leygardagur 15. oktober 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 197 - 15. oktober 2005
Men munur er á skipum. Tann
nýggi Smyril kostar 268
milliónir krónur at smíða, tá
dagbøtur eru drignar frá. Tann
fyrsti kostaði 70.000 krónur og
var um 162 brutto registar tons.
Tann nýggi er heili 12.320.
Dampmaskinan á fyrsta Smirli
var 160 hk, men tann nýggi
hevur ein høvuðsmotor, sum er
fýra ferðir 3.360 kw.
Í dag er ræður fyrst og fremst
um at koma skjótt um Suður-
oyarfjørð. Fyri 110 árum síðani
var fyrst og fremst talan um at
fáa flutning. Fyrsti Smiril sigldi
á nærum hvørja bygd í landinum,
so tað gingu bæði dagar og vikur
frá tí at hann fór av Trongisvági
til hann kom aftur. Men tá hevði
hann bæði verið á Havnini fleiri
ferðir á veg til og úr bygdum í
Eysturoynni, Norðoyggjum,
Vágum og í Sandoynni. Eisini
sigldi hann til útoyggjar, og fýra
ferðir um árið sigldi hann til
Leith í Skotlandi.
Onkuntíð verður funnist at
politikkarum, tí teir leggja seg
upp í ferðaætlanir. Men ríkis-
stýrið kravdi - fyri at A.S. J.
Mortensens Eftt., sum lat Smiril
smíða, kundi fáa stuðul til
siglingina - at Løgtingið góð-
kendi fyrstu ferðaætlanina og
farmagjøld. Ferðaætlanin er
dagfest 18. november 1895.
Nógv varð skrivað og sagt um
henda nýggja Smyril, áðrenn
sáttmálin varð undirskrivaður við
sponsku skipasmiðjuna at smíða
nýggja suðuroyarskipið fyri 300
mió.kr. Nógv varð sagt og
skrivað, tá tað kom fram, at hann
var nógv seinkaður - eitt ár, tá
avtornaði. Men nakað varð eisini
sagt og nakað skrivað, áðrenn
reglulig innanoyggja sigling kom
í lag fyri 110 árum síðani.
42 fólk vildu hava rutuskip
Málið um at fáa eina sigling
innanoyggja tók seg upp, tá um-
sókn kom á ting við 42 undir-
skriftum. Løgtingið tók málið
upp, men einki kom burtur úr,
fyrr enn sløk 10 ár seinri.
Tá velur tingið eina nevnd at
tingast við DFDS um sigling
innanoyggja, men DFDS hevur
ongan áhuga. Tað hevur aftur-
ímóti handilsmaðurin í Miðvági,
Godtfred Heinesen, sum tingað-
ist við skotar um fáa eitt skip til
hesa sigling. Men áðrenn hann
fær tingað seg til eina loysn,
doyr hann knappliga.
Men Jens Andreasen í Dali,
skipari, hevði eisini áhuga fyri
hesum máli, og hevði í umbúna
at seta eina dampmaskinu í
sluppina Dauntless. Eftir frá-
greiðingini hjá nevndini eru skip
farin at brúka "...petroleums
dampmaskiner efter sigende
endog til dampskibe af flere
hundrede tons..." og "da
petroleum som brændsels- og
opvarminsmateriale er betydelig
billigere end kul" hevur Jens í
Dali í kvittanum at "sætte en
sådan maskine i sin kutter..."
Tilboðið hjá Jens í Dali er
38.000 kr. um árið, men nevndin
roknar seg til, at inntøkurnar
verða einar 10.000 kr. minni,
sum máttu fáast sum ríkisstuðul.
Reiðaravirkið
letur skip smíða
Men áðrenn málið er loyst,
kemur handilsvirkið á Tvøroyri,
A/S Johan Mortensen Eftt., upp í
leikin "sum smiril í staraflokk". Í
desember 1896 bjóðar Morten-
sens-handil seg til at reka innan-
oyggja sigling við damskipi frá
nýggjárinum 1896. Várið eftir
eru stjórarnir, Petur og Niels Juel
Mortensen í Danmark og tingast
við ríkisstýrið um ætlanina, uttan
at tingið tykist vita nakað um
tað. Í juli kemur bræv til Amtið
um, at løgmálaráðið hevur gjørt
avtalu við reiðaravirkið á
Tvøroyri um eina innanoyggja-
sigling.
Um hetta mundið stóð skipið
longu í gerð á Kockum
Mekaniska Verkstad Aktiebolag í
Malmø. Tá tað fór úr barkastokki
15. oktober 1895, fekk tað
navnið Smiril og kom á Trongis-
vágsfjørð 19. desember. Smiril
fór fór at sigla í januar 1894 og
fyri siglingina lat ríkiskassin
12.000 kr. árliga í stuðli.
Fáir føroyingar høvdu útbúgv-
ing og royndir at sigla við damp-
skipi, og maningin var fyri tað
mesta donsk. Skipari fyrstu 10
árini var ein dani, Clausen
nevndur. Í 1898 sigla tó tríggir
havnarmenn, Dánjal í Horni,
Christian Jóhannes Dam og
Niclas í Køk, við Smirli. Eftir
Clausen førdu føroyingar Smiril
- Hans Debes, Einar Bertelsen og
Hans Olavus Poulsen, róptur
Lávus á Høvda, sum eisini varð
skipari við tí nýggja Smirili
fyrstu tvey árini - til í 1934.
Umframt at sigla í rutusigling,
varð hann eisini leigaður til
vaktarskip, og í 1898 tók Smiril
ein trolara fyri at fiska innan fyri
Smirlar og Sm
Tá tann fimmti Smyrilin stevnir
inn á Trongisvágsfjørð í dag, eru
júst liðin 110 ár siðani, at tann
fyrsti Smiril fór úr barkastokki í
Malmø
Fyrsti Smiril
Næsti Smiril
Triði Smyril