Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. oktober 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 15. oktober 2005 35 Argjaboða at fáa kaffi frá konu mínari - vit búðu har úti. Aftur til vaðbeinið Tá ið kaffi var drukkið, koyrdi Anna okkum heim til Havnar. Nógv fólk var í havnargøtum, støðan var spent og tað tyktist sum verkfalsfólkið væntaði, at Smyril fór at koma á Havnina ella onkustaðni í Streymoynna eftir ferðafólki, ið skuldi til Noregs dagin eftir. Almennu skrivstovurnar í Havn blivu avbyrgdar, og verkfallsvaktir í Kollafirði, har Strandfaraskipini sigldu til og frá, byrjaðu at blíva meira agressivar. Eg smoygdi meg inn á skriv- stovuna hjá mær og tók øll relevant skjøl, og fór so niðan á Ferðamannafelagið til Sigurd Simonsen, sum umsat okkara uttanlanda bíleggingar. Fyrireiking Ferðamannafelagið helt til í veg- hædd við síðuna av tubbaks- handlinum hjá Oskar Arge. Sigurd hevði tó verið so fyrivarin at hann hevði flutt allar ferða- fólkalistar upp í eitt lítið kontór, sum hann hevði uppiá. Har bleiv so okkara arbeiðsrúm. Avgjørt bleiv, at Smyril skuldi blíva verðandi á Tvøroyri. Sostatt var tað okkara upgáva at fáa ferða- fólk, gott hundrað í tali, og einar 20 bilar til suðuroyar so stillis- liga sum gjørligt. Avgjørt varð at nýta keiina á Oyri sum útskip- ingarstað. Hettar var avsíðis og lætt var at sperra brúnna um Streymin, um hettar skuldi gjørst neyðugt. Organisering og útinnan Landsstýrið bleiv so kunnað um ætlanina. Mín leiklutur var so fyrst at gera avtalur við løg- regluna. Vit avtalaðu, at teir høvdu eitt vakið eyga við Oyggjarvegnum aftan á klokkan tíggju, tí tá fóru vit at senda ferðafólk út úr Havnini. Har- afturat varð avtalað, at klokkan ellivu skuldi bara fólk við ferða- seðli til Smyril sleppa um brúnna Við Streymin frá Streymoynni. Næsta stigið var at fáa flutn- ingsamboð til vega. Eg ringdi til skipararnar á Rituni og Trónda og bað teir fara í land og ringja frá einar tryggari telefon. Teir fingu so boð um at leggja seg út á fjørðin, ávikavíst Kollafjørð og Skálafjørð, og bíða til klokkan umleið tíggju og so sigla norður á Oyri eftir bilum og ferðafólki, sum skuldu flytast til Suðuroyar. So var tann tekniski parturin í lagi. Sigurd Simonsensa leiklutur var at fáa øll ferðafólk yvir í Streymoynna, uttan at fortelja hvar tey skuldu umborð á Smyril. Har vóru ferðafólk úr Vágum, Eysturoy, Klaksvík og so úr Havn. Vit avgjørdu so, at vit skuldu hava 3 samlingsstøð: Læraraskulin í Havn - har skuldi ein klassi við til Noregs - ,v´gafólk hjá einum lærara í Vestmanna sum kallaðist Traber og eysturoyingar og norðingar í prestagarðinum í Hvalvík. So bleiv ringt til øll ferðafólkini, um hvar teirra samlingsstað var. So hildu vit at nú var bara at bíða til klokkan bleiv tíggju, tá øll skuldu sendast norður á Oyri. Eitt skemtiligt var, og tað var, at vit høvdu gloymt at gjørt avtalu við hvalvíksprest, um at har komu folk. Tá íð vit so ringdu, so segði hann, at hann hevði fingið nógv fólk á gátt, sum hann als ikki kendi, men hann hevði so roynt at verið blíður og bjóðað kaffi. Vit greiddu so frá samanhenginum. Klokkan gott tíggju bleiv so ringt út til øll samlingsstøðini, og boð givin, um at fara norður á Oyri. Ikki lætt hjá øllum at skilja, sum vóru ferðabúgvin til Noregs. Alt sum ætlað Alt gekk síðan sum ætlað, og Smyril fór sín fyrsta túr til Noregs eftir ferðaætlanini. Hósdag var hann aftur í Føroyum í sigling eftir ferðaætlan innan- oyggja. Útróðrarverkfallið varð avblást mikumorgunin, meðan Smyril var í Noregi, og Smyril var fyrstu ferð á Havnini hóskvøld við sekstíðina. Keiin svørt av fólki. Tveir ulpuklæddir mans stóðu við rampuna og sóu, at hon eisini riggaði. Vit báðir Finnbogi hugdu uppá hvønn annan og vóru samdir um, at hetta sluppu vit bara væl frá. – 30 ára minni Nakrir av veteranunum frá Smyrla og Norrønutíðini. Fv. Sigurd Simonsen, Jónas Hallgrímsson, Tummas Arbao, Jógvan í Dávastovu, Óli Hammer og Finnbogi Ísakson Mynd Ása Justinussen