leygardagur 15. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
21
Tað hevur stóran
týdning, at ferðaætlanin
hjá Smyrli ikki verður
so stirvin og einstáttað,
sum hon er nú, sigur
stjórin í Suðuroyar
Sparikassa
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril er størsta framstig
fyri Suðuroynna hesi seinastu 30
árini- kanska síðani Smyril, sum
nú fer úr sigling, kom í 1975.
Tað heldur Søren Lünell
Bruhn, stjóri í Suðuroyar Spari-
kassa.
– Nýggi Smyril gevur okkum
heilt aðrar møguleikar, enn vit
higartil hava havt, leggur hann
afturat
Men hann heldur samstundis,
at nú ræður um at vit duga at fáa
fulla nyttu burturúr hesum
møguleikanum, vit hava fingið.
Hann ásannar tað, sum so
mong onnur hava sagt framm-
undan, at tað hevur stóran týdn-
ing at Smyril fer at sigla fleiri
túrar.
– Tað er sjálvsagt ein politisk-
ur og fíggjarligur spurningur.
Men tað ræður eisini um at tann
ferðaætlanin, sum til eina og
hvørja tíð er í gildið, er so smid-
lig sum gjørligt.
Hann sigur, at við Smyrli, sum
nú fer úr sigling, bar tað til at
búgva í Suðuroy og arbeiða
Havn, tó at tað var ómetaliga
strævið.
Tað hevur hann sjálvur roynt í
rúma tíð frá teirri tíðini, hann
arbeiddi á Almannastovuni, men
búði á Tvøroyri.
Við nýggja Smyrli verður tað
lættari, tí vit vinna ein tíma um
dagin í ferðingartíð og tað lættir
nógv um og hartil verður skipið
nógv høgligari at sigla við.
Og tá ið hann vísir á, at ferða-
ætlanin skal vera smidlig, heldur
hann, at tað er skeivt at hann
altíð siglur somu somu tíðir,
hvønn dag í vikuni.
Hann heldur tískil, at tað er
rættari at hann siglur ymsar tíðir,
tí so ber betri til at leggja síni
ørindi til rættis eftir tí.
Hann heldur, at onkuntíð kann
hann sigla fyrr og onkuntíð
seinni, tí tað fer at gera tað
lættari at leggja ferðir til rættis.
Kortini heldur hann, at tað
hevði verið ein stórur fyrimunir
um hann í hvussu so er fekk
nakrar túrar afturat um vikuna.
Men so heldur hann eisini, at
tað hevur týdning, at suðuroy-
ingar sjálvir kunnu semjast um,
hvat skipið skal brúkast til.
– Í hesum sambandi heldur
hann eisini, at suðuroyingar eiga
at spæla út við, hvussu teir vilja
hava ferðaætlanina at vera.
Í hesum sambandi er hann
greiðir yvir, at ferðaætlanin hjá
Smyrli er ein partur í eini saml-
aðari skipan hjá Strandferðsluni.
-– Men tað eru suðuroyingar,
sum brúka Smyril mest og tí skal
ferðaætlanin leggjast soleiðis at
hon tænir suðuroyingum best.
Og hann heldur eisini, at eru
serlig tiltøk á skránni, eigur tað
ikki at verða so tungt at broyta
ferðaætlanina.
– Tað setir sjálvandi krøv til
upplýsing, men tað er ein trupul-
leiki, sum avgjørt eigur at kunna
loysast.
Nú er ætlanin at lækka farma-
gjaldið, so at farmagaldið til og
úr Suðuroy verður tað sama og
javntsett við farmagjaldið
ímillum Gomlurætt og Skopun
og um Leirvíksfjørð.
– Tað er er sjálvandi ein fyri-
munur hjá vinnuni í Suðuroy, tí
tað bøtir um kappingarførið.
Men tað hevur eisini sera stóran
týdning, at ferðaætlanin verður
smidlig, tí í løtuni er tað við-
hvørt torført at fáa fisk av upp-
boðssøluni til virki í Suðuroy.
Keypa virkini í Suðuroy ikki
fiskin í rættari løtu, gongur alt
ov long tíð at fáa hann suður.
Søren Lünell Bruhn vísir eisini
á, at tað er sera dýrt hjá fólki at
ferðast við Smyrli. Skal eitt
húski við Smyrli, kostar tað
skjótt fleiri hundrað krónur.
– Men hetta er ein politiskur
spurningur um, hvussu nógv
politikararnir vilja gera fyri at
varðveita Føroyar sum eitt
oyggjasamfelag.
Sjálvur heldur Søren Lünell
Bruhn at tað er ein sjálvsagdur
møguleiki at brúka nýggja
Smyril til ráðstevnur.
– Kortini haldi eg ikki, at vit
til fulnar koma at fata teir
møguleikar, sum eru við nýggja
Smyrli, fyrrenn hann hevur verið
í sigling í eina tíð.
– Tað var sama søgan við
Smyrli, sum nú fer úr sigling. Tá
ið hann kom, mettu nógv, at tað
var ørskapur, tí hann var alt ov
stórur- men áðrenn vit vistu av,
var hann ikki nóg stórur kortini,
sigur Søren Lünell Bruhn.
Heldur tú, at vit eiga at brúka
Smyril til uttanlandsigling?
– Eg dugi væl at síggja tað
skilagóða í tí. Landsstýrið hevur
spælt út við, at Suðuroyggin skal
vera ein feskfiskadepil. Skal hon
verða tað, skal betri
ferðasamband fáast niður til
meginlandið.
– Men Smyril skal fyrst og
fremst tæna suðuroyingum. Skal
hann takast úr sigling, má
ferðasambandið økjast, helst við
tyrluflúgving fyri at
suðuroyingar ikki verða við
skerdan lut, sigur Søren Lünell
Bruhn.
Ferðaætlanin skal vera
smidligari enn hon er nú
Nýggi Smyril skal fyrst og
fremst tæna suðuroyingum.
Skal hann takast úr sigling, má
ferðasambandið økjast á annan
hátt, helst við tyrluflúgving,
sigur Søren Lünell Bruhn.
Nýggi Smyril kostaði
700 milliónir at byggja,
hava føroyskir politik-
arar fingið upplýst frá
IZAR-skipasmiðjuni í
Spania
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril kostar 700 milli-
ónir krónur at byggja.
Tað hava føroyskir politikarar
fingið at vita frá skipasmiðjuni í
Spania.
Nú Smyril er liðugur, hevur
dúgliga verðið gitt um, hvat
skipið veruliga kostar at byggja,
tí ført hevur verið fram, at
spanska skipasmijan, sum bygdi
hann, fekk nógvan ólógligan
stuðul til skipið og endin var
eisini, at hon mátti betala ES
ovurhonds stóra upphædd aftur.
Upprunarliga skuldi Smyril
kosta 300 milliónir, men nú
dagbøturnar eru drignar frá fyri
seinkingina, verður endaligi
kostnaðurin 268 milliónir.
Nú politikarar vóru í Spania í
sambandi við, at Smyril varð
doyptur, varð eisini fregnast eftir
veruliga byggikostnaðinum
Og tað er í øllum førum greitt,
at føroyingar hava fingið
ómetaliga nógv fyri pengarnar,
samstundis sum hann hevur verið
skipasmiðjuni dýrur, tí í
veruleikanum kostar tað 700
milliónir at byggja eitt skip sum
Smyril.
Hendrik Old sigur, at spaniólar
vildu treyðugt tosa um prís.
Men tað skein ígjøgnum, at
teir settu eina stóra æru í at
levera skipið. Og teir duldu
heldur ikki fyri, at teir vóru
rættiliga væl nøgdir við at
føroyingar ikki fóru í rættin við
málinum, tá ið stígur kom í
byggingina, men heldur vóru
sinnaðir at finna eina loysn.
Hann sigur kortini, at eftir tí,
hann fekk at vita, kostaði nýggi
Smyril minst tvær ferður tað at
byggja, sum føroyingar fingu
hann fyri.
Samstundis er maskinarí og alt
annað er dimensjonerað til at
sigla á øllum heimsins høvum,
so hann kann altíð seljast aftur
fyri nógv størri upphædd enn
hana, vit hava fingið hann fyri.
Eisini Hergeir Nielsen veit at
siga frá Spaniólum, at virðið á
nýggja Smyrli er lættliga tvær
ferðir byggikostnaðin.
Mest ítøkiliga prísin hevur
Johan Dahl, løgtingsmaður.
– Eg tosaði við ein í leiðsluni í
skipasmiðjuni og hann fortaldi
mær, at nýggi Smyril kostaði 95
milliónir evrur at byggja. Tað eru
beint omanfyri 700 milliónir
krónur, sigur Johan Dahl.
Nýggi Smyril kostar 700 milliónir at byggja
Føroyskir politikarar fingu at vita av IZAR-
Skipasmiðjuni í Spania, at nýggi Smyril kostaði
meiri enn tvær ferðir tað at byggja, sum
føroyingar fingu hann fyri