Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 197 - 15. oktober 2005 Thomas Arabo Molsrok í tinginum Sjáldan hevur so nógv rok verið í føroyskum fjølmiðlum og á løgtingi sum á vári 1975. Finnbogi Ísakson var landsstýrismaður í samferðslumálum og legði fyrst í marts mánað upskot fyri tingið um at keypa Mortan Mols fyri 25,75 milliónir. Harafturat skuldi ferjan umbyggjast fyri 3-4 milli- ónir. 17. mars verður uppskotið samtykt við 15 atkvøðum. Skipið skuldi nýtast til suðuroyar- og uttanlandasigling. Uttanlanda- siglingin skuldi byrja mánaðar- skiftið mai / juni. Møtumikil uppgáva Eg arbeiddi á Strandferðsluni tá, og mín upgáva var at fáa alt klárt, so skipið kundi setast í sigling til ásetta tíð. Og her var sanniliga nokk at ríva í. Skipið skuldi mannast, umbyggjast, at- løguviðurskifti gerast í Føroyum og útlondum, havnir finnast í Noregi og Íslandi, ferðamanna- deild stovnsetast til uttanlanda- sigling og so mangt annað. Væl gekst í hond, serstakliga tí øll, vit komu í samband við, og okkara starvsfólk bæði á sjógvi og landi, vóru so ótrúliga positiv og dúglig. 1 apríl kom skipið undir føroyskt flagg. Tað gekk stillisliga fyri seg - einki orkestur ongar talur. Tjóðsangurin bleiv sungin tá flaggið fór til tops og tað var tað. Heimferð Síðst í mai mánað fóru Finnbogi og eg so niður, so vit kundu sigla heim við skipinum. Ætlanin var at fara úr Frederikshavn 28 maj men okkurt kom í vegin, so vit fóru ikki fyrr enn 4 juni um kvøldið. Leiðin gekk til Keyp- mannahavnar eftir útgerð, umleið 100 nýggjum bilum og umleið 30 ferðafólkum. Á middegi grundlógsdag bleiv kósin so sett ímóti Føroyum. Tá íð vit komu norður um Skagen var tung alda. Eg stóð rættuliga leingi á brúgvaveing- inum tað kvøldið fyri at vita, hvussu skipið bar seg í sjónum, og mær dámdi bara væl. Hettar skuldi nokk ganga. Nærkast Føroyum Vit vistu, at tað var útróðrarverk- fall heima, og at Havnin var blokerað, men ikki fyrr enn vit komu norð um Hetland fingu vit eina neyvari meting av støðuni, tí tá hoyrdu vit útvarpið. So tóku vit eitt prát við skiparan og góvu honum boð um at fara á Tvør- oyri, tí ikki var komandi á Havn- ina. Harafturat skuldi hann syrgja fyri, at øll, sum tosaðu til lands, skuldu siga, at vit komu á Havnina. Vit vistu jú, at allur útróðrarflotin lurtaði á Tórshavn Radio. Koma á Tvøroyri Um nátturðatíð leygardag 7 juni komu vit so inn eftir Tvøráfjørði - eingin visti nakað, og tað var ein stuttlig sjón at síggja, hvussu fólk tusti úr hvørjum húsi, so hvørt vit komu inn eftir fjørðin- um í dýrdarveðri. Ein útróðrar- bátur royndi at leggja seg fyri ferjuskráan, men tá íð hann sá hettar stóra skipið nærkast, slapp hann sær burtur við ferð. Minst túsund suðringar vóru umborð hettar kvøldið, og øll vóru eitt sindur ovfarin og nøgd við tað, tey sóu. Dagin eftir fóru vit til Vágs at visa skipið. Ìmeðan vit lógu har, komu boð umborð at Finnbogi skuldi ringja til Atla Dam løg- mann. Boðini frá honum vóru greið: Verið til arbeiðis í Havn mánadagin og syrgið fyri, at uttanlandasiglingin byrjar týs- dagin sum ætlað, og øll ferðafólk skulu við, sum hava keypt ferðaseðil. So var farið umborð aftur á Smyril, og siglt var norður aftur á Tvøroyri, har skipið skuldi liggja til tað fór sína fyrstu uttanlandaferð. Til Havnar vit fara Mánamorgun tíðliga spákaðu vit báðir so inn til Áka Dimon, íð átti ein skjóttgangandi bát, og fingu hann at sigla okkum til Havnar. Tá vit komu inn ímóti Glyvursnesi avráddu vit, at best mundi vera at sleppa so stillsliga í land sum møguligt, so eingin bleiv provokeraður. Vit fóru tí í land á Argjum. Soleiðis endaði hendan ferðin hjá okkum báðum, ið fóru niður eftir einum stórum skipi, ið skuldi sigla inn eftir Havnarvág, við at tveir ulpu- klæddir menn fóru spákandi út á Og Smyril kom Thomas Arabo, fyrrverandi landsstýrismaður og stjóri á Strandferðsluni hugleiðir her um tíðina, tá núverandi Smyril kom til landið