leygardagur 15. oktober 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 197 - 15. oktober 2005
STRANDFERÐSLUSIGLING
Áki Bertholdsen
– Siglingin, sum nú er við
Smyrli, kann als ikki saman-
berast við tað, sum var fyrr. Fyrr
var tað ofta eitt øgiligt knoss,
men nú er tað ikki at samanlíka.
Tá ið Kári Thomasen á Tvør-
oyri tosar um siglingina við
Smyrli, veit, hvat hann tosar um,
tí hann hevur siglt við ikki færri
enn trimum Smyrlum og er so-
statt so royndir í strandferðslu-
sigling sum fáur.
Fyrsti Smyrilin, hann kom um-
borð, var tann gamli guvurikni
Smyrilin, sum fór í søguna í
sekstiárunum, tá ið tann Smyrilin
kom, ið varð bygdur á Tórshavn-
ar Skipasmiðju.
Men tað heilt stóra frambrotið
kom í 1975, tá ið Smyril, sum nú
fer í søguna, varð keyptur.
Hann var fyrst messudrongur
umborð, men síðani varð hann
kokkur og tað var hann til hann
legðist á land fyri nøkrum árum
síðani.
– Eg havi ongantíð lært til
kokk. Tað eg dugdi, lærdi eg frá
kokkunum, sum vóru undan mær
og væl bar til, heldur hann.
Eitt knoss
Siglingin við tí guvurikna Smyrli
varð mangan eitt satt knoss.
Siglingin varð skipað soleiðis, at
siglt varð bygd úr bygd allan
vegin við fólki og farmi, so
mangan tók ferðin ímillum
Havnina og Suðuroy tað mesta
av einum samdøgurið.
Tá kundi av sonnum sigast, at
Smyril bant landið saman. Og
hann átti uttan iva eisini høv-
uðsheiðurin av, at fólk yvirhøvur
búleikaðist á bygd. Hann var
lívlínan ímillum tey ymsu bygd-
irnar og ímillum bygdirnar og
tey tey stóru plássini.
– Vit førdu rættiliga nógvan
farm ímillum bygdirnar. Og tað
var fjølbroyttur farmur, tí har var
alt frá timbri umvegis maskinur
av umsum slagi, til livandi kýr.
Hann sigur, at allur farmurin
varð handaður umborð, so tað
var ofta tungt, so tað var ógvu-
liga nógv lossing og lasting.
Mangan var seint, tá ið tað varð
liðugt at lossa og so at spula
dekk, so svøvnur var ikki altíð so
nógvur
Tá sigldi Smyril bara annan-
hvønn dag: Norður ein dag og
suður dagin eftir. Men hvønn
mikudag sigldu vit inn í Eystur-
oynna, bygd av bygd, líka norður
til Gjáar og tað kom eisini fyri,
at vit sigldu til Vágar.
Eitt skifti í fimtiárunum mátti
Smyril leggjast, tí onki kol var at
fáa.
– Vit brúktu enskt kol og tað
fekst onki kol, so hann varð
lagdur.
Og táið tosið kemur inn á flyta
dýr, kemur Kári at hugsa um
eina stuttliga hending.
– Vit skuldu flyta eina kúgv til
Skálavíkar. Tað bar ikki at leggja
at, so kúgvin skuldi lossast
umborð á ein lítlan bát uttanfyri
lendingina.
Hetta var við Ternuni. Kúgvin
varð løgd í seðlar og hiva fyri
borð. Men tíverri, beint sum hon
hekk uppi yvir tí lítla bátinum,
leyp rættiliga ilt á hana. Neyðars
avgreiðslumaður í bátinum bleiv
at kroppi í mykju. Tað varð eitt
øgiligt lív, men hann tók tað
pent- fekk sær upp í lógvan av
sjógvi og skolaði tað ringasta
burturúr eygunum og so var ikki
meiri um tað.
Varð heilt skjótt ov lítil
Annars heldur Kári, at tað var
eitt mistak at byggja tann
Smyrilin, sum varð bygdur í
Havn í sekstiárunum tí longu tá
skuldu vit havt fingið eina
bilaferju.
Tann Smyrilin flutti eisini
nógvan farm, men hann kundi
eisini taka nakrar fáar bilar. Var
talan um smáar bilar, fingu vit
fimm bilar í lastina og fimm
kundi so standa á dekkinum.Tað
varð ikki altíð so heppið fyri
bilarnar, tí ofta vóru teir undir í
sjóroki, men tað var onki annað.
Bilarnir vórðu lossaðir um-
borð, men tað galt um at vera í
góðari tíð. Skuldi ein hava bil
ímillum Suðuoynna og Havnina
á páskum, mátti biðjast um pláss
longu á jólum.
Tá ið bilaferjan kom í 1975,
vóru tað mong, sum hildu, at tað
var ørskapur, tí hann skuldi vera
alt ov stórur.
– Men eg veit ikki. Longu tað
fyrstu jóansøkuna, sum var í
Vági, var ov lítil, tí tað vóru yvir
1000 fólk við suður til Vágs á
Mangan var buldrasligt
– Tann,sum hevur siglt nógv við Smyrli, hevur havt nógvar buldrasligar
túrar. Tað sigur Kári Thomasen á Tvøroyri. Og hann veit, hvat hann tosar
um, tí hann hevur verið við til at slíta tríggjar Smyrlar upp
Kári Thomsen hevur siglt við trimum Smyrlum, tað mestu tíðina sum kokkur. Hann heldur, at siglingin fyrr og nú kann ikki samanberast. Fyrr sigldi Smyril annanhvønn dag og tað tók ofta tað
mesta av einum samdøgurið at koma ímillum Havnina og Suðuroynna
Mynd: Jens Kristian Vang