leygardagur 21. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 203 - 21. oktober 2000
Nr. 203 - 21. oktober 2000
3
Nøvn í vikuni
Brimil, sum verður
handaður lands-
stýrinum í dag, er
vaktarskip,
bjargingarskip,
umhvørvisskip og
skúlaskip
VAKTARSKIP
Áki Bertholsen
Ullstein, Sosialurin: Vakt-
arskipið
Brimil
verður
handað landsstýrinum í dag,
men um skipið kemur at
sigla beinanvegin er heilt
óvist. Enn er ikki semja
fingin millum landsstýrið
og maskinmeistarafelagið
og
uttan
maskinmenn,
sleppur Brimil ikki úr
Noregi.
Men skipið verður hand-
að eigarunum, tað vil siga
landsstýrinum, í dag. Tað
verður kona fiskimálaráð-
harran, Annelena Niclasen,
sum fer at geva skipinum
navn. Og navnið er ikki
nøkur loyna longur.
Bæði Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum og Kristin
Rasmussen, sum hevur
verið í projektbólkinum,
sum hevur fyrireikað skip-
ið, eru samdir um, at hetta
er eitt gott skip.
Kristin Rasmussen sigur,
at tað hevur verið ein trupul
uppgáva at fyrireika hetta
skipið, tí tað hevur so fjøl-
broyttar uppgávur at røkja.
– Í veruleikanum hava
vit fingið fýra skip í einum.
Brimil er bæði vaktarskip,
bjargingarskip, umhvørvis-
skip og skúlaskip hjá sjó-
mannsskúlanæmingum,
sigur Kristin Rasmussen.
Brimil er 63,3 metrar
langur og 12,6 metrar
breiður. Hvussu skjótt skip-
ið siglir, er ein hemmilig-
heit, men vit hava fingið
uppspurt, at 17 míl gongur
Brimil í hvussu er.
Brimil kostar 95 millión-
ir og er bygdur á Myklebust
skipasmiðjuni í Ullstein
beint uttan fyri Aalesund.
Umboð fyri fjølmiðlar-
nar, myndugleikarnar og
onnur, sum hava havt við
byggingina at gera, eru við
til hátíðarhaldið í Noregi. Í
dag fer skipið sýningartúr
fyri gestunum.
Brimil er eitt stásiligt vaktarskip
Brimil er
fýra skip
í einum
60 ára føðingardagur
Matita Petersen, fyrrver-
andi løgmaður, fyllir í dag
60 ár. Marita er fødd í Vági.
Hon er dóttir Sámal Johan-
sen úr Haldórsvík og Annu
Elisabeth (Bettu) f. Matras
av Viðareiði. Hon er gift
Kára D. Petersen, advokati.
Marita tók læraraprógv á
Hellerup Seminarium í
1964. Hon hevur starvast
sum lærari í Esbjerg, Keyp-
mannahavn og í Tórshavnar
Kommunuskúla frá 1967-
89. Afturat læraraútbúgv-
ingini hevur lokið prógv
sum sjálvsnám í sálarfrøði,
og hevur hon undirvíst m.
a. á Læraraskúlanum og á
Sjúkrasystraskúlanum.
Marita Petersen varð vald á
ting fyri Javnaðarflokkin í
1988. Í 1991 gjørdist hon
landsstýriskvinna í skúla-
og mentamálum - og í jan-
uar 1993 gjørdist hon sum
fyrsta kvinna Føroya Løg-
maður. Marita stillaði ikki
uppaftur til løgtinsvalið í
1998. Hon hevur síðani 1.
januar 1998 verið stjóri á
Sernámsdeplinum.
25 ára starvsdagur
Ellintur
Abrahamsen,
skipari, hevur í morgin 25
ára starvsdag hjá Vaktar og
Bjargingartænastuni. Ell-
intur er fuglfirðingur og
hann er víða kendur millum
fiskimenn í Føroyum. Við
25 árum á brúnni á føroysk-
um vaktarskipum, hevur
Ellintur verið ein sjónligur
partur av hesi ungu tænastu
landsins. Tá Ellintur tók
við starvi, sum yvirstýri-
maður og skiparaavloysari
22. oktober 1975, átti vit
ikki nakað rættuligt vaktar-
skip. "Tjaldrið" kom ikki
fyrr enn í 1976. Í dag verð-
ur
nýggja
vaktarskipið
"Brimil" fyri 96 milliónir
handað landstýrinum av
skipasmiðju í Ullstein uttan
fyri Aalesund. Vaktar og
Bjargingartænastan er í dag
vorðin ein fortreyt fyri nýtí-
mans fiskiveiðu undir Før-
oyum og Ellintur hevur ver-
ið við til at ment hesa hentu
og lívsneyðugu tænastu.
Ellintur hevur eisini verið
sera virkin í fakfelagsar-
beiði sum formaður í Skip-
ara og Navigatørfelagnum
og her koma rættuliga
hansara evni at vera treisk-
ur og halda út til sjóndar.
Hann hevur vunnið starvs-
feløgunum mangan bita í
sínum ótroyttiliga fakfel-
agsarbeiði.
Ellintur var øll árini skip-
ari við Ólav Halga, meðan
hesin var vaktarskip. Hann
var eisini sum heilt ungur
við Ólav Halga til fiski-
skap. Nú Ólavur er farin av
landinum hevur hann ferð-
ast sum ein annar beduinur
millum hini skipini hjá
Vaktar og Bjargingartæna-
stuni. Skipari á Gorm og í
løtuni skipari á Tjaldrinum.
Vit ynska Ellinti tillukku
við starvsdegnum.
NØVN Í VIKUNI
DAGSINS MEINING
Slóðbrótarin fær
heiður og virðisløn
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán. kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov Eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysingar@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Hjørdis Árnadóttir hjordis@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
bokhald@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lystorg@sosialurin.fo
innsent@sosialurin.fo
tiltok@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað mánadag-
fríggjadag klokkan 14:00
Lýsingar
Mentanarvirðisløn Lands-
ins verður í ár latin Ingálvi
av Reyni, myndlistamanni.
Virðislønin er kr. 150.000.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum letur Mentan-
arvirðisløn Landsins eftir
tilmæli frá nevnd umboð-
andi føroysk listafólk.
Til tess at kunna fáa
Mentanarvirðisløn Lands-
ins skal virðislønarevnið
hava skapað listarligt lívs-
verk á høgum listarligum
støði ella hava skapað eitt
ella fleiri listarlig avrik, ið
gera, at viðkomandi má
haldast at hava uppiborið
ein heiður sum Mentanar-
virðisløn Landsins.
Nevndin, ið sambært
reglugerð ger tilmæli til
landsstýrismannin, sigur m.
a. í grundgeving síni:
»Ingálvur av Reyni hevur
í myndlist síni víst á nýggj-
ar leiðir og flutt mørk sum
fáur. Sterku og eyðlýstu
komposisjónir hansara og
fjølbroytta avrik eru vitnis-
burðir um listamann, ið
hevur sett sær høg mál og
ásannað, at í listini eru ein-
ans tey strangastu krøv
galdandi. Við trúfesti sín-
um ímóti sannari list hevur
hann hesa seinastu hálvu
øldina verið eitt fyridømi
fyri øll føroysk listafólk.«
M e n t a n a r v i r ð i s l ø n
Landsins verður handað á
almennum
hátíðarhaldi,
sum
Undirvísingar-
og
Mentamálastýrið
skipar
fyri í Norðurlandahúsinum
mánakvøldið 30. oktober
kl.20.00.
Ingávlur heiðraður
Stóri listarmaður okkara,
Ingálvur av Reyni, fær
Mentanarvirðisløn
Landsins í ár. Listarmað-
urin av Ingutrøð í Havn
er ikki bara okkara
størsti listarmaður. Hann
telist harafturat millum
teir heilt stóru myndlist-
armenninar í Norður-
londum og Evropa. At
veita Ingálvi av Reyi
hesa mentanarvirðisløn
er til tí heilt natúrligt og
vælvalt.
Henda stóra heiður
fær tann slóðbrótandi
listamaðurin, nú hann
stundar ímóti teimum
áttati, og framvegis er
nýskapandi í føroyskari
list.
Listarliga gongdin
brýtur ikki so nógv frá
gongdini hjá øðru listar-
monnum. Hjá mongu
listarfólki hevur verið
smáligt tey fyrstu árini,
og tað sama var hjá Ing-
álvi. Men hann helt á, og
sjálvt í raktíðini í fimti-
árunum bjóðaði hann av,
og fór sum tann fyrsti
føroyski myndlistarmað-
urin av álvara at mála
nonfigrativar málningar.
Júst her kom kanska
eisini tað skisma - um
vit kunnu kalla tað so -
millum listina hjá Ing-
álvi og vanliga føroyska
áskoðaran. Hann skilti
ikki, hví Ingávlur fór at
mála, so hann einki
skilti. "Gráur morgun".
Grátt og svart. Hvat var
hetta fyri nakað? Listar-
maðurin, sum annars
hevði málað seg inn í
hjørtuni á føroyinginum
- og kanska serliga havn-
arfólki - við friðsælum
myndum av Tinganesi,
Reyni, Niels Finsensgøtu
o.s.fr. Men hetta var ein
natúrligur liður í eini
listarligari menning, sum
vit kunnu hóma frá teim-
um fyrstu trilvandi
royndunum frá árunum,
áðrenn hann fór at fáa
sær listarliga útbúgving í
Keypmannahavn í stríðs-
árunum. Fyrst á tekni-
skúla og síðani á listar-
háskúlan, akademiið.
Eftir stríðslok setti
hann seg niður sum list-
armaður í heimstaðnum
og her hevur hann virkað
síðani, men hann hevur
dúgliga leita sær út um
eingjargararnar. Til stór-
býin - serliga til París -
at fáa sær íblástur. Men
verkini hevur hann skap-
að í Føroyum og eftir at
hann fór at abstrahera
seg frá tí realistiska ella
naturalistiska hevur hann
hildið seg til ta meira og
minni abstraktu listina.
Tað er rætt, sum sagt
verður í grundgevingini
fyri at lata honum Ment-
anarvirðisløn Landsins,
at hann hevur flutt mørk
sum fáur. Tað er eisini tí,
at hann telist millum teir
stóru og hevur fingið
viðurkenning i øllum
Norðurlondum.
Hansara manna-
lýsingar eru framúr. T.d.
tekningar av dótturini
ella mammuni. Og hann
hevur eisini duga at flutt
huglagið á kaffistovum í
París ella øðrum býum
yvir á pappír, so tú
kennir teg á staðnum.
Vit ynskja tí stóra og
fólkakæra listarmanni-
num hjartaliga tillukku
og vóna at síggja nógv
afturat frá hansara hond.
Ingálvur av Reyni fær Mentanarvirðisløn Landsins