leygardagur 15. oktober 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Ein ferð til Havnar við Smyril
undir krígnum
HUGLEIÐING
Elin Mortensen
N
ú enn ein Smyril
kemur til Føroya,
rennur mær í hug
ein ferð, eg gjørdi við
Smirli til Havnar undir
krígnum
Flogfør høvdu søkt at Smyrli
fleiri ferðir, men tíbetur hevði
eingin skaði verið, bumburnar
raktu ikki málið. Nógv óttaðust
at fara til Havnar, nú tað var
vorðið so vandamikið, men
sjálvandi, fólk noyddust ofta at
fara neyðsynjarørindi.
Soleiðis hjá mær einaferð.
Hóast eingin sjóhetja, mátti eg
leggja á bláman. Her var einki at
gera. Smirl fór norður í ovur-
morgin. Tað var heppið, tí nú
sigldi hann eftir vetrarferða-
ætlanini, annanhvønn dag norður
og annahvønn dag suður.
Eg fór frá húsum, tá ið Smirl
ýldi aðru ferð. Tað var ikki so
langt at ganga, so eg var í góðari
tíð.
Tá ið eg eri komin hálva leið,
rennur mær kalt niður eftir baki!
Loft-ávaring! Á, hatta and-
skræmiliga ljóðið, sum fór
gjøgnum mønu og merg og
loypti hvøkk á.
Eg fór at renna, men ikki gekk
skjótt hjá mær við kufferti í
hond. Mær eydnaðist tó í øllum
góðum at koma inn um í skýlið
hjá Steintóri. Har var nærum
fullsett av fólki. Nú var bara at
seta seg at bíða. Eg sat og
hugsaði. Skuldi eg fara í
morgun, ella ikki! Jú, eg fari.
Eingin sleppur undan lagnuni.
Eg hugsi um mammu mína, sum
fór til Danmark á hospital við
myrkum skipi, tá ið kríggið var
brostið á.
Vit sótu ikki leingi í skýlinum
henda morgun. Skjótt varð av-
blást, »Falskur alarmur«, søgdu
tey.
Nú var at skunda sær, at
Smyril ikki sigldi undan. Stein-
tór, sum altíð var beinasamur,
bar kuffertið hjá mær. Hann fór
eisini til Havnar. Heilt fitt av
fólki var við henda morgunin.
Veðrið var gott, stilli og sól.
»Góð flúgvilíkindi í morgun«,
læt í einum manni.
»Halt gákin til á tær«, hvesti
kokkurin, sum beint tá streyk
framvið. Hann visti av royndum
hvat, ið væntast kundi í slíkum
góðum veðri.
Tá ið Smiril er komin norður
um Lítlu Dímun, hoyrast róp:
»Hyggið, hyggið, eitt flogfar«!.
Og í somu løtu ýlir skipslúð-
urin at boða frá, hvat, ið var á
vási. Alt ferðafólkið, sum er á
dekkinum, loypur yvir í tað
borðið, har flogfarið sæst. Enn er
tað langt burturi, bara ein
prikkur á himmalinum, men
hesin prikkurin verður alsamt
størri og nærkast eisini.
ER tað vinur, ella fíggindi?
Ein ring løta at standa her og
eygleiða hesa hóttan, sum skjótt
er beint uppi yvir okkum. Andlit
eru bleik, nevar knýtast og
knúgvar hvítna. Hvussu nú leikur
ferð?
Nú kemur ein av manningini
rennandi og biður ferðafólkið
fara av dekkinum. »Latið tykk-
um í bjargingarvestin beinan
vegin«, sigur hann.
Vit verða beind inn í salónir-
nar, og hurðarnar verða aftur-
latnar. Tað kennist øgiliga kvalið.
Onkur við svíma, og grátur og
venan hoyrist. Seinasta løtan er
komin, tað ivast vit ikki í.
Einasta vónin er, at teir ikki raka,
tað má verða okkara bjarging.
Nú er flogfarið beint uppi yvir
okkum, tað hoyra vit. Nervar eru
á tambi, nógvir tankar treingja á,
hendur eru samanlagdar. Sleppa
vit við lívinum?
Og … vit hvøkka við!
»All clear! All clear!« boðar
lúðurin frá.
Hurðarnar verða skræddar upp,
og øll tysja út á dekkið at hyggja.
Gud havi lov, vinur var tað. Eitt
Catalina flogfar! Frøin var stór.
Onkur veittraði. Hetta høvdu vit
ikki væntað, at so gott fór at
spyrjast burturúr.
Kokkurin fór at gera kaffi, og
nú varð prátað og flent í góðum
hýri um alt skipið.
Steintór kom at bera okkum
kaffi. Tað trongdu vit til, helt
hann, oman á skelkin.
»Hevði tað bara verið mjørki,
tá ið vit fara suður aftur«, læt í
eini konu.
Tað var so svart sum í pottin-
um, tá ið eg fór suður aftur um
fjørð.
(Minnisbrot úr bókini: »Barn undir
krígnum«.)
Glað andlit, nú sloppið varð undan fíggindanum
Frá ferð við Smirli í 1941
Elin Mortensen
Smiril á veg til Havnar