leygardagur 15. oktober 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 15. oktober 2005
33
Jóansøku og biladekkið var
pinnpakkað. Yvirhøvur fóru fólk
at ferðast nógv meiri enn fyrr, nú
møguleikarnir at ferðast batnaðu
so munandi.
Smyril, sum varð bygdur í
Havn, var eitt sera gott sjóskip
og tað var so sterkt smíðað sum
eg veit ikki hvat.
Smyril, sum nú fer í søguna,
hevur eisini verið eitt sera gott
sjóskip, hóast mong vóru sann-
førd um, at hann fór at koppa, tí
hann var flatbotnaður og tað
vóru vit ikki von við.
Hann kom til Føroya mitt í
útróðrarverkfallinum í 1975, tá
ið onkrar havnir vóru avbyrgdar.
Tá ið hann skuldi leggja at á
Tvøroyri, legði ein bátur seg
ímillum bryggjuna og skipið.
Men skiparin gav greið boð um,
at nú legði hann at og tá ið
maðurin á lítla bátinum sá dýrið
nærkast, mátti hann bara taka til
rýmingar.
– Hesin Smyril fór eisini at
sigla ímillum lond, bæði til
Noregs og Íslands, men eisini til
Skotlands og Danmarkar. Somu-
leiðis varð Teistin keyptur, so at
annað skipið sigldi innanlands
og hitt uttanlands.
Tað var eitt hart lív, tí frítíðin
var lítil og svøvnurin lítil. Um
summarið var altíð heilt nógv
fólk við, men um veturin var
fittligari, tí tá var ikki so nógv
fólk við.
– Men hendan
uttanlandssiglingin var eitt tiltak,
sum ferðafólk vóru ómetaliga
glað fyri, tí hetta gav føroyingum
heilt aðrar møguleikar at ferðast
enn vit vóru von við. Tað kundi
vera ódnarveður, men kortini
takkaðu ferðafólk so mirðiliga
fyri túrin.
– Tað var mangan ringt veður
og hann kundi rulla ótrúliga illa.
– Tað einasta góða við tí, at
veðrið var vánaligt, var, at tá
hevði kokkurin lítið at gera, tí
umframt manningina, vóru taðfá,
sum troystaðu sær at eta.
Kortini broyttist hann rættiliga
nógv til tað betra, tá ið hann fekk
stabilisatorar. Og nú kunnu tað
ikki vera tvær meiningar um, at
hann hevur verið okkum eitt
ómetaliga gott skip.
Men serliga gott heldur Kári,
at maskinfólkið við Smyrli hevur
verið.
– Uttan so gott maskinfólk,
hevði tað aldrin borið til. Tá ið
hann var á donskum hondum og
sigldi í Danmark, stóð altíð ein
riðil av maskinfólki til reiðar at
fara umborð at arbeiða um
næturnar. Tað hevur ikki verið
ímeðan hann hevur siglt við
Strandferðsluni, tí maskinfólkið
hevur sjálvt gjørt tað, sum var
neyðugt at gera. Sýnismenn, sum
hava verið umborð fyri Skipasýn
og klassa, hava eisini havt á
munni, hvussu vælhildið maskin-
rúmið er.
Ringasti túrur ímillum Havn-
ina og Suðuroynna við Smyrli,
sum nú gevst, tók einar seks
tímar.
– Tað var ein fúlur túrur, Ein
danskur lækni, sum var við,
skrivaði grein um tað bløðunum
aftaná. Einaferð Dúgvan sigldi
fyri Smyril, steðgaði hon upp í
Suðuroyarfirði og rak fyri vág og
vind í fleiri tímar. Og tað vildi
ikki mætari til enn at sami lækni
var aftur umborð tá, so hann
hevur ikki góð minnir um
suðuroyarsiglingina.
Nú fáa vit so nýggjan Smyril
og Kári ætlar sær heilt víst yvir á
samferðsluhavnina, tá ið hann
kemur nú leygardagin.
– Tað trongdi harðliga til at fáa
nýggjan Smyril, tí hin var upp-
slitin.
Men alt hetta við at sigla fleiri
túrar, veit hann ikki rættiliga
– Tá ið mann fer til Havnar, fer
mann fyri dagin, sigur hann.
Tí heldur hann, at vit skulu
halda fram við tveimum túrum
um dagin og so kann ferðaætl-
anin endurskoðast aftur ímóti
sumri.
Bundu rokkararnar niður
Annars heldur hann, at ferða-
fólkið yirhøvur hevur verið
ógvuliga fitt at hava við at gera.
Kortini vóru undantøk, sum ta
ferðina, teir sigldu úr Noregi til
Danmarkar og eitt harkalið av
rokkarum úr Noregi vóru við.
Teir gjørdu nógv um seg um-
borð, slógu um seg við ketum og
vóru til stóran ampa.
– Men teir vóru ikki verri enn
so enn at manningin fekk tikið
teir og bundið teir niður, allar
samlar. Nakrir vórðu lokkaðir
inn í messuna ein og ein at fáa
sær breyð og so vórðu teir tiknir
og bundnir og at enda lógu allir í
bondum. Løgreglan kom so eftir
teimum og motorsúklunum og alt
varð koyrt íland.
Rokkararnir vóru ørir og lov-
aðu hevnd, men ongin sá nakað
aftur til teir.
Eisini eina aðruferð komu
ófriðarkroppar umborð, men
eisini teir vórðu tiknir og stongd-
ir inni í storesrúminum til komið
varð í havn og løgreglan kundi
fara avstað við teimum.
Viðhvørt kundi eisini misskilj-
ingar føra til ymsar merkiligar
støður. Einaferð lógu bæði
Teistin og Smyril á Tvøroyri.
Annars skuldi til Skotlands og
annar til Havnar.
– Tá ið skotlandsbáturin loysti,
kom ein ferðamaður algoystur
við bili oman á ferjuleguna og sá
bátin fara útfrá. Hann var argur tí
hann var afturútsigldur og stillaði
seg at rópa "reyvarhol" eftir
manningini. Onkur spurdi hann
so, hvagar hann skuldi.
Jú, hann skuldi til Havnar
Ja, men so var tað ikki báturin,
sum júst hevði loyst. Báturin,
sum skuldi til Havnar, var ikki
farin enn. So ferðamaðurin var
fegin, tá ið hann fór umborð,
men samstundis ógvuliga for-
harmaður, at hann skuldi havt
rópt soleiðis eftir hinum.
Kári Thomasen hevur verið
avbera vælnøgdur við árini
umborð á strandfaraskipunum.
– Manningin hevur verið
avbera fitt og vit hava verið sum
ein stór familja og vit hava eisini
havt avbera fittar skiparar, so
haðani havi eg bara góð minnir,
sigur tann gamli kokkurin.
Smyril hevur mangan ódnartúrin havt
ímillum Suðuroy og Havnina. Her er hann
á veg út av Trongisvágsfirði ein illveðursdag
Eisini í uttanlandssigling var mangan hart. Hesa
myndina tók ein skoti av Smyrli á veg út úr
Aberdeen. Stutt eftir fekk hann stibilisatorar