leygardagur 15. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Rull og
sjónleikur
Hesi fittu børnini í Útbarna-
garðinum á Tvøroyri høvdu
verið í Havn hendan dagin og
hugt eftir sjónleikinum "Dvørg-
arnir og snjóhvíta". Onkur av
teimum hevði spýð illa á veg
suðuraftur, so nú gleddu tey seg
øll til nýggi Smyril kemur, tí
hann fer nokk ikki at rulla vænta
tey. Og tey vóru longu farin at
gleða seg
- Vit fara skjótt aftur til
Havnar at hyggja eftir "Ronja
Ránsmansdóttir", og tá sleppa
vit við nýggja Smyrli!, søgdu
hesi 22 spentu børnini, sum við
ein munn.
Ein av teimum trúgvastu ferða-
fólkunum við gamla Smyril, man
vera Johan Søren Berg á Berg
Transport. Johan Søren koyrir
frakt, og seinastu sjey árini hevur
hann ferðast millum Havnina og
Tvøroyri tríggjar ferðir um
vikuna, so hann hevur roynt eitt
sindur av hvørjum, tá tað ræður
um veður og vind. Men skipið
má sigast at vera ómetaliga
sjógott, heldur hann, tí tað kann
teljast á aðrari hondini, hvussu
nógvar túrar Smyril hevur avlýst.
- Meir álítandi ferðasamband
man verða ringt at finna - sjálvur
havi eg heldur ongantíð staðið
eftir á keiini øll hesi sjey árini,
sigur Johan Søren.
Johan Søren viðgongur, at
túrarnir onkuntíð hava verið
nakað buldraligir, men tað hevur
ikki bilað. - Eg eri gamal sjó-
maður, og mær dámar væl at
sigla, so fyri meg hevur tað fyri
tað mesta bara verið hugnaligt,
sigur Johan Søren.
Dagarnir hjá Johan Søren blíva
ofta langir - hann fer frá húsum
klokkan seks á morgni og er ikki
heima aftur fyrr enn um tíggju
tíðina á kvøldi, so á veg norð
aftur leggur hann seg ofta at
sova.
- Jú, eg havi fingið mangan
góðan blundin umborð á Smyrli,
sigur Johan Søren, sum heldur
ikki hevur kent tað sum
tíðarspillu at verða noyddur at
ferðast góðar tveir tímar aftur og
fram tríggjar ferðir um vikuna.
– Man hevur jú onki annað
val, so tú kanst líka so gott fáa
tað besta burturúr tíð. Manningin
er so sera fyrikomandi, og tað
liggur altíð væl fyri at fáa eitt
hugnaligt prát við onkran. Øll
tosa bara um tunlar nú, og teir
hava uttan iva eisini sínar fyri-
munir. Men tá tað ræður um
sosialu samveruna, formáa
tunlarnir sær lítið afturímóti
skipunum, sigur Johan Søren
avgjørdur.
Árni Mortensen starvast vanliga
sum 2. meistari, men er virkandi
maskinsjefur hendan túrin við
gamla Smyrli. Hann hevur
starvast umborð á skipinum
síðani 1975.
Árni leggur áherðslu á, at
hesin Smyril hevur roynst ómeta-
liga væl og hevur verið eitt sera
sjógott skip í allar mátar. Hann
minnist serliga eina ferð í 1976,
tá skipið skuldi í dokk. Óli
Hammer var skipari, og ivaðist
stórliga í, um teir skuldu fara, tí
veðrið var so ringt. Men teir fóru
so kortini. Vindurin var rættiliga
nógvur, men tá teir nærkaðust
havnini í Scrabster, legði skipið
seg í bakborð, og sum eitt segl-
skip sigdi tað uttan trupulleikar
inn í havnina.
Sorgblítt
Árni heldur tað vera ringt at siga,
hvør størsta broytingin við
nýggja skipinum verður á hans-
ara starvsøki. Grundprinsippið er
altíð á leið tað sama í einum
dieselmaskinaríið, sum bæði
skipini hava. Kortini væntar
Árni, at nógv nýtt verður at seta
seg inn í, tá tað ræður um teldu-
stýrda eftirlitið við maskinunum.
- Men eg stúri ikki fyri tí. Eg
taki tað sum eina spennandi
avbjóðing, sum eitt upplivilsi.
Tað er ongin grund til at taka
møguligar trupulleikar, áðrenn
teir koma. Vit hava verið á skeið,
har vit hava fingið innlit í nýggja
maskinaríið, og onkur hevur
verið við í Spania eftir skipinum,
so vit læra av hvørjum øðrum,
sigur ein spentur Árni Morten-
sen, sum tó viðgongur, at tað er
við sorgblíndi hann fer at siga
gamla Smyrli farvæl.
- Lat okum vóna, at nýggja
skipið fer at roynast líka væl sum
hetta. So er á góðari leið, smílist
Árni.
Í maskinuni:
Ein spennandi
avbjóðing
Ringt at finna meir álítandi farleið
Ein tunnil kann ikki viga upp ímóti
tí hugnaligu sosialu samveruni
umborð á einum skipi, heldur Johan
Søren Berg, sum ferðast við Smyrli
tríggjar ferðir um vikuna
Tað verður munandi lættari hjá
Páll Vestergaard og hinum trimum
dekkarnum at fáa puslispælið á
dekkinum at liggja, sum tað skal,
umborð á nýggja Smyrli.