leygardagur 15. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
19
Erland Mørkøre er skipari
hendan túrin við gamla Smyrli.
Hann hevur silgt á hesi farleiðini
síðani 1984, fyri tað mesta sum
yvirstýrimaður. Erland heldur, at
verður nýggi Smyril líka góður
sum hesin, skal man ikki lata illa
at - men hann skuldi helst verðið
betri, tí hann er skraddaraseym-
aður til júst hesa farleiðina.
Innilokað brúgv
Erland væntar, at ein av størstu
broytingunum á brúnni verður, at
tú ikki verður noyddur at fara út
um á síðudekki at manerera
skipið móti kei, tí á nýggja
Smyrli er øll brúgvin innilokað.
Meðan skipið legði at á Kramba-
tanga hendan túrin, gekk skiparin
í oljuklæðum, tí veðrið var so
illfýsið.
Sjálvt um nýggja skipið verður
munandi størri enn tað gamla,
væntar Erlandi ikki, at tað fer at
geva trupulleikar við at leggja at.
- Nýggi Smyril hevur so mikið
góða maskinorku, at tað verður
ongin trupulleiki. Tekniskt er
hann eisini so væl útgjørdur á
brúnni, at hann alt annað líka,
má verða góður at manerera við,
heldur Erland og leggur afturat,
at sjálvt um gamli Smyril er sera
góður at manerera, má ásannast,
at tíðin er farin frá honum.
Flest góðir túrar
Spurdur um hann minnist onkrar
serliga buldrutan túr við gamla
Smyrli, sigur Erland, at tað
munnu tað nokk hava verið, men
at teir góðu túrarnir hava verið
nógv fleiri.
- Onkur heldur ivaleyst, at
hesin túrurin hevur verið ringur,
men soleiðis komi eg ikki at
minnast hann. Nakað av vindi
var suðureftir, men seinkingin
stóðst serliga av, at tað tók so
langa tíð at lasta skipið. Vit hava
fult skip báðar vegir henda túrin,
og arbeiðsumstøðurnar at lasta
eru ikki av teimum bestu. Í so
máta kann hetta skipið als ikki
samanlíknast við tað nýggja,
sum er 45 m longri. Og tað fer at
geva teimum á dekkinum mun-
andi betri arbeiðsumstøður, sigur
Erland.
Teir báðir Frans Gregoriussen,
hovmeistari, og Rúni í Lágabø 2.
kokkur standa fyri matinum
hendan túrin. Til døgurða
borðreiddu teir við oksasteik, og
til náttura stóð grýturættur á
matarlepanum. Hartil er
smyrjibreyð at fáa alla tíðina.
Umstøðurnar at matgera
umborð á gamla Smyrli eru
avmarkaðar, men heitan mat gera
kokkarnir kortini tvær ferðir um
dagin, bæði til ferðafólk og
manning. Til ferðafólkini gera
teir vanligan mat, sum eisini
útlendingar kennast við, meðan
manningin ofta fær føroyskan
mat so sum ræstan fisk, knettir,
kjálkar o.a. Talið á døgurðum,
sum verða seldir ferðafólkunum,
kann liggja frá 10 upp til 100 alt
eftir, hvussu veðrið er, og hvussu
illa skipið rullar.
Rúni og Frans eru serliga
spentir uppá góðu arbeiðsum-
støðurnar, teir fáa umborð á
nýggja Smyrli. Hetta merkir
millum annað, at ætlanin er at
geva ferðafólkunum fleiri heitar
rættir at velja ímillum. Ì heila
tiki vænta teir báðir, at eftir-
spurningurin eftir mati fer at
verða munandi størri, tí sum
skilst, fer nýggja skipið nærum
ikki at rulla.
Størri úrval
av mati
Rúni í Lágabø gleðir seg til at
fáa nýggjar avbjóðingar í
køkinum, tá nýggi Smyril fer í
sigling
Hovmeistarin Frans Gregoriussen hevur meir enn 20 ára royndir við catering frá Norrønu,
so hann er væl fyrireikaður uppá nýggja Smyril
Á brúnni:
Kann ikki samanlíknast
Hesa løtuna er skiparin í
skjúrtu, men fyri tað
mesta noyðist hann í
oljuklæði, tá hann skal
út á síðudekkið at
manerera gamla Smyril
móti kei