undir brúsu.
Gamli Smyril hevur verið eitt framúr gott arbeiðspláss, eru dámurnar umborð samdar um. Og árini, tær hava silgt
við, eru ikki so fá. Frá vinstru eru tær Emilia Olsen, sum hevur verið við í 25 ár, Randi Jacobsen í 9 ár, Fingerð
Christiansen í 18 ár, Maureen Andreasen í 6 ár og Ranvá Roest, sum er eykahjálp
Trúfastar dámur
Hans Petur Nielsen er av Tvør-
oyri, men býr og arbeiðir í
Havn. Hann er ikki ein av teim-
um, sum ferðast mest við
Smyrli, men fer tó javnan ein túr
til heimbygdina, sum til dømis
hendan dagin, hann fer suður at
hyggja sær eftir seyðinum.
Nú nýggi Smyril er á veg,
vónar Hans Petur, at tað fer at
eydnast at leggja Suðuroyarleið-
ina í eina so mikið fasta legu, at
hon mest sum kemur at virka
sum ein landavegur, tú altíð
veist er klárur at brúka.
- Sum er, eru tað ov nógvar
broytingar á hesi farleiðini, og tí
tykist hon nakað óstøðug. Eisini
undrar tað meg stórliga, at
Smyril siglir færri túrar um
høgtíðirnar, enn vanligt. Tað átti
at verið øvut, tí tørvurin á at
ferðast er ongantíð størri enn
júst um høgtíðirnar, sigur Hans
Petur og sipar í hesum viðfangi
til nógva tosið um, at frástøðan
til Suðuroynna fer at minka við
einum betri og størri skipið
- At minka um frástøðuna snýr
seg ikki bara um at koma
skjótari fram, men eisini um,
hvussu ofta tú hevur møguleikan
at ferðast fyri ein rímiligan prís,
sigur Hans Petur, sum heldur tað
átti at verið upplagt at nýggi
Smyril kemur at sigla tríggjar
túrar um dagin. Um so verður,
væntar hann eisini at hann fer at
ferðast oftari til Suðuroy, tí við
verandi ferðaætlan, er tað ov
ofta, at tú ikki sleppur heimaftur
sama dag.
Farleiðin skal verða ein
»landavegur«
Kettur kunnu
eisini fáa
sjóverk, og
Mollie sá
takksom út, tá
hon fekk ein
spýggibakka
Sorgblítt farvæl
Orð: Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Jens Kristian Vang