leygardagur 15. oktober 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
31
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril verður eitt
ómetaliga gott sjóskip. Tað sæst
á byggisniðnum og verður hann
ikki tað, verður tað eitt ógvuliga
stórt vónbrot.
Henrik Old, løgtingsmaður,
ivast ikki í, at tá ið nýggi Smyril
verður settur í sigling, er sjó-
verkurin farin í søguna.
– Tað sæst, at hann er bygdur
sum eitt rættiligt havgangandi
skip og nú verður tað uttan iva
liðugt við øllum trampinum, tá
ið hann er ímóti.Tvørturímóti er
hetta eitt skip, sum rættiliga kann
kloyva landnyrðingin og hann fer
at veða so róligur og hava so
góðan stabilitet at sjóverkur fer
at vera eitt at kalla ókent
fyribrigdi. Annars verður tað eitt
satt vónbrot.
– Eg vænti, at tað verða nógv
fólk, sum fara at øtast yvir,
hvussu stórur hann í veruleikan-
um er og tað var ein kensluborin
løta at vera við til dópin og eg
kom at hugsa um tann gamla,
guvurikna Smyrilin, sum var
tann fyrsti, ið eg sigldi við.
Ferðasambandið
upp á eitt annað støði
Løgtingsmaðurin sigur, at tí fer
hesin Smyril at lyfta ferðasam-
bandið ímillum Suðuroynna og
Havnina upp á eitt heilt annað
støði.
– Bara tað, at vit nú sleppa
undan at stilla okkum á ferju-
leguna ein og tveir tímar áðrenn
fráferð, fyri at sleppa við, verður
eitt øgiligt framstig.
Annars heldur Henrik Old, at
nýggi Smyril slóðar eisini fyri at
tað ber til at veita vinnuni í
Suðuroy betri umstøður.
Fyrsta stigið í hesi ætlan er at
tað nú verður bíligari at flyta
farm ímillum Havnina og
Suðuroy.
Heilt skjótt fer tingið nevniliga
at samtykkja, at tað skal verða
sami prísur at flyta farm ímillum
Suðuroy og Havnina, sum tað er
at flyta um Lorvíksfjørð og um
Skopunarfjørð.
– Tað er eitt ómetaliga týdn-
ingarmikið stig, tí tað er ein
fortreyt fyri at halda vinnuna
kappingarfør. Samstundis fer tað
at gera umstøðurnar hjá vinnuni í
Suðuroy at bjóða seg fram
norðanfjørðs á jøvnum føti við
vinnuna aðrastaðni í landinum, tí
nú verður farmaflutningurin ikki
ein trupulleiki longur.
– Tað er neyðugt at lívga um
vinnuna, sum er í Suðuroy, tí
hvørja ferð eitt bakkast verður,
tyngri verður at byrja aftur, tí
fíggjarligur kreftirnar ganga
undan.
Einfaldari og bíligari
at ferðast
Henrik Old sigur, at næsta stigið
verður so at gera prísskipanina
umborð einfaldari, so at allir
bilar undir eitt ávíst metratal,
betala tað sama.
– Tað eru nógv fólk, sum hava
ein lítlan lastbil – ein pick up-
men teir eru væl dýrari at fáa við
Smyrli og er ætlanin at útjavna
prísirnar, so at lítlir lastbilar ikki
verða dýrari enn vanligir bilar.
Samstundis er ætlanin at gera
tað lættari hjá ferðafólki, so at
tey nú bara skulu keypa ein
ferðaseðil, sum er galdandi báðar
vegir, ístaðin fyri at fólk skulu
noyðast at keypa ferðaseðlar
tvær ferðir- og tað skal eisini
bera til at keypaferðaseðilin á
bryggjuni.
Ein stórt kjakevni í sambandi
við nýggja Smyril er túratalið.
Henrik Old heldur fast um, at
tað er rætt, at manningin fær
høvi til at venja seg við skipið,
uttan at verða løgd undir trýst nú
á hávetri.
– Men strandferðslan er greið
yvir, at tað næsta stigið verður at
leggja eina ferðaætlan, sum
hóskar fjøldini av einstaklingum
og vinnulívinum best. Og tá ið
nakað er fráliðið, skal hon eisini
hugsa um at fáa fleiri túrar.
Sjálvur væntar Henrik Old, at
Smyril í fyrstu atløgu fer at sigla
fleiri túrar um vikuskiftini.
Sjálvur heldur hann at ein
túrur norðureftir mitt fyrrapartin
í vikuskiftunum hevði verið
hentur hjá øllum ítróttarfólkun-
um, sum skulu norðureftir, so at
tey sleppa undan at fara so tíð-
liga upp sum nú.
Samstundis heldur hann, at vit
eiga at bera so í bandi, at tey,
sum koma við morgunflogfarin-
um eiga at sleppa suður á mið-
degi, hvønn dag.
Somuleiðis hevur samgongan
tosað um, hvussu tað kann skip-
ast so fyri, at prísirnir á ferða-
seðlum kann lækkast, ella um
tað kann berast so í bandi, at tað
verður heilt ókeypis at sigla við
Strandferðsluni og at koyra
ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
– Skal prísurin lækkar, skal
peningurin takast inn onkus-
vegna, tí peningurin skal takast
inn undir øllum umstøðum.
– Tað kann gerast við at leggja
avgjald á onnur øki, eitt nú á
olju, bensin og annað.
– Men tað má gerast soleiðis,
at tað rakar so víða sum gjørligt
so at tað ikki verður ein ein-
stakur bólkur, sum einsamallur
situr eftir við svartiperi. Tí má
avgjald helst leggjast á nógva
ymsa staðni fyri at hvør hækking
verður so lítil sum gjørligt.
Annars ivast Hendrik Oldi ikki
í, at broytingar fara at verða
gjørdar til tað betra, tí í løgting-
inum hevur hann ongantíð vitað
ein størri vilja til at bøta um
viðurskiftini í Suðuroy.
Kortini vísir hann á, at ofta
kann ein politisk tilgongd taka
drúgva tíð, men bara tað, at
evnið er komið á dagsskrá, er eitt
stórt framstig.
Tvørturímóti heldur Hendrik
Old ikki, at Smyril skal sigla fast
til Skotlands, tí hann skal fyrst
og fremst tæna Suðuroy.
– At hann so ger onkran
einstakan túr til Skotlands um
summarið tá ið ítrótturin er í
summarfrí, er nakað annað, men
tað er rætt at varðveita hann sum
eitt suðuroyarskip, heldur løg-
tingsmaðurin.
Og at enda hevur hann eina
inniliga áheitan á ferðafólkið:
– Nýggi Smyril er dýrur og nú
er tað bara mín inniliga vón at
fólk verða góð við hann og
varðveita hann snotiligan og
snøggan og lata vera við at
fremja herverk umborð við at
kryvja stólar upp ella at telgja í
borð og hurðar, sigur Henrik
Old.
Næstan ómøguligt at fáa
sjóverk umborð á Smyrli
– Nýggi Smyril er
eitt skip, sum rætti-
liga kann kloyva
landnyrðingin.
Hann er bygdur
soleiðis, at hann
verður eitt ómetaliga
gott sjóskip, annars
verður tað eitt øgi-
ligt vónbrot sigur
Hendrik Old, løg-
tingsmaður
– Nýggi Smyril er eitt fantastiskt
skip, so nú er tað mín inniliga
vón, at fólk verða góð við hann
og fara væl um hann og ikki
fremja herverk umborð við at
kryvja stólar upp ella við at
telgja niður í borð og inn í
hurðar, sigur Henrik Old