Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Nr. 203 - 21. oktober 2000 5 Klaksvík: Nú er greitt, hvørji fólkini á listanum hjá Fólkaflokkinum verða til býráðsvalið í november. Allir fýra býráðslimir- nir hjá flokkinum stilla uppaftur, og afturat teim- um eru bæði fólk, sum áður hava verið uppstill- að, og okkurt nýtt andlit. Valevnini eru Erik Andreasen, Helena Gud- jónsson, Elsebeth Gunn- leygsdóttur Hansen, Pet- ur Hans á Høvdanum, Karl Birgir Isaksen, Thomas Jacobsen, Jógv- an við Keldu, Pauli Klakstein, Jógvan Lüt- zen og Kristian Fríðrik Olsen. Erik Andreasen, Jógv- an við Keldu, Jógvan Lützen og Kristian Fríð- rik Olsen hava umboðað Fólkaflokkin í býráðnum farnu fýra árini. ek Leiðandi sálarfrøð- ingurin á Amtssjúkr- ahúsinum í Esbjerg heldur, at hann er komin við vánaligari grundgeving fyri at nokta misnýttari føroyskari kvinnu sálarliga hjálp Kynslig misnýtsla Eyðun Klakstein Amtssjúkrahúsið í Esbjerg hevur hug at draga í land, eftir at Sosialurin hevur fingið hendur á einum skrivi, sum sjúkrahúsið fyri trimum vikum síðani sendi føroyskari kvinnu. Í hesum brævi noktar psykologdeildin á sjúkra- húsinum at veita kvinnuni, sum í næstan 10 ár varð mi- snýtt av pápa sínum, sálar- frøðisliga hjálp, hóast læknin hjá henni helt, at neyðugt var við slíkari hjálp. Grundgevingin hjá Amts- sjúkrahúsinum fyri at siga nei til føroysku kvinnuna kom óvart bæði á kvinnuna og danska lækna hennara, og nú Sosialurin hevur av- dúkað innihaldið í brævi- num, hevur leiðandi sálar- frøðingurin hug at draga í land. - Kanska kann eg teska til tín, at eg átti helst ikki at havt orða meg soleiðis, sig- ur Ib Svennild, leiðandi sál- arfrøðingur á Amtssjúkra- húsinum í Esbjerg. Óvanlig orðing Í summar flutti tann 24 ára gamla kvinnan av Skála til Esbjerg, eftir at hon hevði tikið uppgerðina við pápa sín, sum hevði misnýtt hana frá tí at hon var seks ára gomul, til hon var 15 ár. Í Esbjerg royndi hon at fáa sálarfrøðisliga hjálp, og læknin hjá henni sendi psykologdeildini hjá Amts- sjúkrahúsinum í Esbjerg eitt skriv, har hann greiddi frá, at føroyska kvinna hevði hjálp fyri neyðini. Men sjúkrahúsið í Es- bjerg kveistraði kvinnuna burtur. - Grænseoverskridende adfærd synes at være tem- melig almindeligt forekom- mende i dele af den fær- øske kultur, og der viser seg i behandlingsforløbet ofte vanskeligheder med kultur- forskelle mellem patient og psykolog, skrivar psykolog- deildin á Amtssjúkrahúsi- num millum annað í brævi- num til føroysku kvinnuna og lækna hennara. - Eg gjørdist sera ill, tá eg fekk hetta brævið, tí fyri mær er hetta ein fullkomi- liga órímilig grundgeving fyri ikki at geva mær hjálp. Læknin segði seg ikki hava sæð slík bræv áður, greiðir 24 ára gamla kvinnan frá. Hevði orðað seg øðrvísi Leiðandi sálarfrøðingurin á sjúkrahúsinum heldur, at orðingin í brævinum kann tykjast óheppin. - Vit klára ikki at taka at taka allar sjúklingarnar, sum verða vístir til okkara, og ístaðin fyri bara at siga nei, royndi eg at geva kvinnuni eina grundgeving fyri, hví vit ikki kundu veita henni hjálp, sigur Ib Svennild við Sosialin. - Um eg skuldi skriva brævið umaftur í dag, hevði eg helst valt at orða meg øðrvísi, tí eg dugi at síggja, at handan orðingin kann tykist rættiliga óheppin, um hon stendur einsamøll, sig- ur danski sálarfrøðingurin. Ger ikki mun á Á psykologdeildini á Amts- sjúkrahúsinum arbeiða tríggir sálarfrøðingar, og sambært Ib Svennild verða tvífalt so nógvir sjúklingar vístir til sjúkrahúsið, sum tey klára at viðgera. - Tí verða vit noydd at velja og vraka, hóast tað kann tykjast rættiliga kensluleyst við hvørt. Í hes- um førði skal tað viga mest, at vit ikki hava mett okkum at hava orku til at viðgera føroysku kvinnuna, sigur Ib Svennild. - Hetta skal ikki skiljast sum, at vit ikki kunnu veita føroyingum sum heild hjálp, tí vit viðgera eisini føroyingar, men í hesum førði kendu vit okkum noydd at siga nei, soleiðis sum vit gera við so nógv onnur fólk. Hann leggur dent á, at psykologdeildin ikki ger mun á føroyingum og døn- um, tá tað verður mett um, hvør skal fáa viðger á sjúkrahúsinum, hóast orð- ingin í brævinum gevur á- bendingar um hetta. Sálarfrøðingur harmast orðing Sjúkrahúsið í Esbjerg bakkar: Kunnu velja borgar- stjóra í Klaksvík Listin hjá Fólka- flokkinum í Klaksvík Grundgevingin hjá Amts- sjúkrahúsinum fyri at siga nei til føroysku kvinnuna kom óvart bæði á kvinnuna og danska lækna hennara, og nú Sosialurin hevur avdúkað innihaldið í brævinum, hev- ur leiðandi sálarfrøðingurin hug at draga í land Fleiri hundrað fólk hava longu atkvøtt á Internet- Sosialinum, har tað nú ber til at at velja borgar- stjóra í Klaksvík Á heimasíðuni hjá Int- ernet-Sosialinum ber nú til hjá fólki at siga, hvønn tey helst vilja hava sum borgarstjóra í Klaksvík. Borgarstjórin verður ikki beinleiðis valdur á valinum í november, men á Internet-Sosiali- num hava fólk nú møgu- leikan at siga sína hugs- an. Undan hesum valinum hava nógv fólk luttikið í valinum at velja borgar- stjóra í Havn, men tann atkvøðugreiðslan er nú liðug. Torleif fremst Fimm fólk eru skotin upp sum borgarstjóri í Klaksvík, og tey umboða hvør sín flokk. Verandi borgarstjóri, Jógvan við Keldu, er ein teirra, og síðani eru evnini Betta Joensen, Torleif Sigurðs- son, Karl Heri Joensen, Karsten Hansen og Hilmar Danielsen. Tey knapt 400 fólkini, sum høvdu greitt at- kvøðu, tá hendan greinin var skrivað fyrrapartin í gjár, hava serligan tokka til Torleif Sigurðsson, Jógvan við Keldu og Karsten Hansen, sum eisini verða mettir sum tríggir teir fremstu kand- idatarnar til borgarstjór- asessin. Atkvøðugreiðslan heldur fram komandi vikuna. ek Kendi dansksvenski tónleikarin verður høvuðsnavn á konsert í sambandi við útgávu av føroyskari Afzelius-fløgu TÓNLEIKAVITJAN Eyðun Klakstein Týsdagin 28. november verður føroysk fløga við sangum hjá svianum, Bjørn Afzelius, útgivin, og í tí sambandinum verður ein stór konsert í Norðurlanda- húsinum. Høvuðsnavnið á konsert- ini verður ein av teimum, sum stóð Afzelius nær bæði í tónleikaligum og privatum samanhangi. Talan er um Mikael Wiehe, sum spældi nógv saman við Afzelius bæði í sjeytiárunum og seinni. Umframt Mikael Wiehe verða eisini nógvir før- oyskir tónleikarar og sang- arar við á konsertini. Mangla ein sang Føroyska Afzelius-fløgan er um at vera liðug. 10 sangir eru liðugt inn- spældir og eru ljóðbland- aðir í Media Sound í Keyp- mannahavn. Í næstu viku verður tann seinasti sang- urin á útgávuni innspældur. Tónleikurin er fyri tað mesta upptikiní Studio Pegasus í Klaksvík, sum eisini gevur fløguna út, men upptøkur eru eisini gjørdar í Havn og í Keyp- mannahavn. Fleiri enn 20 fólk Erik Biskopstø hevur staðið fyri upptøkuarbeiðnum, og umframt hann spæla og syngja fólk sum Magnus Johannesen, Ronnie Niel- sen, Sámal Ravnsfjall, Arn- fríð Lutzen, Jóannes Jakob- sen, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Birgir Krossteig á fløguni. Samanlagt eru fleiri enn 20 sangarar og tónleikarar við á fløguni, og nógv av hesum fólkunum verða eisini við á konsertini í Norðurlandahúsinum, har sangirnir av fløguni verða spældir fyri fyrstu ferð alment. Eitt nýtt lag er við á fløguni. Tað er eitt tón- leikapetti, sum Magnus Jo- hannesen hevur gjørt sum intro til kanska mest kenda sangin hjá Afzelius í Før- oyum, Sangur til frælsi. Mikael Wiehe til Føroya Mikkael Wiehe verður at hoyra á konsert 28. november Í tíðindaskrivi boða føroysku peninga- stovnarnir í dag frá, at teir hækka rent- una. Tað er trýstið á donsku krónuna, sum hevur við sær broytingarnar, siga peningastovnarnir, sum kortini ikki gera somu broytingar PENINGUR Sveinur Tróndarson Seinastu tíðina eru nógvar broytingar farnar fram á fíggjarmarknaðunum kring heimin og nú fær tað eisini ávirkan á føroyska penga- marknaðin. Í tíðindaskrivi boðar Føroya Banki frá, at teir hækka ávísar rentur, og í Sparikassanum váttar leiðslan, at teir eisini við rentubroytingum. Í sínum tíðindaskrivi sig- ur Føroya Banki, at leiðslan hevur valt, at hækka ávísar rentusatsir, og tað merkir m. a. at rentan á bústaðar- lánum við 1. veðrætti, van- ligum konti og innlánum uttan uppsøgn ikki hækkar yvirhøvur. Hinvegin hækka aðrar út- lánsrentur við 0,5 prosent- um, meðan rentan á eftir- lønaruppsparing hækkar við 0,25 prosentum um árið. - Rentan er bert 6,5 pro- sent, og samanborið við rentuna á peningamarknað- inum, sum í løtuni er góð 5,5 prosent, er hetta helst lægsta bústaðarrenta í Før- oyum í longri tíð, sigur Jørn Arstrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, í tíðinda- skrivinum. Henda avgerð bankans hevur tí eisini við sær, at ikki fleiri broytingar skulu gerast í gjøldunum hjá teimum, sum hava 1. veð- rættarlán frá Føroya Banka. Hóast tíðindaskrivið frá Sparikassanum ikki er almannakunngjørt í skriv- andi løtu, so er nógv, sum bendir á, at hann ger tað sama. Í stuttari viðmerking sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, at tey eisini arbeiða við rentubroytingum og at hesar helst eisini vera almannakunngjørdar í dag. Marner Jacobsen vildi ikki upplýsa hvørjar broyt- ingar eru á veg, men tað er neyvan sannlíkt, at Spari- kassin fer at lata vera við at hækka fyrsta veðrættarlán- ini, við teirri grundgeving, at størsti parturin av teirra útlánsmassa liggur í júst her. Fyri kundarnar ger tað kanska ikki so nógv, tí so er kapping um kundarnar við rentuni, sum vápn. Rentan hækkar