Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 203 - 21. oktober 2000 Nr. 203 - 21. oktober 2000 7 Sigfríður Vørðhamar stillar ikki upp til býráðsvalið í Fuglafirði hesaferð. Hann gevst eftir at hava sitið í bygdar- og býráðnum í 24 ár KOMMUNUVAL Edvard Joensen Eftir at hava luttikið aktivt í kommunalpolitikki í 24 ár, stillar Sigfríður Vørðhamar í Fuglafirði ikki upp aftur til valið í november. Av teimum 24 árunum, hann hevur sitið í bygdar- og býráðnum, hevur hann verið formaður tey 12. Sigfríður Vørðhamar sig- ur, at hann hevur valt at fara av nú, meðan hann sjálvur fann landgongina, sum hann tekur til. Hann hevur egið virkið, sum hann held- ur, at hann nú skal brúka meira tíð uppá, sigur hann. Eftir at hava verið so leingi uppi í politikki, er tað heilt natúrligt, at hann fer at sakna tað, heldur Sig- fríður Vørðhamar. Men hinvegin gevur tað eisini betri møguleikar at gera viðmerkingar til ymisk mál, sum uppi eru. Tí hóast hann gevst, er hugurin fyri samfelagsviðurskiftum ikki farin. Verri enn so, sigur hann. Men tað kann verða spennandi at vera áskoðari við politiska vøllin eftir øll hesi árini, sigur hann. Tó hevur hann eitt ávíst liða at halda við, skilst, tí hann er stillari hjá einum borgara- lista, sum stillar upp í Fuglafirði. Jú, tað verður undarligt, men nú er tíð at lata onnur sleppa framat, heldur Sig- fríður Vørðhamar, sum á nýggjárinum verður fyrr- verandi býráðspolitikkari í Fuglafirði. Tveir partapolitiskt ó- heftir borgaralistar eru gjørdir til býráðsvalið í Fuglafirði. Í tíðindaskrivi, stillarar hjá øðrum av hes- um listunum hava sent, verður dentur lagdur á, at talan er ikki um partapolit- iskan lista, men at einans er hugt at valbærinum hjá valevnunum, tá listin varð gjørdur. Á øðrum borgaralistan- um, Sosialurin hevur fing- ið, eru valevnini hesi: Eivind Breiðáskarð, handilsmaður, Bjarni Elia- sen, bilsmiður, Símun Ják- up Eliasen, goymsluleiðari, Sveinbjørn á Horni, timb- urmeistari, Astrið Høj- gaard, húsmóðir, øll úr Fuglafirði. Elibert Kerá, virkisleiðari, Hellur, Jón N. Olsen, reiðari, Andreas (Dia) Petersen, húsavørður á Kambsdali. Janus Sam- uelsen, navigatørur, Martin Simonsen, býráðslimur/ stjóri, Sigurð S. Simonsen, býráðslimur/reiðari, Fugla- firði og Ólavur Thomsen góðk. elinnleggjari, á Kambsdali. Valevnini á seinna borg- aralistanum, sendur er So- sialinum, eru hesi: Kristian O. Christiansen, havnameistari, Randi Gunnarsdóttir, listakvinna, Edva Jacobsen, banka- kvinna, Eyðun á Lakjuni, studentaskúlalærari, Páll Larsen, skrivstovumaður, Torfinn Nón, byggifrøðing- ur, øll úr Fuglafirði. Eyð- gerð Petersen, dagrøktar- leiðari, Kambsdalur. Kristi- an Petersen, bankamaður, Dinna Poulsen, skrivstovu- kvinna, Jónsvein Poulsen, fólkaskúlalærari, úr Fugla- firði. Laila Solmunde, skrivstovukvinna av Kambsdali og Jan Tofte- gaard, býráðslimur/maskin- smiður úr Fuglafirði. Rúsdrekka- og Narkotika- ráðið heldur ársfund Danskur sálarfrøð- ingur fer á árs- fundinum at halda fyrilestur um, hvussu til ber at hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismis- nýtarar SOSIALMÁL Edvard Joensen Rúsdrekka- og Narkot- ikaráðið heldur í dag ársfund á Runavíkar Sjómansheimið. Evnið á fundinum í ár er: »Børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsevni verða misnýtt.« Til ársfundin í ár er komin danskur fyri- lestrahaldari. Tað er sálafrøðingurin, Lisbeth Rask, sum í mong ár hevur starvast við børn- um og familjum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Rúsdrekka- og Narkot- ikaráðnum. Lisbeth Rask fer at halda fyrilestur um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismisnýtarar, og eisini, hvussu vit kunnu hjálpa foreldr- unum. Eisini tveir føroying- ar, sum hvør í sínum lagi hava havt samband við fólk, sum hava rús- evnistrupulleikar, fara at luttaka á ársfundinum við hvør sínum inn- leggi. Formaðurin í barna- verndini í Tórshavn, Beate L. Samuelsen, fer at lýsa evnið frá sjón- arhorninum hjá barna- verndini, og Arne Lud- vig, fyrrverandi skúla- stjóri, fer at lýsa evnið frá skúlans sjónarhorni. Formansfrágreiðingin verður eisini løgd fram á fundinum, sum byrjar á Runavíkar Sjómans- heimi í dag klokkan 14.00 og er settur at vara í góðar tveir tímar. Sigfríður fer úr politikki Sigfríður Vørðhamar, nr. tvey frá vinstru, gevst nú eftir at hava luttikið í 24 ár í kommunalpolitikki í Fuglafirði Mynd: Sveinur Tróndarson Mánadagin 30. oktober verður Ternan tikin úr sigling og fer at skifta maskinur á Tórs- havnar Skipasmiðju SAMFERÐSLA Edvard Joensen Ternan verður tikin úr sigl- ing allan november mán- aða, og meðan hon er á Skipasmiðjuni, fer Sam at røkja siglingina um Vest- mannasund. Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strand- faraskipum Landsins, sigur, at arbeiðið við at skifta maskinurnar á Ternuni er mett til at taka fýra vikur. Og tað vænta teir eisini fer at halda. So tá november er av, verður Ternan aftur á Vestmannasundi, sigur hann. Ternan skal hava tvær nýggjar høvuðsmaskinur. Hon fær tá væl størri maskinorku, enn hon hevur í dag, sigur Magnus Magn- ussen . Valt varð at skifta út við størri, heldur enn at umvæla verandi maskinur, sigur hann. Hann sigur, at maskinur- nar, sum eru í Ternuni, eru javngamlar við skipið. Í 1980 kostaður tær 1,3 millión krónur. Og tær eru seldar aftur nú fyri 600.000 krónuir, sum Strandferðsl- an metir vera ein góðan handil. Nýggju maskinur- nar kosta tríggjar milliónir krónur, og alt arbeiðið fer at kosta fýra milliónir. Nógvar merkiligar søgur ganga um alt møguligt, tá eitthvørt óvanligt hendir. Nú eru søgur farnar at ganga um, at tá Sam fer at sigla um Vestmannasund, skal hann ikki taka bussar við. Ferðafólk skulu so skifta í Vestmanna og á Oyrargjógv. Men tað er heilt burturvið, verður sagt av Strandfaraskipum Land- sins. Tað er beinleiðis tvætl. Slíkt afturstig ber heilt einfalt ikki til at gera, sigur Strandferðslan. Bussarnir fara eini at ferðast sum vanligt um Vestmannasund, meðan Sam siglir. Men eingin ivi er um, verður sagt av Strandferðsl- ni, at tað verða fleiri túrar, fólk noyðast at bíða. Tí tað verður bara Sam, sum fer at sigla. Ternan I er upptikin aðrastaðni, og hon hevði annars ikki kunnað verið brúkt, tí hon hevur ikki loyvi at flyta bilar meira. Og annað skip er heilt einfalt ikki til. So góði, gamli Sam verður álitið um Vest- mannasund í november. Ternan verður aftur á Vestmannsundi til jóla- ferðsluna, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leið- ari á Strandfaraskioum landsins. Ternan fær nýggjar maskinur Ternan fer nú at skifta høvuðsmaskinur og verður tí tikin úr sigling allan november mánaða Mynd: Edvard Joensen Postverkið skal vera partafelag Formaður Tjóðveldis- floksins sigur, at um tað er púra greitt, at ávísar treytir verða uppfyltar, er ikki óhugsandi, at Tjóð- veldisflokkurin fer at taka undir við, at Postverkið verður gjørt um til alment partafelag. POSTVERKIÐ John Johannessen Gongd er veruliga komin á aftur ætlanina um at skipa Postverkið sum alment partafelag. Játtanin til Postverkið er tikin burtur í fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2001, tí landsstýrið í løtuni arbeiðir við at leggja um Postverk Føroya til alment partafel- ag. Tað er nýggi landsstýr-is- maðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm úr Fólka- flokkinum, ið stendur aftan fyri ætlanina. Í vár royndi Finnbogi Arge úr Fólkaflokkinum, sum tá var landsstýrismað- ur í vinnumálum, tað sama. Men tá var Tjóðveldis- flokkurin so hart ímóti hesi ætlan, at hon ikki gjørdist veruleiki. Seta treytir Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, sigur, at flokkurin nú hevur valt at lata landsstýris- mannin fyrireika eina ætlan um, hvussu Postverkið kann skipast sum ein al- menn fyritøka. Tá ætlanin síðani er liðug, fer Tjóð- veldisflokkurin at taka støðu til, um hann tekur undir við henni ella ikki. Men tað er ikki uttan treytir, at Tjóðveldisflokk- urin letur landsstýrismann- in arbeiða við hesi ætlan. Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur kravt, at fagfeløgini skulu takast við upp á ráð í fyri- reikingunum, somuleiðis sum ætlanin ikki skal vera liður í einari totalari privat- isering. – Skulu vit taka undir við, at Postverkið skal ger- ast til alment partafelag, skal tað vera púra greitt, at Postverkið framvegis kann veita øllum borgarum í landinum tær tænastur, eitt postverk hevur skyldu til, sigur Høgni Hoydal. Hann vil, at tað framvegis skal vera ein almenn uppgáva at tryggja øllum borgarum í landinum góða tænastu innan postfluting. Post Danmark ónýtiligt Tá Finnbogi Arge mælti til at gera Postverkið til alment partafelag, mælti Tjóðveldisflokkurin til, at tað heldur skuldi skipast eftir sama bygnaði, sum Post Danmark. Hetta merkir, at Post- verkið framhaldandi hevði verið ein almenn fyritøka, men sum kortini varð rikin eftir einum leisti, ið liggur ímillum ein almennan stovn og eitt partafelag. Men tá Postverkið í mai mátti fáa eykajáttan fyri ikki at steingja, varð gjørd ein løgfrøðislig meting, ið vísti, at Post Danmark modellið ikki er heilt sam- bæriligt við stýrisskipanar- lógina. Tí hevur landsstýrið valt at fara heilt frá loysnini at skipa Postverkið sum Post Danmark. Harafturat metir lands- stýrismaðurin, at tað ikki loysir seg at kroysta eina danska loysn yvir føroying- ar, sum danir enntá ikki sjálvir eru nøgdir við. – Post Danmark er ein almenn fyritøka, men hetta er leiðslan ikki nøgd við, tí hon vil hava, at fyritøkan gerst eitt alment partafelag, so hon gerst kappingarfør, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum. Væl gjøgnumarbeitt Allir partar í samgonguni ásanna, at okkurt má henda, fyri at Postverkinum skal vera lív lagað. Tí hevur landsstýrismaðurin í vinnu- málum sett sær fyri at fyri- reika ætlanina um at skipa Postverkið sum alment partafelag bæði væl og virðiliga. Fyrireikingarnar fara fram í neyvum samstarvi við starvsfólkini hjá Post- verkinum, leiðsluna, Fíggj- armálastýið og onnur, ið hava við Postverkið at gera. Tí væntar landsstýris- maðurin at kunna leggja eina væl gjøgnumarbeidda loysn fyrst fyri landsstýrið og síðani fyri løgtingið um ikki so langa tíð. 29 Sosialurin - 311820 F Ø Ð IN GA R DAG S T I L BO Ð F Ø Ð IN GA R DAG S T I L BO Ð Landsstýrið arbeiðir nú av øllum alvi at gera bláu postútber- ararnar til alment partafelag. Hóast Tjóðveldisflokkurin áður hevur verið ímóti hesum, er nú líkt til, at hann tekur undir við ætlanini Tá málið um bygn- aðin hjá Postverk- inum er avgreitt, fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at taka støðu til, í hvønn mun peningur skal játtast Postverkinum til at bera út bløðini BLAÐÚTBERING John Johannessen Bløðini fáa í dag ikki ta tænastu frá Postverkinum, sum tey ynskja. Tí hava tey bæði stóru bløðini sligið seg saman um eitt felag, ið ber út leygardagsútgávurn- ar. Men fyri at tað skal loysa seg at hava sítt egna útber- arafelag, noyðast bløðini at skipa útberingina soleiðis, at útberarafelagið fer at bera út fleiri útgávur enn bara leygardagsblaðið um- framt annan adressuleysan post. Hetta kann gerast ein hóttan móti Postverkinum, sum hevur bløðini og addr- essuleysan post sum høv- uðsinntøkugrundarlag. Men kann Postverkið gerast ført fyri at bera bløð- ini út um kvøldið, somu- leiðis sum tað aftur kann bera tey út leygardag, eru bløðini meira enn sinnað at halda fram sum kundar hjá Postverkinum. Hetta hava Dimmalætt- ing og Sosialurin greitt landsstýrismanninum í vinnumálum frá, og skilir hann væl støðuna. – Tá Postverkið er komið á rætt kjøl, fari eg at taka spurningin um tilskot til útbering av bløðunum upp, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Landsstýrismaðurin met- ir tað hava týdning, at eisini útoyggjarnar fáa bløðini til hóskandi tíð. Hetta hevur eitt privat útberarafelag ikki ráð til. Tí heldur lands- stýrismaðurin tað vera rætt at veita Postverkinum til- skot til hetta. Í Danmark og í øðrum londum er heilt vanligt, at tilskot verður latið post- verkunum til at bera út bløðini. Játtanin á donsku fíggjarlógini í ár til hetta endamál er 450 milliónir krónur. Skilir bløðini Skúlaráðið í Havn hevur samtykt at heita á Helenu Dam á Neystabø um at finna ein skúlalækna til Suðurstreymoy sum skjótast Heilsumál John Johannnessen Eingin skúlalækni hevur verið í Suðurstreymi síðani 1997. Hetta heldur Skúlaráðið saman við skúlastjórunum vera ov galið. Tí hevur Skúlaráðið, saman við skúlastjórunum á teimum kommunalu skúlunum, á fundi 19. oktober samtykt at heita á Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumál- um, um at lýsa eftir skúla- lækna sum skjótast. Skúlaráðið vísir á, at fyrst í januar 2001 verða átta kommunalir skúlar í kommununi við tilsamans 2.856 næmingum. Tí metir skúlaráðið tað vera umráðandi at fáa skúlalæknaskipanina at virka sum skjótast. Skal lýsa eftir skúlalækna Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður í vinnumálum